Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2008 35 lýsingar Renault Laguna til sølu Bilurin er frá desember 1998. Hevur fløgu- spælara og el-rútar. Bilurin er enskur, men er skrásettur í Føroyum og er góður at koyra. Verður seldur fyri einans kr. 20.000,- vegna flyting. Áhugaði kunnu ringja á tel. 222081 Einans kr. 20.000 Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Meginskrivstovan Fíggjarfulltrúi/controllari Eitt starv sum fíggjarfulltrúi/controllari í Nærverkinum verður hervið lýst leyst til setan skjótast tilber. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv í fakligum umhvørvi, har møguleiki er fyri at vera við til at menna fíggjarøkið í Nærverkinum. Nærverkið er skipað við Meginskrivstovu og 4 tænastudeildum. Virksemið er skipað um alt landið. Tað starvast uml. 1400 fólk í Nærverkinum. Í løtuni rekur Nærverkið virksemi fyri uml. 500 mió. kr. árliga. Nærverkið er í støðugum vøkstri og stórar uppgávur liggja fyri framman innan øll okkara virkisøkir. Nærverkið leggur dent á at hava eina miðvísa og javna tænastu innan teir karmar, politiska skipanin ásetur. Fíggjarstýring, játtanareftirlit og áhald- andi leiðslukunning hevur í hesum sambandi ein avgerðandi leiklut. Vit hugsa okkum ein persón, ið dámar væl at arbeiða við tølum og dugir at samantvinna fíggjarliga tilfeingið við virksemið, ið fer fram í Nærverkinum. Hevur evni at skapa og framleiða vitan, ið kann nýtast sum grundarlag undir allari støðutakan og leiðslukunning. Hevur hegni til at skapa framtíðarloysnir og at seta hesar í verk, er sjálvstøðugur, hjálpsamur og hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir. Vit leggja eisini dent á, at tú: • Hevur viðkomandi útbúgving, helst frá hægri lærustovni • Hevur royndir innan fíggjarstýring • Ert kønur í telduskipanum og dátugrunnum • Hevur kunnleika til almenna fyrisiting • Hevur málsligt hegni og dugir væl at orða teg skrivliga • Ert álítandi og nærlagdur. Starvið er skipað við tilvísing til leiðsluna fyri Búskapardeildina, ið er skipað sum tvørgangandi stápur á Megiskrivstovuni. Løn- og setanarviðurskifti Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Nærverkið og tænastustaðurin í løtuni er Meginskriv- stovan. Meiri fæst at vita við at venda sær til Mary J. í Garði, stjóra, á tlf. 360000. Umsókn Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Nærverkið Meginskrivstovan Argjavegur 26 Postsmoga 3037 FO-110 Tórshavn Stílað: Mary J. í Garði, stjóri Umsóknarfreist: 24. november 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Pedagogar til Bústovnin í Børkugøtu 1 Søkt verður eftir 2 pedagogum til Bú- stovnin Børkugøta 1 til setan 1. november 2008 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstørv. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og talan er um at arbeiða dag-, kvøld-, døgn-, vikuskifti og serstakar frídagar. Á bústovninum búgva 6 menningartarn- að vaksin fólk, og fleiri teirra hava likamlig brek. Endamálið er m.a. at bjóða teimum góðar og tryggar menningarkarmar. Tað pedagogiska arbeiði í gerandisdegnum verður tilrættalagt efti tørvinum hjá tí einstaka. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónu Olsen, settan leiðara á tlf. 511442. Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um pedgogur, ið fram- manundan er tænastumaður, verður settur í starvið, heldur tænastumanna- setanin fram, og verður lønin sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið er Nærverkið og tænastu- staðurin er í løtuni Børkugøta 1. Umsókn Umsókn við próvskjølum, viðmælum og C.V.skal sendast til. Bústovnurin í Børkugøtu 1 100 Tórshavn Stílað: Jóna Olsen, settur leiðari Umsóknarfreist: 13. oktober 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri.Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleikan, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum www.dekkmaster.fo info@dekkmaster.fo telefon 227 000 Góð og bílig dekk – eisini øll tey kendu merkini ...og nógvar spennandi felgur 175/65-14 úr 620,- 195/55-15 úr 775,- 195/65-15 úr 795,- 205/55-16 úr 890,- 205/40-17 úr 965,- 225/45-17 úr 995,- 225/40-18 úr 1.290,- 235/35-19 úr 1.710,- Prísdømi dekk