fríggjadagur 26. september 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 185 - 26. september 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Selja
ikki
skinnið
Hóast tey flestu longu
geva til kennar, at EB/
Streymur longu er meist
ari, so vilja tey hjá felags
liðnum avgjørt ikki taka
nakað sum helst fyri giv
ið, fyrr enn matematisk
vissa er fyri hesum.
Og tað er nú kanska
heldur ikki so løgið. Fyri
bara tveimum árum síð
ani var EB/Streymur í
næstan líknandi støðu.
Undan
fjórð
seinasta
umfarinum var munurin
aftur til HB á øðrum
plássi sjey stig. Seinastu
fýra umførini vann EB/
Streymur tó einans fýra
stig, meðan HB fekk
fulla úrtøku, og tí endaði
alt við, at HB gjørdist
føroyameistari við 55
stigum – eitt meira enn
EB/Streymur.
Við
útgangsstøði
í
dagsins stigatalvu, so eru
oddsini tó enn betur hjá
EB/Streymi
hesaferð.
Eisini hóast tap skuldi
verið í hendi í Runavík,
er FMheitið væl og virði
liga í nánd. Og hóast NSÍ
skuldi fingið fulla úrtøku
úr seinastu fýra dystunum
hjá sær, so kunnu teir
ikki røkka meira enn 52
stigum. Tað vil við øðr
um orðum siga, at trý
stig í seinastu fýra dyst
unum geva neyðugu viss
una fyri, at fýrverk,
spreingihorn og konfetti
kann finnast fram í
felagshúsinum við Marg
áir.
-mørk
Enn hevur NSÍ møgu
leikan at arga EB/
Streym, men vinna
gestirnir, veðrur
hetta samstundis ein
staðfesting av eigara
skiftinum í føroyska
fótbóltsoddinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er einki at ivast í, at tal
an í ávísan er um eitt sindur
av súmbolikki, nú EB/
Streymur vitjar við Løkin í
Runavík.
Har hevur FMsteypið
nevnliga staðið síðani sein
asta umfarið í fjør, og hóast
EB/Streymur ikki fær sjálvt
steypið við sær – enn – so
kunnu teir á samansetta
oddaliðnum við einum sigri
staðfesta, at Formulasteyp
ið komandi ár skal standa
undir liðini av Løgmans
steypinum í felagshúsinum
við Margáir.
Ein sigur ber nevnliga
við sær, at fjarstøðan niður
til næsta liðið verður í
minsta lagi 11 stig, og tá
eru so bara níggju stig eftir
at spæla um.
Og talan er helst um sera
hóskandi dyst at vinna sær
FMheitið. Júst á útivølli
móti liðnum, sum í fjør
vann sítt fyrsta FMgull, og
sum í kanska mest avgerandi
dystinum á árinum vann
tepran 10 sigur við Margáir
ímóti EB/Streymi, sum tá
var nummar tvey.
Ein dystur av fleiri
Men tað er á ongan hátt
soleiðis, at spælararnir hjá
EB/Streymi hava sett sær
fyri, at teir fara til Runavíkar
eftir FMheitinum.
Vit fara so ikki inn at
heinta nakað meistaraskap.
Men vit fara sjálvandi at
gera okkara fyri at vinna
dystin. Og gera vit tað, so
er tað sjálvandi eitt gott
stað at tryggja sær gullið,
sigur Egil á Bø, liðskipari
hjá EB/Streymi.
Men talan er atso um
útidyst móti NSÍ, og tað
vita vit verður alt annað
enn lætt. Teir eru meistarar,
og enn hava teir ein møgu
leika at endurvinna hetta,
so teir fara avgjørt ikki at
geva okkum nakað sum
helst forerandi, sigur Egil.
Hava fyrireikingarnar hjá
tykkum verið merktar av, at
tit nú kunnu vinna gullið?
Nei – tað haldi eg ikki.
Vit hava vant á leið, sum vit
plaga. Sjálvandi hevur onk
ur forvitnast til venjingarnar,
men kortini ikki meira enn
gott er. Men tosið í bygdun
um hevur sjálvandi verið
nógv.
Og hjá okkum spælarum
hevur nokk heldur ikki
verið tann stóri munurin.
Vit royna fyrst og fremst at
fokusera upp á dystin sunnu
dagin. At hetta er ein dystur
av 27 í einum langum kapp
ingarári, heldur enn at foku
sera uppá, hvat kann henda
ella ikki.
Og tað er líkt til, at Sig
fríður Clementsen, venjari,
kann stilla við so at siga
sterkasta møguliga hópin
um. Eingi leikbann raka
hópin í løtuni, og við einum
Høgna Zachariassen, sum
nú spakuliga er um at koma
fyri seg, fer tað av álvara at
líkjast
einum
intaktum
hópi. Tað hevur Sigfríður
Clementsen ikki roynt fyrr í
ár, og enn er Brian Olsen so
framvegis
eisini
á
skaðalistanum.
Hjá NSÍ eru heldur ikki
skaðar ella leikbann, sum
gera um seg. Fyrr í vikuni
vóru nakrir av spælarunum
á liðnum við til at vinna
gull í unglingafinaluni, og
tað er lítil ivi um, at hesir –
eins og restin av hópinum
– hevur nakran serligan hug
at missa Formulagullið á
heimavølli, nú mest sannlíki
arvtakarin kemur á vitjan.
NSÍ-EB/Streymur:
Komandi og farandi meistarar
Eingin ivi er um, at stórur partur av norðurstreymoy verður at síggja við Løkin, har eysturoyingarnir eisini verða heilt nógvir í tali