Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 186 - 29. september 2008 Nýggja samgongan er ein meira borgarlig stjórn, men ætlanin at gera sendistovu í USA er slept og nýggj ætlan er gjørd um sendistovu í Moskva, tað metir Jørgen Niclasen als ikki vera løgi. - New York er ein týdn- ingarmikil staður, tá mann hevur fingið ein veruliga uttanríkispolitikk, meðan Moskva – Russland – er ein so ónáttúrliga týdningar- mikil marknaður fyri okk- um, og tí mugu vit hava eina sendistovu har og hinar mugu so koma aftaná, greiðir uttanríkisráðharrin frá. Men tað er ikki fyrsta stigið uttanríkisráðharrin vil taka. - Tað fyrsta sum vit fara í holt við er hendan avtalan við ES um granskingar- samstarv, sum leingi hevur verið tosað um. Síðani verð- ur tað at fáa eina avtalu við ES um tey fýra frælsini og at arbeiða meira miðvíst við EFTA limaskapinum, sigur Jørgen Niclasen. Vinnumálaráðið Sambandstingmaðurin, Jóhan Dahl, fekk tillutað vinnumálaráðharrasessin, og leggur stóran dent á, at mann ikki skal gloypa ov stóran bita og heldur hava nøkur fokusøkir. - Vit mugu fáa FAS- skipanina, sum er sett í gongd maknaðarførda á skilagóðan hátt, so vit kunnu fáa eitt nýtt bein at standa á. Eisini alivinnan, sum hevur ment seg nógv aftur, og kann verða fjøl- broytt. Hana mugu vit hyggja uppá og gera meira við tosk til dømis. Og ikki at gloyma vinnuliga gransking, fortelur Johan Dahl. Innlendismálaráðið Annika Olsen er fyrsta landsstýrisfólk hjá Fólka- flokkinum, ið er kvinna. Innlendismálaráðið er fallið í hennara lut, og hon sigur seg vera glaða fyri at vera fyrsta landsstýriskvinna Fólkafloksins nakrantíð og fer serliga at leggja dent á kommunumál og um- hvørvi. - Tað er ongin ivi um at kommunumál hevur mín størsta áhuga, men eisini umhvørvi og Landsverk er eisini flutt yvir. Vit mugu hyggja uppá hvussu nógv kann flytast út til komm- unurnar og hvussu hetta skal fíggjast. Innan um- hvørvi mugu Føroyar vera ein viðleikari tá tað kemur til umhvørvi. Vit kunnu ikki seta okkum í eina ser- støðu og ikki bøta um tey viðurskiftini. Mann tosar nógv um við viðvarandi orku, so tað haldi eg vit fara at arbeiða nógv meira við, greiðir nýggja landsstýris- kvinnan í innlendismálum frá. Ætlanirnar og hugsanirn- ar hjá restini av landsstýris- fólkunum vera at síggja í blaðnum í morgin. si fríggjadagin Nógv varð gjørt burturúr pinnamatinum á tíðindafundinum fríggjadagin Tá Jóannes Eidesgaard handaði Kaj Leo Johannesen lyklarnar til Tinganes, skemtaðu teir báðir um lyklar og kúbein Drongur fekk fløsku í andlitið Nógv fólk vóru trokað saman í miðbýnum um 2-tíðina sunnumorgunin, tí eitthvørt rok var í umbúna. Knappliga kom ein fløska sendandi gjøgnum luftina beint inn í mannamúgvuna. Ein blaðungur drongur fekk fløskuna í andlitið. Hann bløddi illa og varð sendur á Landssjúkrahúsið. Ongin veit, hvør sendi fløskuna, men politiið sær álvarliga uppá málið.