Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 29. september 2008 Stutt Sagt Stutt ráð­­­ harraskeið­­ Tað eru ráðharrar, sum fáa stutta tíð í stjórn, men japanski politikarin Nariaki Nakayama man teljast millum teirra, sum hava havt óvanliga stutta tíð sum stjórnarlimur. Hann tók við sum ráð­ harri, tá Japan fekk nýggja stjórn seinasta mikudag, men longu sunnudagin boðaði hann frá, at hann hevði lagt frá sær. Japansk­ ir fjølmiðlar siga, at Nari­ aki Nakayama var alt ov bersøgin til at røkja eitt ráðharrastarv. Eitt nú kall­ aði hann japanska lærara­ felagið ”krabbamein í landsins mentanarkervi”. Politiskir eygleiðarar í Tokyo aiga, at hóast Nari­ aki Nakayama ikki vísti seg at hava tað neyðuga hegnið til ráðharrastarvið, er tað ein smeitur fyri Taro Aso, forsætisráðharra og stjórnina, at ein ráðharri mynstraði av eftir bara fýra dagar í stjórn. Í fongsul fyri slatur Í Egyptalandi skal blað­ stjórin Ibrahim Eissa sita tveir mánaðir í fongsli, tí blað hansara hevði endur­ givið leysatíðindi um heilsustøðuna hjá Hosni Mubarak, forseta. Eissa, sum er blaðstjóri á andstøðublaðnum al­ Dustour, varð ákærdur fyri at hava útbreitt skeiva kunning, sum ikki hevði almennan áhuga, og sum var ein hóttan ímóti landsins trygd. Harafturat varð hann ákærdur fyri at hava skaðað egyptiska búskapin, tí at skriving hansara hevði fingið útlendskar íleggjarar at taka sínar pengar úr Egyptalandi. Upprunaliga varð Ibra­ him Eissa dømdur at sita í fongsli í seks mánmaðir, men í einum hægri rætti bleiv revsingin broytt til tveir mánaðir. Við fronsku tíðindastovuna AFP sigur Eissa, at dómurin vísir, hvussu egyptisku myndug­ leikarnir kúga landsins fjølmiðlar. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Semjan er ein boðskapur frá báðum flokkum til Wall Street um, at nú er veitslan liðug (Nancy Pelosi) útlond Amerikonsku politik­ ararnir samdust í nátt um at brúka næstan 3.600 milliardir krónur til at hjálpa fíggjarmarknaðinum. Í Evropa hoykna altsamt fleiri bankar undan trýstinum Teir ovurnógvu pengarnir skulu brúkast til at keypa vánaliga skuld frá teimum amerikonsku bankunum og fíggingarfeløgunum, sum eru í álvarssomum trupul­ leikum. Tann søguliga semjan fekst í lag eftir drúgvar og harðar samráðingar millum leiðararnar hjá demokrat­ unum og republikanarunum. og umboð fyri Bush­stjórn­ ina. Teir báðir flokkarnir vildu ikki taka undir við tí upprunaliga uppskotinum, sum stjórnin kom við, tí eftir tí skuldi Hank Paulson, fíggjarmálaráðharri, fáa næstan óavmarkaðar heim­ ildir til at gera av, hvussu pengarnir skuldu brúkast. Ístaðin fyri samdust partarnir í nátt um, at fíggjarmálaráðharrin slepp­ ur at brúka 250 milliardir dollarar beinanvegin. Eisini sigur semjan, at forsetin skal lata ráðharranum 100 milliardir dollarar afturat at ráða yvir, men samstundis hevur Kongressin tryggjað sær rætt til at afturhalda teimum seinastu 350 milli­ ardunum. Leiðarin í Umboðsmanna­ tinginum, demokraturin Nancy Pelosi, segði aftan á tann seinasta fundin í nátt, at semjan er ein greiður boðskapur til Wall Street um, at veitslan er liðug, og hon legði dent á, at boð­ skapurin er frá báðum teim­ um politisku flokkunum. Semjan Semjan millum teir báðar flokkarnar og stjórnina fyllir meiri enn 100 síður, men kann samanfatast í fimm greinar: Bankar, sum taka ímóti almennari hjálp, skulu lata tí almenna partabrøv aftur­ fyri. Lønin hjá bankastjórum skal avmarkast. Fíggjarmarknaðurin skal medvirka til at fíggja bjarg­ ingarætlanina, um so er, at teir kreppuraktu bankarnir ikki kunnu rinda. Fýra stovnar, teirra mill­ um tann óhefti Inspector General, skulu hava eftirlit við semjuni, og ein nevnd við demokratiskum og republikonskum umboðum skal eisini halda eygað við gongdini, og hvussu semjan verður brúkt. Bankarnir skulu skipa seg við einari tryggingar­ skipan. Offur í Evropa Fleiri evropeiskar stjórnir noyddust um vikuskiftið at koma kreppuraktum fígg­ ingarstovnum til hjálpar. Millum annað máttu stjórn­ irnar í Niðurlondum, Belgia og Luksenburg at veita fíggjarfyritøkuni Fortis 11,2 milliardir evrur ella góðar 83 milliardir krónur í kreppuhjálp, og í Bretlandi noyddist stjórnin at hjálpa bankanum Bradford & Bingley. Myndugleikarnir í Niður­ londum, Belgia og Luksen­ burg samdust um at hjálpa Fortis, eftir at partabrøvini í felaghnum fullu næstan 21 prosent í virði á marknaðin­ um í Amsterdam fríggja­ dagin. Londini høvdu alla tíðina samband við Jean­ Calude Trichet, aðalstjóra í Evropeiska Miðbankanum, um støðuna. Fortis, hvørs virksemi umfatar bæði banka­, trygg­ ingar­ og realkreditvirksemi, hevur verið í tungari aldu í fleiri mánaðir og hevur mist 71 prosent av sínum virði síðani á nýggjárinum. Bretsk kreppa Í Bretlandi hava tingingar verið um vikuskiftið um støðuna og framtíðina hjá bankanum Bradford & Bingley, sum telist millum teir stóru innan íbúðarfígg­ ing í Bretlandi. Tingingarnar endaðu í nátt við, at spanski bankin Santander játtaði at yvirtaka Bradford & Bingley, skrivar Reuters úr London. Spanski bankin er ikki fremmandur á bretska fígg­ ingarmarknaðinum, tí hann eigur framman undan bank­ an Abbey, sum við avtaluni í nátt yvirtekur tey privatu útlánini og tær umleið 200 deildirnar hjá Bradford & Bingley. Bradford & Bingley er annar bretski bankin, sum er hoyknaður undan undan altjóða fíggjarkreppuni í ár. Í februar noyddist Northern Rock at geva skarvin yvir, og tað endaði við, at bankin bleiv almenn ogn. Almenn yvirtøka Sum nevnt yvirtekur San­ tander tey privatu útlánini og deildirnar hjá Bradford & Bingley, og fleiri bretskir fjølmiðlar gita, at tað al­ menna fer at yvirtaka hin partin av virkseminum hjá bankanum. Seks teir størstu bankanir í Bretlandi eiga umleið 30 prosent av Bradford & Bing­ ley, og tí kundi tað fingið sera álvarssamar avleiðing­ ar, um Bradford & Bingley fór av knóranum. Í Týsklandi skrivaði tann týska útgávan av Financial Times í gjár, at bankin Hypo Real Estate er komin út á eggina og er um at fara á húsagang. Men í morgun visti týska tíðindastovan DPA at siga, at eitt týskt bankasamtak hevur gjørt eina semju um at veita Hypo Real Estate ta neyðugu hjálpiuna, so felagið kundi sleppa undan húsagangi. Einki varð sagt um, hvussu stór hjálpin var. Leggja saman í Danmark Í Danmark varð í morgun fráboðað, at Spar Nord Bank, Nordea og Arbejder­ nes Landsbank hava yvir­ tikið Roskilde Bank, sum fór av knóranum herfyri, men sum slapp at halda fram við pengum úr Tjóð­ bankanum. Við keypinum yvirtaka teir tríggir bankarnir útlán fyri umleið 10 milliardir krónur og innlán fyri einar fimm milliardir krónur. Í morgun frættist eisini, at tríggir bankar í Jyllandi eru vorðnir til ein banka. Bonusbank hevur verið í trupulleikum í seinastuni, og nú hevur Vestjysk Bank yvirtikið hann. Samstundis eru Vestjysk Bank og Ring­ købing Bank lagdir saman. Veitslan er lið­­ug -Veitslan er liðug, segði nancy Pelosi, tá semjan var veruleiki. Her er hon saman við samráðingarumboðum hjá teir báðum flokkunum (Mynd: Polfoto) Fyrst bjargaði Tjóðbankin Roskilde Bank undan húsagangi. Nú hava aðrir bankar yvirtikið hann (Mynd: Polfoto) Um vikuskiftið noyddust spanski bankin Santander og bretska stjórnin at yvirtaka tann kreppurakta bretska bankan Bradford & Bingley (Mynd: Polfoto) 11