Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 185 - 26. september 2008 ] U19 í Portugal Føroysku U19-kvinnurnar eru í hesum døgum í Portugal, har liðið tekur lut í EM-undankapping saman við Portugal, Noreg og Rumenia. Mikudagin fór hópurin avstað, og í dag klokkan 16 føroyska tíð er fyrsti dysturin á skránni, og er hesin ímóti Noreg. Á FSF- heimasíðuni verður sagt, at ferðin niður gekk væl, og at veðrið til fótbólt er av tí allarbesta – eini 20 til 25 hitastig. ES stuðlar landsliðnum Tá italska landsliðið fer á vøllin í HM-undankappingini, verður hetta gjørt við ES sum høvuðsstuðuli. Suðuritalska sóknin, Calabria, hevur nevnliga gjørt sponsorsáttmála, men hetta er við pengum, sum av ES eru oyramerktir til menning av økinum. Lokali forsetin metir tó, at hetta fer at fáa túsundtals ferðafólk til Calabria, men í ES-borgini eru tey í øðini um, at peningurin verður nýttur til hetta, heldur enn til at menna fátæka økið. Fleiri styrki­ royndir Hóast talan bert er um fyrsta umfar í Atlantic Airways- kappingini, so er talan longu nú um tríggjar veruliga styrkiroyndir Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er enn hampuliga óvist, hvussu væl fyri ymsu liðini í føroysku manskappingini í hond- bólti eru. Men uttan iva fæst partvíst svar upp á hetta, tá fyrstu dystirnir verða bríkslaðir ígongd sunnudagin. Á Hálsi í Havn er grannauppgerð millum Kyndil og H71. Tann dysturin plagar ikki ganga serliga friðarliga fyri seg, og lítil ivi er um, at bæði Kyndil og H71 vilja nýta høvið til at prógvað, at tey avgjørt skulu teljast við í oddi- num í ár. Tað vilja VÍF og meist- ararnir úr Neistanum helst eisini, og tí kann tal- an lættliga gerast um satt brak, tá blást verður í gongd í Vestmanna. Seinasti dysturin verð- ur í Kollafirði, har KÍF tekur móti StÍF, og eisini her er talan um styrki- roynd millum tvey lið, sum ikki verða roknað millum favorittarnar, men sum tó avgjørt hava dygdirnar til væl og virði- liga at arga øll av hinum. Dysturin í Kollafirði er annars fluttur til klokkan 18, soleiðis at fólk á Koll- fjarðarleiðini í friði og náðum kunnu fylgja við, hvussu leikur fer, tá fót- bóltsliðið hjá EB/Streymi skal royna at vinna sær gullið frá verandi føroya- meistarunum úr NSÍ. Í Havn verður spenn- andi at vita, um menningin hjá Kyndli stendur við, meðan Stjørnan og Neistin mugu roknast sum favorittar fyrsta umfarið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er eingin ivi um, at Stjørnan longu nú verður mett sum stórfavorittur at endurvinna gullið í før- oyskum kvinnuhondbólti. Fyrsta uppgávan tykist eisini vera hampuliga yvir- komulig, hóast júst StÍF, sum er mótstøðuliðið, ofta hevur havt hug at arga lokalu Stjørnurnar í Klaks- vík. Ikki minst fysiskt eigur venjingarstøðan hjá Stjørn- uni tó at vera somikið góð longu nú, at StÍF kann renna seg í eina veruliga maskinu, um illa vil til. Men hinvegin ræður eisini um hjá Stjørnuni at leggja europisku uppgávurnar aftur um bak og ásanna, at tað nú heimliga kappingin, sum tað snýr seg um. Í Runavík eigur Neistin eisini at roknast sum favo- rittur, tá tær vitja uppflytar- arnar úr Tjaldri. Tjaldur var tó bert eitt mál frá at vinna seg í steypafinaluna í fjør, og tað er eingin ivi um, at liðið í dag er nakað nógv sterkari enn tað, sum fyri tveimum árum síðani flutti úr Sunset-deildini, so tað kundi væl hent seg, Neistin fær sína sak fyri í Runavík. Og tað sama kann VB fáa í Havn. VB er um nakað styrkt í mun til í fjør, og skulu tær avgjørt roknast sum ein av heilt seriøsu biðlunum til pláss í FM- finaluni. Men Kyndil hevði í fjør stóra framgongd, og til kappingina í vetur hevur liðið eisini fingið tilgongd av fleiri spælarum, so tað verður spennandi at síggja, hvat tær kunnu røkka í vetur. Stig skulu á kontina hjá B71, men tað verður enn eina ferð við einum skerdum hópi, at teir vitja hjá B36, sum stríðist fyri heiðursmerkjum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Stríðið um silvurmerkini í Formula-deildini er knall- hart. Seinasta vikuskiftið datt B36 nakað niður í hesum stríðnum, og tað er nakað, sum teir vilja rætta uppá, tá teir sunnudagin taka ímóti B71. Og B36 er eisini heilt hampuliga væl fyri undan dystinum. Í mun til seinast er Jákup á Borg komin aft- ur, eftir at hann sat uttan fyri við leikbanni, og eisini hevur Bergur Midjord vant í hesi vikuni, eftir at hann hevur drigist við vøddaskaða í búkinum. Hinvegin er Klæmint Matras ikki tøkur sunnudag- in, eftir at hann fekk reytt kort í tapinum í Runavík. Skerdir sandoyingar Hjá B71 kom tað illa við, at teir máttu úr Klaksvík uttan stig seinasta sunnudag, og tí er trýstið á teimum enn størri hesaferð, enn tað ann- ars vildi verið. Eftir leikbann seinast er Símin Hansen nú aftur tøk- ur, men tað eru tó aðrir spælarar, sum ikki eru við hesaferð. Bæði liðskiparin, Eirikur Poulsen, og óorto- doski Gudmund Nielsen eru leikbannaðir, og tað er einki at ivast í, at hetta eru tveir spælarar, sum B71 illa kann vera fyriuttan, nú sein- astu og avgerandi dystirnir standa fyri framman. B36-B71: Skerdir og trýstir san­ doyingar Bleyt byrjan B71 er í akuttum niðurflytingarvanda. Tí er kravið mest sum treytaleyst, at teir skulu hava stig við sær úr høvuðsstaðnum sunnudagin Spennandi verðurat vita, um Kyndils- kvinnur halda fast í framgongdini, sum liðið hevði í fjør