fríggjadagur 26. september 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 185 - 26. september 2008
Sethús – Norðuri í sundinum 19, Kollaf.
Hugnalig gomul sethús í trimum hæddum við garasju,
húsini eru bygd uml. 1900, stødd uml. 42 fermetrar hvør
hæddin + garasja. Á miðhæddin er, gongd, trappa upp til
loft, baðirúm við brúsu, køkur og spísi/sitistova út í eitt. Á
loftshæddini er, gongd, úti á loftinum og tvey kømur.
Kjallarin er óinnrættaður. Húsini standa væl fyri í
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, skjótt til skúla
og barnagarð, húsini eru væl hildin bæði uttan og innan,
garður kring húsini og sera vakurt útsýni í allar ættir.
Prísuppskot : 900.000,00 kr.
Sethús – Húsagøta 19, Kollaførður
Hugnaligu húsini eru í tveimum. Hartil er hjallur og úthús
(gróthús). Annað húsið er 38,8 og hitt 22,8 í alt 61,6 m2.
Húsini kunnu byggjast saman. Grundøkið er 453 m2.
Upprunaliga byggiárið er 1797, men alt er bygt um og av
nýggjum í 1992 so sum veggir, gólv, rør, el, frárensl,
vindeygu o.a. Í øðrum húsinum er inngongd, durur, køkur,
stova, kamar, baðirúm og eitt lítið kamar / hemsur yvir
stovuni. Í hinum er inngongd, fýrrúm / vaskirúm og nýtt
baðirúm. Húsini standa í náttúruvøkrum, friðarligum,
veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi, nær við
barnagarð, skúla, kirkju, samkomuhús, læknahús, handil,
bankar, býbuss til Havnar. Frálíkt útsýni er yvir bygdina og
førðin.
Prísuppskot : 700.000,00 kr.
Virkisbygningur/sethús
– Heiðavegur 72, Saltangará
Ognin er ein vælútgjørdur vinnubygningur í Saltangará í
tveimum hæddum Hvør hæddin 140 fermetrar.Íalt 280
fermetrar. Grundøki 480 fermetrar. Byggiár 1960. Báðar
hæddirnar verða sum nú er, nýttar til skrivstovuhølir. Í
miðhæddini er durur, fyrrúm gongd, 2 skrivstovuhølir, wc
og køkur. Í ovaru hæddini er gongd, wc og 3 skriv-
stovuhølir. Bygningurin er útgjørdur við el-, teldu- og
telefoninnlegging. Ognin kann eisini nýtast sum sethús,
og er løtt at gera til tvær íbúðir.
Prísuppskot : 1.3 milliónir kr.
Sethús – Líknargøta 17, Saltangará
Spildurnýggju sethúsini eru í 2 hæddum við stórari
garasju. Ovara hædd er 70,8 m2 og niðara hædd er 82,2
m2, íalt 153. Grundøkið 828 m2. Byggiár: 2007. Í miðhæddin
er gongd, baðirúm trappuuppgongd, køkur, stova,
bryggers / fyrrúm við útgongd til stóra garagu. Í ovastu
hædd er stórt útiloft, baðirum, hjúnarúm og 3 kømur.
Húsini eru klødd við timbri, hava plastvindeygu og hurðar,
og standa sera væl fyri í friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi við blindan veg. Sera gott og vakurt útsýni er út
á førðin.
Prísuppskot : 1.8 milliónir kr.
Handils og skrivstovubygningur
– Heiðavegur Saltangará
Ognin er ein handilsbygningur (Stokkastovan ). Húsini
eru í 2 hæddum - hvør hæddin 352 fermetrar - íalt 704
fermetrar. Býggiár 1976. Niðara hæddin verður útleiga til
handilsvirksemi. Í niðaru hædd er stórt handilshøli, køkur,
skrivstova, wc, goymslurúm og bryggers / fýrrúm. Ovara
hædd er í ferð við at verða gjørd heilt av nýggjum. Bygn-
ingurin verður seldur samlaður, ella niðara hædd fyri seg
og ovara hædd fyri seg. Bygningurin liggur sera væl fyri
mitt í býnum. Tað er millum annað møguleiki at gera 4
íbúðir í ovaru hædd á umleið 88 fermetrar hvør. Hesar
kunnu gerast lyklaklárar um áhugi er fyri tí. So lat okkum
frætt frá tær, um áhugi er.
Hóskandi boð ynskist.
Tvíhús – Norðskálavegur 17, Norðskála
Norðara helvtin av tvíhúsinum er nú liðug. Húsini eru í 2
hæddum – samlað búvídd umleið 180 fermtrar. Húsini
hava Føroyaprofilklædning, svart alminiumstak, tætt
tróður við dúki, plastikvindeygu og úthurðar. Innhurð-
arnar verða fyllingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum
er sveisað vinyl. Í miðhæddini er durur, gongd, stova og
køkur í einum við útgongd til altan, baðirúm við brúsu,
við møðuleika fyri vaskirúmi, hjúnarrúm, 2 kømur og
goymslurúm. Niðara hæddin er óinrættað, tað er møgu-
leiki at gera trappuniðurgongd frá goymslurúminum.
Prísur: 1.190.000,00 kr.
Íbuð – undir Kongavarða H1 th Argir
Væl dámda íbúðin undir Kongavarða á 102 m2 er til sølu.
Bert hendan eina er eftir í hesari støddini. Íbúðin, sum er í
gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Harafturat
er felagsøki. Hon er væntandi liðug várið 2009. Har er
trappurúm / lyfta, inngongd, gongd / forstova / garde-
roba, baðirúm / vaskirúm, køkur, borðstova / stova við
útgongd til svala, hjúnarrúm við útgongd til svala og
kamar. Íbúðin liggur í friðarligum, náttúruvøkrum og
barnavinaligum umhvørvi við góðum tilplantaðum
felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum parkeringsøki.
Íbúðin er á 1. hædd í blokki H til høgru. Afturat keyps-
kostnaðinum skal leggjast út kr. 150.000,00 fyri mvg, ið
keyparin kann søkja um at fáa endurgoldið.
Prísuppskot: 1.538.710,00 kr.
Randarhús – Millum Gilja 71, Hoyvík
Stór randarhús við tveimum íbúðum og bilskúri til tveir
bilar. Hvør íbúð er uml. 80 fermetrar, harafturat hevur
íbúðin á aðru hædd stórt loft sum kann innrættast. Húsini
eru væl hildin, bygd 1986. Íbúðin á veghæddini hevur
inngongd, gongd, vaskirúm, køkur/stova út í eitt, hjún-
arrúm, kamar og baðirúm, altanhurð er út í garðin. Ovara
íbúðin hevur inngongd, dur, trappu upp, gongd, køkur/
stova út í eitt, hjúnarrúm, 2 kømur og baðirúm, altanhurð
út í garðin. Á loftinum eru vindeygur sett í. Dekk er millum
hæddirnar og brandmúrur til báðar síðir. Húsini eru væl
hildin og liggja í hugnaligum og barnavinarligum um-
hvørvi, við urtagarði og góðum sólagangi. Beint við
dagstovn og gøtu yvir til Hoyvíkar skúla. Húsini liggja frítt
fyri, gott útsýni, helst frá ovari íbúðini. Ognin verður seld
sum eitt hús við tveimum íbúðum ella hvør íbúð sær.
Prísuppskot: 2.2 milliónir kr.
Grundstykki – Brattalíð 19, Tórshavn
Grundstykki, sum liggur einastandi væl fyri, er 607 m2 til
víddar og er væl egnað til at byggja m.a. tvíhús á. Vegur er
til ognina.
Prísuppskot : 1.6 milliónir kr.
Sethús – Hóvabrekka 4, Argir
Húsini eru 2 hæddum. Niðara hædd er uml. 78 m2 og
ovara hædd er uml. 60 m2 – í alt uml. 138 m2. Grundøki er
660 m2. Byggiár: 1990, men ymiskar dagføringar eru
gjørdar so sum nýggjur køkur, baðirúm, gongd, kamar,
trappa, vindeygu í køki, garður, útigólv, brotflísar o.a. Í
neðra er útigólv / terassa, inngongd, gongd, baðirúm,
hjúnarrúm, matarkøkur, borðstova / stova við trappu upp
til ovaru hædd og útgongd út í garðin. Í ovaru hædd er
trappugongd, gongd, hugna- / sjónvarpsstova, wc og 2
kømur. Garður / urtagarður er runt húsini. Húsini standa í
náttúruvøkrum, veðurgóðum og barnavinaligum um-
hvørvi við blindan veg og hava góðan sólargang og frálíkt
útsýni. Stutt er til barnagarð, skúla, nýggja ringvegin og
sera gott busssamband.
Hóskandi boð ynskist.
Grundstykki – Grønalíð 19, Tórshavn
Grundstykkið matr.nr. 886ax, sum liggur heilt einastandi
væl fyri í gangifarstøðu frá býnum, er 494 m2 til víddar og
er sera væl
Prísuppskot : 1.3 milliónir kr.
Sethús – Torbjarnargøta 1, Norðragøta
Snotiligu arkitektteknaðu húsini eru í 2 hæddum. Ovara
hæddin er 164m2 og niðara hæddin er 40m2, afturat
hesum er ein garasja ið er 36 m2 - í alt 240 m2. Grundøkið
er 740 m2. Byggiár: 2002. Í ovaru hæddini, sum er deild
upp í 2 partar, er durur, køkur/stova, sjónvarpsstova, wc, 2
kømur, kantór, hjúnarrúm við egnum baðirúmi og
trappa til niðaru hæddina. Eisini er stór terassa. Í niðaru
hæddini er gongd, kamar, baðirúm, brúggers/fýrrúm og
haðani inngongt til garasjuna. Húsini eru gjørd av
sibiriskum lerki, hava aluminiums vindeygu við herðaðum
glasi uttan og takið er tjørupapp. Húsini standa í
friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi
og hava sera gott útsýni. Stutt er til allar hentleikar. Húsini
eru vilíkahaldsfrí.
Prísuppskot: 2.5 milliónir kr.
Íbúð – Maritugøta 42, 188 Hoyvík
Snøgga og hugnaliga íbúðin, sum er í veghædd, er 78 m2.
Byggiár: 2006. Íbúðin er væl gjørd í góðum byggjaríi við
góðum tilfari. Betonveggir eru millum íbúðirnar og
betondekk millum hæddirnar, so ikki hoyrist ímillum. Har
er goymslurúm, inngongd, gongd, baðirúm / vaskirúm,
hjúnarrúm, kamar, køkur / alrúm / borðsstova / stova við
útgongd til útigólv. Gólvhiti er í gongd, baðirúmi og
goymslurúmi. Íbúðin liggur í friðarligum og veðurgóðum
umhvørvi við góðum sólargangi og góðum grannalagi,
og har er sera barnavinaligt við spæliplássi og FIFA-vølli
beint við. Dagsstovnur og býlingshús er nær við, og bilfrí
gøta er millum býlingarnar og oman til skúla. kirkju,
handil m.v.
Prísuppskot : 1.650.000,00
Sethús – Norðskálavergur 44, Norðskála
Snotiligu húsini eru í 2 hæddum, hvør hæddin er 140 m2
- íalt 280 m2. Í ovaru hæddini er gongd, stórur køkur og
stova í einum, bryggers/vaskirúm, hjúnarúm, kamar,
klædnarúm og baðirúm. Niðara hæddin er óinrættað.
Húsini eru eini snotilig og sera væl bygd hús, sum FT smíð
hevur bygd, tað er betongdekk millum hæddirnar, og
varmi í øllum gólvunum. Byrjað er at gera garagu, sum
verður umleið 50 m2. Byggiár : 2005 . Grundøkið er : 749
m2. Húsini standa væl fyri, stutt er til allar hentleikar, har
er veðurgott og sera gott útsýni
Hóskandi boð ynskist.
Sethús – Bøherðan 17, Skopun
Húsini eru í 3 hæddum. Niðasta hædd er 48 m2,
miðhæddin er 50 m2 og ovasta hædd er 40 m2 – í alt 138
m2. Harafturat er úthús á uml. 18 m2. Grundøkið er uml.
300 m2. Byggiár: 1930’ini. Nakað av dagføringum eru
framdar. Har er m.a. nýtt tak, klædningur, køkur, baðirúm
og hvítvørður. Í miðhæddini er inngongd, durur / gongd,
baðirúm, køkur, borðsstova / stova. Í ovastu hædd er
trappupallur / alrúm, hjúnarrúm, wc og 2 kømur. Í niðastu
hædd er inngongd, vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm og
annars er gjørt klárt til baðirúm (við hita í gólvinum).
Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi
nær við barnagarð, skúla, handil og bygdarhús og hava
sera gott útsýni.
Prísuppskot: 800.000 kr.
Sethús – Garðagøta 3 Syðrugøta
Góð sethús í tveimum hæddum. Hvør hæddin er 120
fermetrar, íalt 240 fermetrar. Byggiár 1986. Grundøkið
566 fermetrar. Í ovaru hæddini er, gongd, køkur, bryggers/
vaskirúm, stova, baðirúm við baðikari, kamar, arbeiðsrúm
og hjúnarúm við klædnarúmi og baðirúmi við brúsu. Í
niðaru hæddini er, stova, køkur, 3 kømur, baðirúm við
brúsu, gongd , fýrrúm og kjallararúm. Húsini standa sera
væl fyri ovaliga í bygdini við blindan veg, har er sera gott
útsýni, og spælipláss er beint uttanfyri køksvindeygað.
Stórur urtagarður er rundan um húsini.
Hóskandi boð ynskist.