fríggjadagur 26. september 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 185 - 26. september 2008
tíðindi
Í dag verður ongin
vígdur og ongin
jarðaður. Tað er
óvanligt at ongin
prestur er tøkur, men
soleiðis er støðan í
dag. Tí prestarnir eru
allir farnir í audiens
hjá hvørjum øðrum
í einum longum
evnisdegi
Evnisdagur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Jógvan Fríðriksson, bispur,
hevur í dag kallað prestarnar
saman. Ætlanin er at teir
skulu tosa um nógv álvars
mál, treyðugt so fara teir tó
allir at bovla í kvøld.
Prestarnir í Føroyum
hava tørv á at vera saman,
vit eru stroyddir kring alt
landið og síggja ikki nógv
til hvønn annan. Tí eru vit
ofta nokk so einsamallir í
starvinum. Dagurin verður
tí bæði um eina fakliga og
eina persónliga menning.
Har ein stórur partur av
persónligu menningini ligg
ur í samtaluni og í at vera
saman, sigur bispur.
Bleytu virðini
Ofta verður kirkjan sædd
sum ein rættiliga fýrakantað
og hørð instutión, har talan
nógv er um ein monolog,
og fólkið ikki kann gera so
nógv.
Tað eitur fólkakirkjan, og
tað skal tað eisini vera. Tí
skal kirkjan ikki blíva ov
langt burturi frá fólkinum,
og prestar skulu vera atkomi
ligir fyri fólkið. Tí mugu vit
duga at beganga okkum og
duga at selja innihaldið,
hóast vit ongantíð mugu
gloyma innihaldið, greiðir
Jógvan Fríðriksson frá.
Líknandi tiltøk eru ikki
gjørd fyrr, men bispur metir
hetta vera ein náttúrligan
part av arbeiðinum, og
eisini nakað, ið er tiltrongt.
Ikki ein kapping
Tað er ongin loyna, at
fólkakirkjan á mangan hátt
verður yvirhálað av øðrum
samkomum, og hetta er nak
að bispur vil arbeiða við.
Tað er ikki nøkur bein
leiðis kapping, tí vit hava
treytaleysa
virðing
fyri
øllum, men vit mugu royna
at gerast meira viðkomandi
fyri fólk. Har meini eg við
øll fólk. Tey sum vanliga
eru í kirkju, tey sum nýta
kirkjuna til serlig høvi og
sjálvandi eisini tey, ið ikki
beinleiðis vilja hava sam
band við kirkjuna. Fólka
kirkjan skal vera fyri alt
fólkið, og hetta er nakað vit
arbeiða við, sigur bispur.
Ein endurmenning
Sambært Jógvani Fríðriks
son, er hetta bert byrjanin í
eini langari ætlan at gera
kirkjuna meira modernaða.
Hetta er fyrsta stigið í
eini fýra ára ætlan. Vit byrja
við prestunum í ár, og royna
við ymiskum tiltøkum at
fáa prestarnar betur saman
sjóðaðar og fyri at hava
eina greiða ætlan. Í næsta
ár verða kirkjutænararnir á
skránni, um tvey ár verða
tað
kirkjuráðini
kring
landið og at seinasta árið
verður tað fólkið, greiðir
Jógvan Fríðriksson frá.
Fjølbroytt skrá
Dagurin í dag hevur eina
langa skrá, sum skal menna
prestarnar á ymiskan hátt.
Men byrjaði við andakt
klokkan tíggju í morgun.
Vit hava nokk at gera í
dag. Fyrst heldur Sonja
Klein eina andakt, og síðani
verða ymisk onnur ting á
skránni. Á Hafnia fer Tine
Lindhardt frá »Det danske
bibelselskab«
at
greiða
okkum frá ymiskum, og
síðani fara vit at viðgera
hvussu profilurin hjá før
oysku fólkakirkjuni skal
vera. Skulu vit vera verandi
í tí danska, ella skulu vit
fara heilt frá tí. Men helst
enda vit við eini kombi
natión, tí vit mugu leggja
dent á bæði tað serføroyska,
men eisini mugu vit hava
samband úteftir. Talan er tá
fyrst
og
fremst
um
norðurlond, men eisini um
altjóða samstarv.
Síðani fer Gunnar Tofte
gaard at greiða okkum frá
innan teldur. Ætlanin er, at
vit allir skulu gerast brúkar
ar av Landsnet, sum er eitt
teldunetverk hjá almennu
Føroyum. Í 2009 er so ætl
anin at vit øll skulu vera
partur av hesum netverkið,
sigur bispur.
Á skránni fara Theodor
E.D. Olsen at greiða prest
unum frá um ytrumissión,
og eisini fer Henning Bøge
svang fer at greiða frá sjó
manskirkjuni.
Bovla og eta
At bovla og at eta er ikki
tað vit vanliga seta í sam
band við prestar, og hoyra
vit hetta, síggja vit eina
rúgvu av fólkið í presta
kjólum gera sær hálvavegna
fyri skommum, men so
leiðis verður ikki.
Nei, vit verða ikki í
prestakjóla, tá vit fara at
bovla. Men eg dugi ikki at
síggja nakað skeivt í, at vit
bovla, tí vit eru menniskju
sum øll onnur. Vit vera eis
ini rættiliga nógv til seinasta
partin av tiltakinum. Tá
verða bæði makar og um
sitingin hjá fólkakirkjuni
við, greiðis bispur frá.
Gera átrokandi
uppgávur
Leingi hevur verið greitt, at
prestarnir ikki vera at fáa
fatur á í dag. Men hevur
onkur tørv á einum presti,
verður hetta fingið í lag.
Prestarnir fingu boð um
dagin longu í januarmánaði,
og boðini hava ligið á
heimasíðuni longi. Men
skuldi okkurt hent, sum vit
sjálvandi ikki vóna, tí tá er
ofta talan um álvarlig ting,
so kunnu fólk ringja til
stiftið, og hagani fáa vit so
boð. Hinvegin verður onki,
sum á nakran hátt kann
útsetast gerast í dag, fortelur
Jógvan Fríðriksson.
Prestarnir halda evnisdag
Sonja Klein prestur í Havn setti dagin við eini andakt í
Havnarkirkju
Tað mesta av degnum verður hildið á ovastu hædd á Hafnia,
hví tað júst er tann hæddin, er ilt at siga, men Jógvan
Fríðriksson helt tað vera nakað tíðliga at fara á »Einglabarr«
Rick Wagoner hækkaði sína ársløn
General Motors stjórin Rick Wagoner hækkaði í fjør sína ársløn við 40 prosentum
upp til 14,4 milliónir dollarar, hóast General Motors hevur givið undirskot trý ár á
rað. General Motors, sum í mong ár hevur verið heimsins størsti bilaframleiðari,
varð stovnað tann 16. september í 1908, og fylti sostatt hundrað í síðstu viku.
General Motors er ein multinational fyritøka. Har starvast umleið 300.000 fólk á
33 verksmiðjum í øllum heimspørtum. Høvuðssætið er í Detroit, Michigan í USA.