Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 186 - 29. september 2008 ] Tepurt tap til U19-kvinnurnar Sunnudagin fingu føroysku U-19 kvinnurnar eitt úrslit tær kunnu liva við. Úrslitið millum vertstjóðina, Portugal og Føroyar gjørdist 1-0 til Portugal. Sigursmálið fall í 37. minutti, og varð tað Mélissa Antunes, sum skoraði portugisiska málið. Ì mun til 0-8 tapið ímóti eitt av Heimsins bestu U-19 liðum, Noregi var dysturin sunnudagin nakað av einari uppreisn. Noreg vann aftur stórt hesaferð. Tær vunnu ikki minni enn 6-0 móti Rumenia, sum annars vann greiðan 4-1 sigur á Portugal í fyrsta umfarinum. Milan-málverji er fasistur Italskur fótbóltur hevur í nógv ár stríðst ímóti fasismuni, men málmaðurin hjá AC Milan fjalir ikki út yvir, hvar hann stendur politiskt. - Eg eri ikki flóvur av mínari politisku sannføring. Eg eri samdur við pørtum av fasismuni. Rasistisku pørtunum taki eg ikki undir við, og eg eri ósamdur við samstarvinum við Hitler, sigur Christian Abbiati við blaðið Sportweek. Møguleiki er fyri, at spurningarnir um FM og niðurflyting verða svaraðir, áðrenn frívikuskifti verður orsaka av landsdystum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo EB/Streymur verður meist- ari á mikkjalsmessu. Tað hava vit so ofta spátt í hes- um teiginum. Í dag er mikkj- alsmessa, og EB/Streymur er ikki meistari. Toppliði so líkt, so vann EB/Streymur sær eitt stig í síðstu sekund- unum í Runavík. 2-2 ber við sær, at tað nú er púra greitt, at talan verður ikki um FM endurtøku hjá NSÍ. Tað er ikki ein spurningur, um EB/Streymur verður meistari, men heldur nær EB/Streymur verður meist- ari. Royndirnar hava lært teir í Sundalagnum, at tú skalt ikki kanna tær bitan, áðrenn hann er svølgdur. Men nú er støðan soleiðis, at um EB/Streymur ikki skal verða meistari, so skulu teir í Sundalagnum einki stig vinna í trimum teimum síðstu umførunum, og samstundis skulu kapp- ingarneytarnir til FM heitið – um tað ber til at tosa um kappingarneytar – vinna fulla úrtøku burturúr trim- um teimum seinastu um- førunum. HB og B36 eru níggju stig aftanfyri EB/Streym, og tað er longu greitt, at í hvussu so er annað av havn- arfeløgunum fer ikki at vinna fulla úrtøku burturúr trimum teimum seinastu umførunum. Í næstsíðsta umfari – sunnudagin 19. oktober – eigur HB heima- vøll ímóti grannunum í B36, og báðir partar fara sjálvandi ikki at fáa fulla úrtøku burturúr innanhýsis uppgerðini. Tað er møguleiki fyri, at FM spurningurin verður svaraður longu næsta sunnu- dag. Tá fær EB/Streymur vitjan av B36, sum fram- vegis stríðist fyri at vinna silvurkrónurnar. Um EB/Streymur fer at vinna ella tað verður javn ímóti B36, so verður FM heitið tryggjað heima við Margáir, og tað hevði sjálvandi ikki verið so galið. Men tað er eisini møguleiki fyri, at EB/Streymur verður meistari sunnudagin, hóast tað skuldi tørnað soleiðis út, at stórfavorittarnir ikki fingu stig ímóti árstalsfelag- num. HB er á rætta sporinum eftir fulla úrtøku í torføra útidystinum í Sarpugerði, og sunnudagin eigur HB heimadyst ímóti meistar- unum í NSÍ, sum við sigri í Gundadali kunnu leggja seg í favorittplássið í kappingini um silvurmerkini, um B36 ikki megnar fulla úrtøku við Margáir. Um HB og NSÍ spæla javnt, og um B36 ikki vinnur í Streym- nesi, so verður EB/Streymur meistari sunnudagin. Vit virða sjálvandi øll fyrivarnini, sum teir í EB/ Streymi við sínum royndum taka. Men samstundis er tað torført at ímynda sær, at FM spurningurin ikki verð- ur svaraður sunnudagin. Og verður hann tað, so verður tað sonn avbjóðing at avgreiða tvey tey síðstu umførini, sum ikki vera á skránni fyrrenn eftir hálvan oktober. Tað kemst av, at tað annað vikuskifti ikki verður landskapping á skránni, tí tá fer landsliðið at spæla ímóti Eysturríki. Sama støðan í botninum Í stríðnum um at sleppa und- an niðurflyting drógu KÍ og B71 svart. Fuglfirðingar mugu metast at hava tryggj- að sær rættin at halda fram í bestu deildini. Undan trim- um teimum seinastu umfør- unum eru teir seks stig frá niðurflytingini, og málmun- urin ber eyka fyrimun við sær sammett við B71.Bæði liðini taptu tepurt á úti- vølli. Við einum stigi í Fugla- firði flutti Skála seg eitt vet nærri bjargingini. Treytin hjá skálamonnum fyri bjarg- ing er, at teir burturúr trim- um teimum seinastu umfør- unum vinna seks stig fleiri enn KÍ. Munurin millum KÍ og B71 er fýra stig, og KÍ eigur fyrimun í betri málmuni. Sunnudagin fáa klaksvík- ingar vitjan av ÍF. Um KÍ megnar fulla úrtøku burtur- úr tí uppgerðini, og um B71 ikki fer at fáa stig, tá ið B68 fer at vitja á Sandi, so verð- ur spurningurin um niður- flyting avgreiddur, áðrenn landsliðssteðgurin verður, og so verður fótbóltsheystið eisini langt hjá teimum í botninum. Men nú fáa vit at síggja. Bólturin er framvegis rund- ur, og tað skal spælast og stríðast um stigini, og tað er orsøkin til, at tað framvegis er hugaligt og spennandi at fylgja við, hóast tað nú verð- ur farið um mikkjalsmessu! Avgerðirnar bíða í eina viku Tað eydnaðist ikki EB/ Streymi at vinna gullið á Mikkjalsmessu. Men enn sum áður tykist tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn leskiligi bitin kann svølgjast Mynd: Sofus D. Johannesen 17