fríggjadagur 26. september 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 185 - 26. september 2008 ]
Týskur HM-sigur á súkklu
Heldur óvæntað vann týski Bert Grabsch HM-heitið í
einkultstarti, tá hetta varð á skránni í gjár. Ikki minst varð Levi
Leipheimer roknaður sum favorittur, men hann rakti ikki
dagin, og so koyrdi Grabsch sigurin heim. Og sera óvæntað fór
silvurið til canadiska Svein Tuft, sum tó súkklaði 42 sekund
seinni enn Grabsch.
Armstrong saman
við Contador
Sjeyfaldi Tour de France vinnarin, Lance
Armstrong, hevur nú váttað, at tað verður við
Astana-liðnum, at hann fer at súkkla aftur. Við
hesum er greitt, at Armstrong verður á lið saman
við Alberto Contador, sum í ár hevur vunnið
bæði Firo d’Italia og Vuelta a Espana, og sum er
stórfavorittur at vinna Tour de France eisini.
VB/Sum-
ba kann
avgera
Hóast kapprenningin
í oddinum er hørð, so
kann VB/Sumba um
vikuskiftið skapað
sær best hugsandi
fortreytirnar fyri
uppflyting til
Formula-deildina
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
VB/Sumba, sum leygar-
dagin spælir á Sevmýri,
er í løtuni fýra stig
framman fyri AB. Skal
støði takast í dystunum,
sum higar til eru spælir í
ár, so hevur VB/Sumba á
tí so væl kenda pappíri-
num bert tveir truplar
dystir
eftir.
Nevnliga
tann leygardagin og so
heimadystin
móti
07
Vestur. Teir báðar sein-
astu dystirnar spælir VB/
Sumba á útivølli móti
Víkingi og heima móti
EB/Streymi, og alt annað
líka eiga hetta at vera
dystir, har oddaliðið fær
fulla úrtøku. Ein sigur
leygardagin ber tí við
sær, at VB/Sumba næstan
hevur ráð at tapa heima-
dystin móti 07 Vestri, tó
at eingin sum helst ivi
man vera um, at teir eis-
ini í hesum dystinum
vilja
prógva,
hvussu
sterkur
heimavøllurin
vesturi á Eiðinum er.
Samstundis trýst 07
Vestur og AB tó á fyri at
halda lív í sínum For-
mula-vónum. 07 Vestur
spælir heima móti Vík-
ingi, og AB spælir somu-
leiðis heima ímóti NSÍ. Í
botninum
skal
EB/
Streymur hava trý stig
frá KÍ, um teir skulu
hava møguleika at bjarga
sær, og á Svangaskarði
skal B68 helst hava nak-
að burtur úr sínum dysti
móti HB.
Fuglfirðingar rokna
við stórari mótstøðu,
og um tað verður, sum
tað áður hevur verið,
tá ið Skála hevur verið
í stórum vanda fyri
at flyta niður, so fara
skálamenn at leggja
nógv fyri
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í morgin fer Formula liðið
hjá Skála saman við trúføstu
stuðlunum um Gøtueið og
Varmakeldueið og til Fugla-
firðar. Tað er møguleiki
fyri, at Skála seint seinna-
partin fer at fara til hús við
staðfestingini í viðførinum
um, at besta Skála liðið
næsta ár ikki verður partur
av bestu deildini.
Skála hevur á 10. plássi
18 stig, og KÍ er á 8. plássi
við 24 stigum. Um KÍ fær
fult á Toftum, og Skála
einki fær við sær úr Fugla-
firði, so verður munurin
undan
trimum
teimum
síðstu umførunum níggju
stig. Málmunurin hjá Skála
er væl verri, enn hann er
hjá KÍ.
- Vit spæla fyri møguleik-
anum, og vit hava framvegis
gott mót um, at tað skal
bera til, sigur Skála liðfor-
maðurin Pauli G. Hansen.
Skála hevur áður verið í
svárari kreppu og kortini
riðið stormin av. Tvey tey
fyrstu árini í bestu deildini
– í 2002 og 2003 – stóð
heilt illa til, men Skála kom
undan niðurflytingini.
Bogi Gregersen hevur
verið sera væl upplagdur,
síðani hann fyrr í summar
aftur gjørdist partur av
Skála álopinum. Nú er Bogi
burturstaddur í arbeiðsør-
indum, og hann verður ikki
við í Fuglafirði. Oby hevur
ikki verið nógv ímillum teir
fyrstu ellivu seinastu tíðina.
Nú er møguleiki fyri, at
hann verður í álopinum
saman við Jónhardi Frede-
riksberg.
Skála hevur fyrr í ár tapt
1-0 í Fuglafirði og vunnið
3-2 á heimavølli ímóti ÍF.
ÍF hevur 26 stig, men
fuglfirðingar kenna seg ikki
heilt tryggar.
- Tað er neyðugt við
nøkrum stigum afturat, um
vit skulu vera vísir í at
sleppa undan niðurflyting-
ini. Avbjóðingin hesa ferð
verður torfør, men um tað
eydnast at vinna, so fer at
síggja heilt hampuligt út,
staðfestir ÍF venjarin Albert
Ellefsen.
Miðverjin Jonn Thomsen
er tøkur aftur eftir leikbann,
og vinstri vongverjin Jan
Ellingsgaard er tøkur aftur,
eftir at hann var burtur-
staddur síðsta sunnudag, tá
ið ÍF tapti í Gundadali ímóti
HB.
Meðan B68 hevur
riðið á aldukambi-
num síðani tepra
sigurin í Klaksvík,
hevur tað hilnast
so mikið illa hjá
klaksvíkingum, at teir
framvegis eru í vanda
fyri at flyta niður
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mikukvøldið 6. august vitj-
aðu Bill Jacobsen og B68 í
Klaksvík. Toftamenn og
klaksvíkingar vóru lið um
lið á støðutalvuni í summar-
steðginum, og talan var um
tætta uppgerð, sum leingi
tóktist skula enda málleys.
Í síðstu løtu skoraði ung-
lingaspælarin Jóan Símun
Edmundsson fyri B68, og
harvið struku toftamenn
avstað við øllum stigunum.
Talvan vísir, at tað síðani
tá hevur hilnast væl hjá
B68. Toftamenn hava síðani
summarsteðgin vunnið 18
stig, meðan tað hevur hiln-
ast minni væl hjá KÍ, sum
burturúr átta umførum ikki
hevur vunnið meiri enn 7
stig. Tí líta toftamenn nú
fram ímóti ovaru hálvu,
meðan klaksvíkingar fram-
vegis spæla fyri lívinum í
bestu deildini.
Hjá B68 er veteranurin
Arnbjørn Danielsen fram-
vegis skaddur. Orsaka av
skaða í fótinum var hann
ikki við í 2-1 sigrinum á
Skála. Arnbjørn royndi at
venja í gjárkvøldið, men
tað tóktist ikki sum um, at
hann verður tøkur seinna-
partin í morgin. Dánial
Pauli Højgaard var avloysari
á høgra vongverja, og hann
verður ivaleyst biðin aftur.
Á Skála sá vongspælarin
í høgru, Kristian Anton
Andreasen, gult fyri fimtu
ferð. Tí er hann leikbannaður
í morgin. Allir hinir B68
spælararnir eru tøkir. Teir
eru fullir í sjálvsáliti, og tað
er einki at ivast í, at Bill
Jacobsen fer at duga væl at
seta teir upp ímóti sínum
gomlu bygdarmonnum.
Í Klaksvík hjálpti tað ikki
sørt upp á fótbóltslagið, at
tað síðsta sunnudagt á
heimavølli
eydnaðist
at
vinna á B71. KÍ er tó fram-
vegis í vanda fyri at flyta
niður, og tað kann roknast
við, at ein partur av eldhug-
aðu áskoðarafjøldini, sum
sunnudagin royndi at bera
og stuðla, verður á Svanga-
skarði í morgin. Eisini tí at
tað er tunnilsdagur.
Jan Andreasen var ivasam-
ur undan B71 dystinum.
Hann spældi við, og hann
skoraði sigursmálið. Jan er
framvegis ivasamur, men
tað verður roknað við, at
hann aftur hesa ferð verður
ímillum teir fyrstu ellivu.
Rógvi Jacobsen og Rodrigo
eru framvegis ivasamir, og
teir vera í hvussu so er ikki
við frá fyrsta bríksli. Tað
verður
miðverjin
Milic
Curcic, sum var leikbannað-
ur síðsta sunnudag.
Tá ið KÍ fyrr í ár vitjaði á
Svangaskarði, var úrslitið
1-1.
B68-KÍ:
Pílurin vísir hvønn sín veg
ÍF-Skála:
Skála hevur knívin
á barkanum
Fuglfirðingar skulu helst
hava okkurt stigið afturat,
um teir skulu kenna
seg tryggar. Hjá Skála
stendur hinvegin um lív í
hvørjum dysti