Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 186 - 29. september 2008 ] Tað er stórt spell, um U19-landsliðið missir spælarar, tí Formula-feløg ikki vilja sleppa teimum. Men avgerðin hjá FSF um ikki at broyta kappingina var røtt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fram til í seint í gjár­ kvøldið var framvegis iva­ mál, um Kappingarnevnd­ in gjørdi av at flyta sein­ astu Formula­umførini. Orsøkin var, at U19­ landsliðið í næstum skal uttanlands, og hjá nøkrum feløgum ber tað við sær, at tey kunnu missa spælar­ ar til seinastu og avgerandi umførini. Ella kann tað eisini hava við sær, at U19­landsliðið má vera spælarar fyriuttan, tí hesir ikki fáa loyvi at fara. Lat tað alt fyri eitt verða sagt, at tað er spell, um hetta seinasta hendir, tó at kann tykjast sum skillig reaktión hjá einum hart kroystum venjara. Hinvegin vildi tað verið ein sonn gøla, um FSF, nú knappur mánaður er eftir av kappingarárinum, brád­ liga skuldi longt hetta við einari viku. Í fyrsta lagi var avleið­ ingin tá, at landskapping­ arfótbóltur fyri fyrstu ferð skuldi verið spældir í nov­ ember mánaði. Nakað sum er lítið hugaligt hjá spælarunum. Í øðrum lagi kundi tað borið við sær, at útlendskir spælarar longu vóru ávegis av landinum, og hjá fleiri teirra er arbeiðs­ og uppihaldsloyv­ ið stemplað til 30. sep­ tember. Og í triðja lagi eru vit vitandi um fleiri spælarar, sum longu nú hava lagt sær eina væl uppiborna feriu til rættis, tá kappingin er av. Mest av øllum vildi hetta tó eisini verið at hild­ ið spælarar fyri gjøldur. Siga vit, at Formula­deild­ in telur á leið 200 spælarar, so rakar hetta altso nakrar heilt fáar av hesum. Verða U19­ og A­landsliðsspæl­ arar drignir frá, so vildi hetta eisini inniborið, at um 180 mans í dag fingu boð um, at nú skulu tit bara venja so hugagóðir í tríggjar keðiligar heystar­ vikur í oktober mánaði. Og tað vildi verið at hildið fólk fyri gjøldur. Nakað annað er so tað, at hetta samstundis vísir á tað neyðuga í at fáa somu terminir til U19 sum til U21 og A­landsliðið. Tað er tó ein spurningur, sum FSF ikki kann avgreiða einsamalt, men uttan iva er talan um ein spurning, sum enn størri dentur verð­ ur lagdur á til næstu ferð. Røtt avgerð Randers umboðað í Ghana Tveir av spælarunum hjá danska superligaliðnum Randers FC eru tiknir út til landsliðið hjá Ghana. Ghana skal í oktober mánaði spæla landsdystir ímóti Lesotho og Suðurafrika, og bæði David Addy og Isaah Ahmed eru tiknir út til dystirnar. Hetta er fyrstu ferð, at Addy er tikin út, meðan Ahmed hevur 13 landsdystir á baki fyri suðurafrikanska landið. Danir eru stríðsmenn Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, hevur virðing fyri danska liðnum AaB, sum United skal spæla ímóti í Champions League í vikuni. ­ Teir spæla ímóti Manchester United, stadion verður útselt, og allur býurin verður klárur til dystin. Danskir spælarar eru stríðsmenn, og mín gamli vinur Bruce Rioch fer at seta teir upp til dystin, sigur Ferguson. Føroyski landsliðs- venjarin leggur frá sær. Dystirnir móti Eysturríki og Litava verða teir seinastu við Jógvani Martin Olsen sum landsliðsvenjara Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein sonn bumba varð slept, eftir at Jógvan Martin Olsen hevði boðað frá úttøkuni til landsdystirnar móti Eystur­ ríki og Litava. Hóast ágangurin til tíðir hevur verið hampuliga harð­ ur á venjaran, so hevur tofta­ maðurin staðið sum klettur­ in, meðan brimið hevur dun­ að ímóti. Mánamorgunin kom tað tí sum ein skelkur, tá Ísak Mikladal, aðalskrivari, las upp tíðindaskriv, har tað varð boðað frá, at landsliðs­ venjarin hevur biðið FSF um at verða loystur úr starvi. Ein umbøn, sum FSF hevur gingið á møti. Komin á mál Sjálvur segði Jógvan Martin Olsen á tíðindafundinum, at tað vóru tríggjar orsøkir til, at hann hevur valt at leggja frá sær. ­ Tað eru tríggjar høvuðs­ orsøkir til mína støðu. ­ Ein er, at eg haldi meg hava tørv á at koma nærri venjaragerninginum í ger­ andisdegnum. Tá tú ert landsliðsvenjari, ganga ofta mánaðir millum uppgávur­ nar. ­ Samstundis havi eg í somikið nógv ár verið somik­ ið nær at fleiri spælarum. Og eftir at hava verið partur av fótbóltsspælinum í somikið nógv ár, so veit eg eisini, nær ein hópur hevur tørv á eini nýggjari dimensión. Eg haldi, at tað hevur verið ótrúliga stuttligt at síggja spælarar menna seg – kanska frá 16 ára aldri – soleiðis at hesir í dag eru lyklaspælarar á landsliðn­ um. Og eg haldi meg skylda hesum somu spælarum, at teir nú fáa eina nýggja rødd í skiftirúmið. Og kann tað vera landsliðnum og føroysk­ um fótbólti at frama, so skal mín persónur ikki forða fyri hesum. ­ Og tað triðja er so, at eg havi fingið møguleikan at fara undir pro­licens venj­ araútbúgvingina. Tað er ein útbúgving, sum krevur nógv innan fleiri øki, og tí vil eg gjarna eisini vera við til at byggja ein hóp upp og at byggja eitt lið upp, segði Jógvan Martin Olsen á tíðindafundinum. Og so legði hann afturat, at eftir hansara tykki er hetta ikki nakað, sum fer at ávirka hópin, nú dysturin móti Eysturríki stendur fryi framman. ­ Tvørtur ímóti vænti eg, at hetta kann motivera spæl­ ararnar enn meira. Tað kann væl vera, at úrslitini hjá okkum hava verið eitt sind­ ur upp og niður. Men hjá mær hevur tað verið eitt for­ nøjilsi at arbeitt við hópin­ um, tí innan hýsis hevur tal­ an ongan tíð verið um kland­ ur av nøkrum slag. Og eg ivist ikki í, at spælararnir fult so nógv sum eg ynskja, at vit nú kunnu fáa úrslitið, sum vit hava bíðað eftir so leingi, segði Jógvan Martin Olsen millum annað á tíðindafundinum. Hevur samband við feløg Ein partur av grundgevingini hjá Jógvani Martin Olsen fyri at leggja frá sær, er, at hann í desember fer undir sonevndu por­licens útbúgvingina sum venjari. Hetta krevur, at Jógvan Martin skal hava ábyrgdina av einum liði, og sum skilst, so verður tað um hampuliga stutta avgjørt, hvar hann verður venjari næsta ár. ­ Eg havi havt onkrar følarar úti bæði her heima og uttanlands. Men tað er einki avgjørt enn. Tað verður millum annað tað, sum eg fari at umhugsa tær báðar komandi vikurnar, sigur Jógvan Martin Olsen. Fara at leita í vetur Enn hevur FSF als ikki tikið stig til at leita eftir manninum, sum skal loysa Jógvan Olsen av sum landsliðsvenjari. ­ Hetta er jú eisini nýtt fyri okkum, og fyrst og fremst eru jú tveir dystir fyri framman. Hjá okkum ræður nú um at gera greitt, hvørji krøv og ynski vit hava til ein nýggjan landsliðsvenjara, og so vóni eg, at vit hava tann partin upp á pláss í vetur. Undankappingardystir eru jú á skránni aftur í juni mánaði, og vónandi verður talan eisini um onkrar venjingardystir á vári 2009. So vit hava ikki alt ov góða tíð, sigur Høgni í Stórustovu, FSF­forseti. -mørk Jógvan Martin Olsen, sum her situr saman við Magnus á Stongum, formanni í landsliðsnevndini, og Høgna í Stórustovu, FSF- forseta, leggur um hálva triðju viku frá sær sum landsliðsvenjari Mynd: Álvur Haraldsen Jógvan Martin gevst Jákup Mørk, sum skrivar ítrótt fyri Sosialin