Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 186 - 29. september 2008 Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Órudd á Gomlu Rætt Við hesum vil Landsverk heita á fólk um at beina burtur órudd eftir seg, sum liggur á økinum kring ferjuleguna á Gomlu Rætt, bæði á landi og sjógvi. Talan er um bingjur, bátar, kassar o.a. Um hetta ikki er beint burtur innan 15. okt. 2008, verður tað gjørt fyri eigarans rokning. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. áheiTan 6RQ\(FULFVVRQ&L 6HSWHPEHUWLOERË )DUWHOHIRQYLËQÎJYXPKHQWOHLNXPPD03P\QGDWÎOLYLË EOLWVRJDXWRIRNXV%OXHWRRWK)0ÕWYDUSL03VSÁODUDYDSS RJP\QGDERËXP0%PLQQLVNRUWI\OJLUYLË )ÁVW¼YRGDIRQHIRRJÈYRGDIRQHKDQGOXQXP NU Klokkan átta í morgun møtti nýggja landsstýrið til sín fyrsta arbeiðsdag. Løgmaður, Annika Olsen, Rósa Samu­ elsen og partvíst Joh­an Dah­l royna seg fyri fyrstu ferð í landsstýrinum POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Fríggjadagin 24. september kundi Sosialurin »present­ era« nýggja landsstýrið soleiðis, sum tað kom at síggja út. Og snøgga viku seinni var so sama lands­ stýri veruleiki. Mánadagur 29. septem­ ber, á sjálvari Mikkjals­ messu, var so fyrsti arbeiðs­ dagur hjá nýggja landsstýr­ inum. Klokkan tíggju í morgun helt landsstýrið á fyrsta sinni landsstýrisfund undir leiðslu av Kaj Leo Johanne­ sen, løgmanni, og manning­ in var sjálvsagt øll møtt. Í morgun, tá Sosialurin var í Tinganesi, var enn ikki greitt, hvar nýggi uttanríkis­ málaráðharrin, Jørgen Nicla­ sen, hevði sína skrivstovu, men hetta verður korini greitt seinni á degnum. Hann skal hitta síni starvsfólk klokkan tvey seinnapartin, og tá er væntandi greitt, hvussu hølis­ viðurskiftini hjá Uttanríkis­ málaráðnum verða. Tá vit fregnaðust um, hvussu drúgvur hesin fyrsti veruligi landsstýrisfundurin bleiv, var nýggi løgmaðurin okkum svar skyldugur. – Eg havi jú ikki roynt hetta áður, so eg dugi ikki at siga tær, segði Kaj Leo Johannesen. Fráfarni løgmaðurin, Jóannes Eisdesgaard, visti tó at siga, at fundirnir van­ liga vardu um tveir tímar ella so. Altso fram til døg­ urða. Helvtin óroynd Men tað er kortini ikki bara løgmaður, sum er nýggjur í hesum høpi. Helmingurin av landsstýrisfólkunum hava ikki ella næstan ikki roynt hetta áður. Johan Dahl sat í 21 dagar sum fiskimálaráðharri í 2003, áðrenn umstøðurnar noyddu hann frá, so tað er avmarkað, hvussu nógvar royndirnar vórðu. Nýggju kvinnurnar á tingi eru eisini púra óroyndar í landsstýrinum. Rósa Samu­ elsen skal umsita Almanna­ mál, og hennara skrivstovu­ hølir verða í fyrrverandi Almanna­ og heilsumálaráðn­ um undir somu lon, sum Hans Pauli Strøm, heilsu­ málaráðharri. Eisini Annika Olsen er nýggj í landspolitikki, og somuleiðis eisini í landsstýr­ inum. Hon er sum kunnugt vorðin innlendismálaráð­ harri. Hini fimm eru tó øll roynd í stýri landsins. Jóannes Eidesgaard, Jørgen Niclasen, Hans Pauli Strøm, Helena Dam á Neystabø og partvís Jacob Vestergaard hava fleiri ára royndir í Tinganesi. Sum nevnt var fyrstu landsstýrisfundur hjá nýggju samgonguni í morgun, og sum skiltist var einasta mál á skránni nevndarbýtið í løg­ tingsnevndunum, sum eftir ætlan skulu veljast á løgtingsfundinum í morgin. Landsstýrið farið til verka Fráfarandi fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, hevði fleiri góð ráð at geva Jóannesi Eidesgaard, tá skifti var í Fíggjarmálaráðnum í morgun Mynd: Jens Kristian Vang Nýggja landsstýrið á fyrsta landsstýrisfundi: Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri, Rósa Samuelsen, almannamálaráðharri, Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Jørgen Niclasen, uttanríkis­ málaráðharri, Annika Olsen, innlendismálaráðharri, Johan Dahl, vinnumálaráðharri og Jacob Vestergaard, fiski­ og tilfeingismálaráðharri