mánadagur 29. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 186 - 29. september 2008
Eina náttina herfyri
kom ein ungur
drongur rættiliga illa
fyri, tá ið eitt harkalið
av ungum dreingjum
og gentum forfylgdu
honum ígjøgnum
náttarlívið í Havn og
bukaðu hann sundur
og saman heilar
tríggjar ferðir hesa
somu náttina
Harðskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ein ungur maður í Havnini
kom verri fyri enn hann
hevði droymt um, tá ið hann
fór í býin í Havnini eitt
kvøldið herfyri.
Tað endaði við, at hann
var bukaður sundur og
saman – ikki bara einaferð,
men heilar tríggjar ferðir
hesa somu náttina.
Men tað helt merkisverda
við hesum málinum var, at
tað vóru somu fólkini, sum
løgdu á hann allar tríggjar
ferðirnar.
Tað var eitt harkalið av
tveimum ungum gentum og
einum ungum dreingi, sum
forfylgdu honum ígjøgnum
náttarlívið í Havnini og
løgdu á hann heilar tríggjar
ferðir og hagreiddu hann so
illa, at hann endaði á Lands
sjúkrahúsinum.
Hann var bæði sligin
fleiri ferðir við knýttum
nevum og eisini sparkaður
aftaná, tá ið hann var fallin
í vegin, stendur í ákæruriti
num.
Fyrstu ferð, hann var álop
in, vóru tey øll trý í felag, tá
ið tey løgdu á hann og slóu
og sparkaðu hann fleiri
ferðir.
Aðru ferðina vóru gent
urnar einsamallar tá ið tær
løgdu á hann og góvu hon
um ein rættiligan umgang,
eitt nú við at buka hann í
høvdið við stivlunum
Triðju
ferðirnar
hann
varð álopin, vóru tey aftur
øll trý saman, tá ið tey
bukaðu hann av.
Tað var ein góð løta ímill
um allar tríggjar hending
arnar og tær fóru fram
ymsastaðni í býnum.
Maðurin fór so illa av við
ferðini hann fekk, at hann
endaði á Landssjúkrahúsin
um við skurðum og merkj
um ymsastaðni.
Tey trý álopsfólkini eru
nú ákærd fyri harðskap av
serliga ráðum og vanda
miklum slagi.
Av tí at málið skal til við
gerðar í rættinum, er tað
avmarkað, hvat kann upp
lýsast um tað.
Tey trý álopsfólkini siga,
at ein orsøk var til, at tey
vóru so ill við mannin, tey
lupu á, men tað ber ikki til
at fáa tað upplýst enn.
Skótahjálpin í Sandoynni
fekk 6.800 krónur
Seinastu vikuna hava skótar úr eystanbygdunum í Sand
oynni gingið hús úr húsi, at bjóða fólki sína arbeiðsmegi.
Gjøgnum skótahjálpina stuðla og hjálpa frísk og ferðug børn
illa støddum børnum, úti í heimi og heima í Føroyum. 13
skótar hava tikið lut, og hava tey í alt fingið 6.800 krónur. Í ár stuðlar skótahjálpin einum
gentubarnaheimi í Tansania í vestur Afrika, og í Føroyum verður stuðul latin til børn hjá
sálarliga sjúkum, sum hava tørv á tí. Ætlanin er at framleiða tilfar til bæði børnini og
foreldrini umframt at seta á stovn samrøðubólkar til børn hjá sálarsjúkum. KFUKskótarnir,
sum eru um 20 í tali, hittast í missiónshúsinum í Skálavík eina ferð um vikuna.
Demokratia rósar Fólkaflokkinum
og Javnaðarflokkinum
Demokratia fegnast um javnstøðustigini hjá Fólkaflokkinum og
Javnaðarflokkinum. Fólkaflokkurin hevur fyri fyrstu ferð valt eina kvinnu í
landsstýrið. Javnaðarflokkurin hevur aftur hesa ferð hildið sítt lyfti um
javnstøðu í landsstýrinum. Hetta er fyrsta ferð í søguni, at allir
samgonguflokkar eru umboðaðir av báðum kynunum í landsstýrinum.
Stórt tillukku frá Demokratia, verður sagt í tíðindaskrivi.
Tað fer at ganga rúm
tíð, áðrenn ein ungur
drongur kann droyma
um at fáa koyrikortið
aftur
koyring
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey næstu nógvu árini
verður tað nokk frægari hjá
einum ungum manni at seta
pening av til góðar gangi
skógvar, heldur enn til koyri
kort.
Hann skal nevniliga ikki
vænta sær at fáa koyrikortið
aftur tey fyrstu árini.
Tað er nakað síðani, at
hann misti koyrikortið.
Men síðani er hann tikin
heilar fýra ferðir fyri at
koyra bil við ongum koyri
korti.
Einar tvær ferðir hevði
hann harafturat drukkið so
mikið nógv, at hann eisini
er
ákærdur
fyri
rús
drekkakoyring
í
hesum
báðu førunum.
Tvær ferðir endaði bil
túrarnir eisini við ferðslu
óhappum við stórum materi
ellum skaðum, men ongum
fólkaskaða.
Tað einu ferðini høvdu
hann og nakrir vinmenn
stolið ein bil við Norður
landahúsið í Havn og koyrt
heilt vestur í Vágar.
Lyklarnir stóðu í bilinum,
men tá ið teir skuldu fara
avstað við honum, rendu
teir á. Teir krógvaðu seg so
eina løtu, men tá ið teir
vóru vísir í, at ongin hevði
meldað óhappið og at løg
reglan tískil ikki kom, fóru
teir avstað við bilinum.
Teir koyrdu heilt vestur í
Vágar, men har krassjaðu
teir bilin einaferð afturat.
Eina aðru ferð, teir høvdu
ballast, hevði hann eisini
sett seg við rattið. Tann
túrurin endaði við, at hann
rendi á tvey skelti og á
oynna mitt á Markna
gilsvegnum. Har varð bilur
in standandi fastur, men teir
rýmdu av staðnum, uttan at
siga frá.
Maðurin skyldaði upp á,
at bilurin hevði verið punk
teraður og at eykahjólið
bara var eitt av hesum lítlu,
óbrúkiligu neyðhjólunum,
sum ikki lá so væl á vegn
um. Tí hevði hann forroknað
seg so at hann misti tamar
haldið á bilinum og rendi
á.
Triðju ferð, hann varð tik
in, høvdu teir verið balling
artúr á bygd og tann, sum
upprunaliga koyrdi bilin
varð blivin fullur og vildi
ikki koyra meir. Tí tók hes
um yvir, hóast hann eisini
var fullur.
Síðani varð hann tikin
einaferð afturat við ongum
koyrikortið.
Málið skal nú til viðgerar
í Føroya Rætti og har kann
hann vænta, at fleiri ár fara
at ganga, til hann kann
hugsa um at fáa koyrikortið
aftur.
Maðurin játtaði seg sekan
í øllum.
Bukaður sundur og saman
tríggjar ferðir somu nátt
Mikukvøldið verður
almennur fundur
í VB-Húsinum í
Vági um at leggja
kommunur í
Suðuroy saman
kommunusaman
legging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Víða hvar í landinum verð
ur nú tosað um at leggja
kommunur saman og nú
verður hesin spurningur
eisini tikin upp í Suður
oynni einaferð enn.
Tað er kvinnufelagið í
Suðuroy, ið nevnist Val
kyrjurnar, sum hesuferð
seta málið á dagsskrá í
Suðuroy.
Tað gera tær við at kalla
saman til almennan fund í
VBhúsinum í Vági nú
mikukvøldið klokkan 19.
Har fara borgarstjórarnir
í teimum báðum høvuðs
kommununum í Suðuroy,
Kirstin Strøm Bech í Vági
og Kristin Michelsen á
Tvøroyri, at siga sína
hugsan um kommunu
samanlegging í Suðuroy.
Men somuleiðis fer Rod
mundur Nielsen, sum hev
ur verið borgarstjóri í
Runavík, at siga sína mein
ing um at leggja komm
unur saman.
Tað var hann, sum var
ein av undangongumonn
unum at leggja kommun
urnar rundan um Skála
fjørðin saman og hann fer
helst at greiða frá, hvørjar
royndir tey hava av teirri
samanleggingini.
Liggur tað fyri, verður
eisini okkurt umboð úr
landsstýrinum við á fund
inum.
Sum skilst, ætlar
nýggja samgongan, at Før
oyar skulu skipast í sjey
stórar kommunur, longu í
hesum valskeiðnum. Tí er
tað av alstórum týdningi
at
spurningurin
eisini
verður tikin upp Suðuroy,
so vit ikki enda í eini
støðu, har vit verða tving
að til onkra loysn, siga
Valkyrjurnar í Suðuroy
Suðuroyingar tosa um
kommunusamanlegging
Tikin fýra ferðir við
ongum koyrikorti