Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. september 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 • 26. september 2008 bíbliutýðariN 3 Sunnudagin klokkan 14 fara fuglfirðingar at heiðra Victor Danielsen við eini standmynd, sum Hans Pauli Olsen, listamaður hevur gjørt. Avdúkingin fer fram á fríøkinum vestan fyri Siloa Merkisdagur Fuglfirðingar hava lagt eina forvitnisliga skrá fyri dag­ in, bæði á sjálvum fríøki­ num og eisini í Mentanar­ húsinum. Skráin fyri tiltakið við frí­ økið við standmyndina er henda: · Fuglafjarðar hornorkestur spælir · Jóhan Heri Joensen, formaður í stand­ myndanevndini bjóðar vælkomin og greiðir frá arbeiðinum hjá nevndini. · Sangur við Siloakórinum. · Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri avdúkar standmyndina. · Sangur við Siloakórinum. · Jógvan Fríðriksson, biskupur flytur fram røðu. · Sangur við Stanley Samuelsen. · Landsstýrismaðurin í mentamálum flytir fram røðu. · Sangur við Hannis Hansen. Eftir at hátíðarløtan við fríøkið er lokin umleið kl. 15.15, verður Mentanar­ húsið opið fyri almenn­ inginum, har býráðið bjóðar kaffi/te og smákøkur. Kl. 16 verður fyrilestur hildin í Mentanarhúsinum av Zacharis Zachariassen um trúboðaran og menta­ mannin Victor Danielsen. Umframt fyrilesturin verður sangløta við eitt nú Siloakórinum, Lakju­ brøðrunum, Hannis Hansen og Stanley Samuelsen. Somuleiðis letur fram­ sýning um Victor Danielsen, upp í Ribarhúsi eftir at hátíðarløtan er lokin. Talan er um somu framsýning, sum sýnd varð fram á 100 ára føðingardegi hansara í 1994. Sambært avtalu við Kringvarp Føroya verður sjónvarpssendingin, sum gjørd og send varð í 1994 um Victor endursend kl. 20 sunnukvøldið. Rás2 sendir beinleiðis frá hátíðarhaldinum. Heiðra Victor við standmynd Heldur ikki í Fuglafirði legðist Victor Danielsen á gleðiboðini. Her er hann avmyndaður uttanfyri Muntra Vilt tú ogna tær bókina: »BÍBLIAN Á FØROYSKUM Í HÁLVA ØLD við søgubrotum um bíbliutýðing Victor Danielsens og sálmaskaldskap hansara«, (455 bls.) so fært tú hana hesa vikuna fyri bert kr. 200, - Somuleiðis fært tú skaldsøgurnar eftir Victor Danielsen: »AÐRU FERЫ og »NEI, LYFTIÐ SVEIK IKKI«, eins og bókina: »TALUR EFTIR VICTOR DANIELSEN«, - allar tríggjar hesa vikuna fyri bert kr. 200, -. Annars hava vit á goymslu allar hinar 18 bøkurnar, ið Victor Danielsen hevur týtt. Tú kanst eisini fáa lista yvir tær fleiri enn 100 bøkur­ nar og bóklingarnar, ið forlagið Leirkerið gjøgnum árini hevur givið út. Somuleiðis kanst tú tekna teg sum haldara av tíðarriti okkara Leirkerinum. Ring, skriva ella send teldupost til okkara, og tú fært bøkurnar sendar í postinum beinan vegin. Tróndargøta 10 · 512 Norðragøta · tlf. 441093 / 211093 · t­postur: zz@effzett.fo bert kr. 200, -