Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 186 - 29. september 2008 Torført at tulka Dag og Viku Í samband við útgávuna av fløguni við deyvateknum fríggjadagin, greiddi Edny Poulsen frá, at sera fá tekin eru á føroyskum, og tí er tað torført at umseta Dag og Viku til tekin. - Vit mugu altíð á internetið at finna tekin á donskum ella øðrum málum, fyri at finna tekin fyri ymisk orð. Tað hevur við sær at tey deyvu læra nýggj tekin hvørja ferð Dagur og Vika verður sent við teknmálið. Tá fara smsini runt, har tey deyvu kanna hvørji nýggju tekinini eru, sigur Edny Poulsen, sum er onnur av deyvatulkunum í Føroyum. Biltjóvar verða freistaðir Tríggir bilar blivu stolnir ymsastaðni í Havn hetta vikuskiftið. Í øllum førunum stóðu teir ólæstir og lyklarnir lógu í bilinum. Fyrsti bilurin varð funnin liggjandi á takinum uppi við Ternubúðina leygarmorgunin. Hann hoyrdi heima í Varðabú. Mánamorgunin hava gerningsmenn stolið tveir bilar. Tann fyrri heimahoyrandi í Ovarugøtu, og funnin á Sundsvegnum um fimmtíðina, har hann var rendur á ein stein og hevði brotið aksilin. Um hálvgum sekstíðina funnu fólk ein bil, sum var farin útav á Flatarvegnum. Í øllum førunum var førarin rýmdur. Í sambandi við tann fyrsta stuldurin eru onkur spor at ganga eftir. Ársins Virki 2008 Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Fríggjadagin í farnu viku var nógv umtalaði Vinnu- dagurin hildin í Norður- landahúsinum, har Ársins Átak og Virki vóru kosin. Undanfarin ár hava virkir sum Eik (2007), Thor (2006) og Faroe Marine Pro- ducts (2005) fingið heið- urin. Í ár var tað byggifyri- tøkan ArtiCon, ið sum áttinda virkið fekk heiðurin Nógv var gjørt burturúr Vinnudegnum á hesum sinni. Talarar komu frá bæði nær og fjar og nógv fólk vóru møtt upp. Her- mann Oskarsson helt ein av fyrilestrunum, har hann við barnsligum tekningum, lýsti føroysk virki og nýtti føroysku húgvuna sum mynd. Eftir fyrilesturin vóru smákøkur og kaffi bjóðað í gongini. Hýrurin var góður og nógvar gitingar vóru um hvør tað mundi fara at ger- ast í ár. Ringa veðrið hevði við sær at tveir fyrilestrar vóru avlýstir, orsakað av tarnaðari flogferðslu, og tí var handanin framskundað tveir tímar. Ársins... Fólk byrjaðu at ganga inn, tá klokkan ringdi, og víst sat hjartað í hálsinum á summum, nú endaliga avgerðin skuldi verða kunn- gjørd. Fyrst var heiðurin fyri Ársins Átak handaður. Sagt var um Ársins Átak í ár: ”Ársins Átak verður valt fyri at heiðra virki ella per- són, sum hevur gjørt serligt átak, ið kann gagna vinnu- ligum framburði. Sjálvt um stígur er í heimsbúskapinum, sum kenst aftur her í Før- oyum, fegnast dómsnevndin um, at eisini í 2008 hevur verið úr at velja.” Virkið Sp/F Decision3 hevur verið undir at menna eina skipan, ið ger tað møguligt at máta dýbdar- gangin hjá einum skipi og samstundir máta bylgjurnar rundan um skipið. Lang- tíðarætlanin er at hendan skipan fer at verða nýtt til orkusparing. Ársins virki Heitt var á luttakararnar um at lena seg afturá og njóta ein stuttan film, gjørdan um vinnaran á hesum sinni. Flestu sótu sum kánus í myrka salinum, meðan for- vitnisligi filmurin varð tendraður. Hann var um tveir ungar menn, ið máttu berjast fyri lívinum, ein stutt gjøgnum- gongd av teirra lívsleið og teirra avbjóðingum. Film- urin var líkur filmslýsingum, ið vit kenna úr Hollywood. Fyri summi var longu greitt hvør vinnarin var. Heiðurin fyri Ársins Virki verður millum annað givið út frá: “Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarliga úrslitið seinastu árini. Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vørumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menn- ing og vøkstur.” Byggifyritøkan ArtiCon, stovnað í 2001, er longu millum tey fremstu innan hesa vinnu og hevur víst stórar dygdir. Í taluni, ið Jón Davidson, helt vegna ArtiCon, legði hann millum annað stóran dent á nýhugsan og fram- burð, - er tað nakað sum ræðir okkum, so er tað tá einki hendir. Tað er týdn- ingarmikið at tora, síggja og taka møguleikarnar. Sosialurin fekk orð á nøkur fólk á staðnum: Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, segði seg hava hugsað um ArtiCon, sum eitt gott boð uppá Ársins Virki. – Teir eru nýggir og hava gjørt eitt gott arbeiði. Hann legði millum annað dent á, at teir longu tíðliga í síni livitíð høvdu góð tøl á botnlinjuni. – Man má tora, má taka nýggj stig. Bjørt Samuelsen, fyrr- verandi vinnumálaráðharri, visti at ArtiCon uttan iva var millum tey, ið kundu vinna. Sjónligir í vinnulívi- num og hava ment seg sjótt, nevndi hon millum dygdir teirra. Um Ársins Átak gleddist hon um at Deci- sion3 vann. Tað er av stór- um týdningi at sameina gransking og tøkni. Torkil Holm Petersen, nevndarformaður í Formula. fo, helt somuleiðis at Arti- Con høvdu væl uppiborið heiðurin, og tað er frálíkt at vinnararnir eru úr ymiskum vinnum. Ein av teirra lykl- um hevur verið samstarv við útlendskar fyritøkur. Og tað er ikki einans ný- hugsan, ið er í hásæti, heldur tað at hugsa longu í somu banum. Jón Davidson segði sjálv- ur at tað kendist sera gott at fáa hendan heiðurin. Tað kundi jú verið so nógv onn- ur virki. - At gerast Ársins Virki er sjálvandi nakað man droymir um, men ikki nakað, ið vit hava strembt beinleiðis ímóti. Heiðurin er sum eitt herðaklapp og eitt skump at halda áfram á somu leið. Vinnarin gjørdist ArtiCon Vegna ArtiCon tóku Jón Davidson (h) og Niclas Joensen (v) móti steypinum. Mynd: Álvur Haraldsen Hermann Oskarsson nýtti føroysku húgvuna sum ein serstakliga stuttliga mynd av føroyskum vinnulívsfyribrigdum