Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 186 - 29. september 2008 Fríggjadagin var tíðindafundur í Tinganesi. Fráfarandi løgmaður Jóannes Eidesgaard legði handaði Kaj Leo Johannesen lyklarnar til Tinganes, og síðani vóru øll tey nýggju landsstýrisfólkini endaliga almanna­ kunngjørd Frásøgn Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Stúgvandi fult av fólkið var samankomið í Tinganesi fríggjadagin klokkan 16. Tað var veruliga sum sild í tunnu, og fólkini í tjóðbúna sóu rættiliga heit út. Greitt var frammanundan, hvør skuldi gerast løgmað­ ur, og landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum og hjá Sam­ bandsflokkinum vóru eisini kunngjørd frammanundan. So einasti veruligi spenn­ ingurin var kring landsstýr­ isfólkini hjá Javnaðarflokk­ inum. Men tá setanarbrøvini vóru givin, kom onki av nøvnunum óvart á. Tí lands­ stýrisfólkini hjá Javnaðar­ flokkinum gjørdust júst tey somu, sum høvdu sitið í landsstýrinum framman­ undan, burtursæð frá, at løg­ maður fór úr løgmanssess­ inum og út í Fíggjarmála­ ráðið, meðan Helena Dam á Neystabø fór úr Løgmála­ ráðnum og í Mentamálaráð­ ið og Hans Pauli Strøm misti helvtina av ábyrgdar­ økinum. Løgmaður Fyrst á skránni var, at Kaj Leo Johannesen skuldi fáa lyklarnar til Tinganes, har hann ætlandi skal hava arbeiðspláss næstu trý árini. Hesar fekk hann frá fyrr­ verandi løgmanni, Jóannes Eidesgaard. Á tíðindafundinum vóru fólk ikki bangin fyri at rósa hvørjum øðrum, og Kaj Leo Johannesen legði út við at takka Jóannesi Eides­ gaard fyri hansara virkið seinastu árini. Tá hann fekk lyklarnar, segði hann í spølni, at hann var glaður fyri at kúbeinið ikki fylgdi við. Harafturat greiddi nýggi løgmaðurin frá, hvørj­ ar ætlanir hann hevur. ­ Mín uppgáva er – hvønn einasta dag – at fáa tað besta burturúr teimum landsstýrisfólkum og teim­ um starvsfólkum, sum arbeiða her úti. Soleiðis at vit undir stabilum viður­ skiftum kunnu røkka nøk­ rum av okkara málum vit hava sett í samgonguskjalið, sigur Kaj Leo Johannesen. Samstundis legði hann dent á, at hann skal arbeiða fyri alt Føroya fólk. Fíggjarmálaráðið Jóannes Eidesgaard fekk fyrsta setanarbrævið, og Kaj Leo Johannesen segði seg vera sera fegnan um at fyrrverandi løgmaður vildi verða við í landsstýrisar­ beiðinum næstu árini. Røddir hava í døgunum frammanundan verið frammi um, at Jóannes Eidesgaard ikki ætlaði sær í landsstýrið, og hesum nokt­ aði fráfarandi ikki fyri, tá hann tosaði við Rás2 eftir tíðindafundin. ­ Eg hevði gjørt upp við meg sjálvan, at tá eg fór at gevast sum løgmaður vildi eg leita mær eftir einum meira friðarligum politisk­ um lívið, og fyri flokkin hevði tað eisini týdning, at formaðurin var at telja mill­ um løgtingsumboðini, so mann kundi dugna tí arbeiðinum meira, greiddi Jóannes Eidesgaard frá. Men legði afturat, at nógv gott fólk hevur heitt á hann, um at gerast landsstýris­ maður í fíggjarmálum, og tað var orsøkin til, at hann tók av. Fíggjarliga sær ikki líka gott út sum tað onkuntíð hevur gjørt, men í sam­ gonguskjalinum stendur at fíggjarlógin ikki skal hava hall. Men nýggi fíggjar­ málaráðharrin var ikki samdur við hesi ætlan. ­ Mann skal ikki rokna við, at tað verður nakað yvirskot á fíggjarlógini í komandi árið, men sjálvandi skal ein og hvør samgonga hava yvirskot á fíggjarlóg­ ini, og er málið at fáa mest burturúr hvørjari krónu, sum skattgjaldarin letur. Men týdningarmest er at fáa fleiri inntøkur til sam­ felagið. sigur Jóannes Eides­ gaard um avbjóðingarnar í sínum nýggja starvið. Uttanríkisráðið Fyri fleiri døgum var greitt at Jørgen Niclasen skuldi gerast nýggjur uttanríkis­ ráðharri. Sum skiltist úr samráðingunum til hesa nýggju samgonguna, var tað stórt stríð um Uttan­ ríkisráðið, sum á onkran hátt eisini hevði skuldina í at seinasta samgongan slitnaði. Til spurningin um júst hølunum, svarar Jørgen Niclasen, at tað ikki er nakað hann hevur gjørt nakað við, men væntar ikki at fáa nakrar trupulleikar av tí. Tíðindafundur í Tinganes Vísti reyv, fekk bót - og angraði Um orsøkin var ov nógvur hiti ella ovfarakæti, sigur søgan onki um. Í øllum førum hevði ein ungur maður trongd til at lufta kastellurnar sunnumorgunin, og tað skuldi ganga útyvir politiið. Hann gjørdi ikki matari enn at hála buksurnar niðurum og at vísa reyv fyri politinum, sum gjørdi bart og handtók hann beinanvegin. Hann angraði ljótu gerðina, men fær kortini bót fyri ósømiligan atburð, sum er brot á politiviðtøkurnar. Løgmaður handar Jørgen Niclasen setanarbræv, til hansara nýggja starv sum uttanríkisráðharri. Og Jóannes Eidesgaard flutti úr løgmanssessinum til at verða fíggjarmálaráðharri Myndir: Jens Kristian Vang