Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 4 Bíbliutýðing Bíbliutýðingarsøga okkara er ikki serliga væl lýst, og tað eru helst ikki mangir føroyingar, sum í dag kenna ta veruligu søguna aftan fyri tað alstóra og slóðbrótandi verkið, ið menn sum Jákup Dahl og Victor Danielsen útintu. Mangan má ein stúrsa við, tá ið ein bæði hoyrir og sær, hvussu óneyvt og grunt tann søguliga gongdin í hesum máli verður lýst. Sum ein inngang til bókina »Bíblian á føroyskum í hálva øld«, sum forlagið Leirkerið gav út í 2000, skrivar Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði um ta søguligu gongdina í sambandi við bíbliutýðingararbeiðið hjá Victori. Her verða brot tikin úr hesi áhugaverdu lýsingini av arbeiðinum hjá Victor Danielsen fyri føroyska málinum. Á læraraskúla Victor kom til Havnar á læraraskúla í 1911, og um summarið 1914 fekk hann prógv. Meðan hann er í Havn, kennir hann seg kallaðan av Gudi og fer at ganga á møti í Meinigheitshúsinum. Hann sigur sjálvur soleiðis frá: “Um heystið 1913 kom Guds kall persónliga til mín. Nú var tíð at venda við og verða frelstur, tað mátti ikki steðga. So fór eg á møti hjá Guds børnum; har væntaði eg mær at fáa hjálp og fekk hana eisini. Eg fann mín frelsara tá”. Tá ið Victor hevði fingið læraraprógv, fór hann inn aftur á Skálafjørðin og varð settur sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba. Men hetta starv røkti hann bert í einar 6–7 mánaðir. Byrjar at prædika Hann fór at lesa lestur í skúlanum í Søldarfirði, tí ungur sum hann var, kendi hann seg óbúnan at tala. Men skjótt byrjaði hann at prædika sjálvur. Røringur kom í, fleiri fólk vórðu umvend, og tá ið Victor ikki slapp at nýta skúlan longur, fór hann at halda møti í dansistovuni. Hann gavst við lærarastarvi sínum, tí hann kendi, at Gud kallaði hann til eitt verk fyri seg, og hann fór so við og við at virka sum trúboðari. Mótstøða og køving Øll, sum vita eitt sindur um føroyska søgu, síðan føroyingar fóru at vakna tjóðskaparliga í síðstu øld, kenna eisini søguna um stríðið fyri móðurmálsins rætti í skúla og kirkju. Her var Jákup Dahl fremsti stríðsmaður, og hann gjørdi eitt stórt verk fyri at royna at fáa móðurmálið inn í kirkjuna. Men hann stríddist ímóti øgiligum trongskygni og myndugleikum, sum hildu uppá, at føroyskt ongantíð kundi gerast mentamál. Føroyskt kundi ikki brúkast á tí andliga økinum, og bleiv tað kirkjumál, fór tað at byrgja okkum inni og køva okkara andslív. Hesum stríddist Dahl ímóti, og tað gekk ómetaliga striltið hjá honum bara at fáa loyvi at prædika onkra hendinga ferð á føroyskum, og verri var at fáa nakað av skrivligum tilfari góðkent til nýtslu í kirkjuni. Jákup Dahl dugdi at síggja, at skuldi føroyskt sleppa inn í kirkjurnar, so var alneyðugt at fáa týtt Bíbliuna til føroyskt. Hetta fór hann eisini av álvara undir í 1921, tá ið hann gav út Sálmarnar og Orðtøkini í Gamla Testamenti. Ein fongur Einki er natúrligari enn at dýrka Gud á sínum egna móðurmáli, og av tí at brøðrasamkoman alla tíðina hevur staðið púra leys av fólkakirkjuni og øðrum siðbundnum stovnum, so var einki, sum forðaði fyri, at móðurmálið her fekk sín sjálvsagda rætt. Tørvurin á føroyskum skrivligum tilfari var sjálvandi stórur, og her bleiv Victor Danielsen ein fongur. Andrew Sloan hevur greitt frá, at hann var í Skotlandi í 1934 og hitti har skrivaran hjá National Bible Society of Scotland, Dr. Knight. Hann spurdi Andrew, um føroyingar høvdu áhuga fyri at fáa partar av Nýggja Testamenti á føroyskum, t.d. Jóhannesar Evangelium. Um so var, skuldu teir lata pappírið. Andrew Sloan helt, at føroyingar høvdu ikki áhuga fyri bert at fáa eitt lítið stykki av Bíbliuni, teir høvdu jú norskar og danskar bíbliur og vóru vanir at lesa í teimum. Men um møguleiki var fyri at fáa alt Nýggja Testamenti, so var tað nakað heilt annað. Dr. Knight játtaði at lata pappírið til hetta. Andrew kom heimaftur og tosaði við leiðandi menn innan fyri brøðrasamkomuna, Jens av Reyni og aðrar. Teir vóru ógvuliga áhugaðir og spurdu so Victor, um hann vildi týða. Victor helt í fyrstuni, at hetta var ov torført fyri hann, men sum tíðin fór, tók hann kortini avgerð um at fara at týða. Sama søga við Bíbliuni Tá ið Nýggja Testamenti var komið út, fór Victor At njóta signingar úr Bíbliuni Í fjør vóru liðin 70 ár, síðan føroyingar fingu Nýggja Testamenti á føroyskum í ikki minni enn tveimum týðingum, teirri hjá Victor Danielsen og teirri hjá Jákup Dahl. Næsta ár eru liðin 60 ár síðan Bíblian kom út í týðingini hjá Victor Danielsen, og samstundis eru 48 ár farin, síðan bíbliutýðingin hjá Jákupi Dahl og K.O. Viderø kom út 1894 Victor Danielsen borin í heim 28. mars í Søldarfirði 1911 Victor Danielsen byrjar á læraraskúla í Havn. Hevur nakað av sambandi við Heimamissiónina og serliga danska trúboðaran hjá heimamissiónini, Ryving-Jensen. Hesa tíðina upplivdi hann eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív. Eftir lokið prógv byrjaði hann sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst sum lærari longu 6 - 7 mánaðir seinni og byrjaði at virka sum trúboðari 1913 »Um heystið 1913 kom Guds kall persónliga til mín. Nú var tíð at venda við og verða frelstur, tað mátti ikki steðga. So fór eg á møti hjá Guds børnum; har væntaði eg mær at fáa hjálp og fekk hana eisini. Eg fann mín frelsara tá« Tá Victor Danielsen gav út Bíbliuna í 1949 var tað einki minni enn ein hátíðardagur. Henda dagin áttu øll landsins merki at verðið vundin í húnar hátt