mánadagur 29. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 186 - 29. september 2008
Fríggjadagin varð
nýggj fløga løgd fram.
Talan er um eina fløgu
við 3000 teknum á
teknmálið. Framløgan
varð hildin í MBF-
húsinum, og eini
30 fólk vóru til
framløguna
Teknmál
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Leingi er tað, ið væl skal
verða, siga fólk ofta. Sjáld
an passar hetta orðafellið
líkavæl sum í hesum føri.
Arbeiðið at savna tekin til
hesa fløgu byrjaði longu
fyrst í nítiárunum, tá felagið
Hoyrnin, ið er felagið fyri
foreldur við deyvum børn
um, legði fram ynski um
orðabók fyri deyv. Nú er
fløgan so endiliga komin.
Edny Poulsen, sum er deyva
tulkur, ger tekin til hvørt av
teimum 3000 orðunum á
fløguni. Føroya Skúlabóka
grunnur gevur fløguna út,
og í sama viðfangi er plakat
gjørd, við tekininum til
allar bókstavirnar.
Frá stavi til tekin
Møguleikarnir á fløguni
eru rættiliga nógvir, men
eitt, ið kann sýnast heldur
óheppið, er at tað ikki ber
til at gera eitt tekin fyri
síðani at fáa orðið. Hetta er
tó enn tekniskt torført at
gera, og tað kann hugsast at
vera ein orsøk til at tað ikki
er gjørt.
Hinvegin
eru
nógvir
møguleikar á fløguni, sum
kann stuðla øllum, ið hava
tørv á teknmálið. Tey 3000
teknini eru býtt upp í bólkar,
samstundis sum tað ber til
at gera sínar egnu bólkar av
orðum, sum mann síðani
fær teknið til. Eisini er ein
langur orðalisti gjørdur við
øllum orðunum, samstundis
sum tað altíð ber til at fara
inná stavraðið. Harafturat
er ein møguleiki á fløguni,
at tað ber til at fara í eitt
slag av roynd, har tekinið
kemur fram og síðani skalt
tú gita hvat orð tekinið vísir
til.
Tann fyrsta av
sínum slag
Til framløguna av bókini
greiddi Niels Petersen frá
ymiskum. Undir liðini hjá
honum stóð Eyðgunn Han
sen, sum tulkaði alt, ið sagt
var, so øll – bæði deyv og
hoyrandi – høvdu møguleika
at fylgja við í tí, ið sagt
var.
Niels Petersen segði mill
um annað, at fløgan var
størsta arbeiði, ið er gjørt
fyri at dokumentera tekn
málið í Føroyum, samstund
is, sum hon er tann fyrsta
av sínum slag, hóast »tekin
til børn,« er komin út á
fløgu.
Eisini greiddi hann frá, at
fløgan serliga fer at verða
ein stuðul hjá deyvum børn
um við hoyrandi foreldrum.
Tí ofta er tað soleiðis, at for
eldrini tosa eitt teknmál við
børnini, ið er øðrvísi enn
vanliga teknmálið. Hetta
hevur við sær, at børnini
longu frá ungum aldri mugu
duga tvey mál, og at tað
hevði verið betri, um for
eldrini dugdu teknmálið
betri. Hesum skal fløgan
millum annað hjálpa við.
Niels Petersen legði eisini
stóran dent á, at fløgan skal
leggjast út á netið, so skjótt
sum møguleiki er fyri tí, so
hon gerst meira atkomilig
hjá øllum.
Bæði vónbrotin
og fegin
Eftir at Niels Petersen hevði
sagt sítt, tók Edny Poulsen
orðið, hon fegnaðist um at
fløgan var komin, at fløgan
ikki skuldi takast fyri meira
enn hon er, og gleddi seg at
koma í gongd við tí næstu,
sum sambært henni sjálvari
skuldi umfata 10.000 tekin.
Torkil Hansen, frá Hoyrn
ini, greiddi frá at hann var
sera fegin um at fløgan endi
liga var komin, men sýntist
ónøgdur við at so long tíð
var gingin áðrenn fløgan
gjørdist
veruleiki,
men
legði afturat, at hetta bert er
byrjanin.
Deyvatekin á fløgu
Smurdi vinkonuna av
Leygarmorgunin ringdi ein kvinna í 30unum til politiið, tí ein vinmaður hevði
smurt hana av. Tá politiið kom á staðið, funnu teir kvinnuni so illa viðfarna, at hon
varð innløgd á Landssjúkrahúsið alt fyri eitt. Maðurin var rýmdur, eftir at hava
bæði sligið og sparka hana sera illa. Sambært politinum verður hann skuldsettur
fyri grovan harðskap, tá hann einaferð verður funnin og avhoyrdur. Grovur
harðskapur fevnir millum annað um harðskap móti liggjandi persóni, og til dømis
spark í andlitið. Hetta gevur harðari revsing enn vanligur harðskapur. Politiið
kennir fólkini, sum eru í 30unum og ikki búgva saman. Helst var rúsdrekka uppi í
eisini.
Edny Poulsen hevur lagt
kropp til at vísa øll tekinini á
fløguni
Niels Petersen hevði tulkin – Eyðgunn Hansen – undir liðini á sær undir allari framløguni. Hetta fyri at øll skuldu skilja framløguna
Myndir: Jens Kristian Vang