Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 186 - 29. september 2008 ] Við 2-2 málinum frá Høgna Zachariassen eftir 94 minuttum kom EB/Streymur so nær sínum fyrsta meistaraheitið, sum til ber at koma. Bara eitt stig restar nú í, áðrenn gullið er heima Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tað ikki var endaliga avgerðin í meistaraskaps­ dystinum í fjør, so var talan um óhugnaliga týdningar­ miklan sigur, tá NSÍ tann 16. September vann 1­0 móti EB/Streymi á vøllinum við Margáir. Málið ta ferðina kom heilt seint í dystinum, og tal­ an var eisini um eitt av teim­ NSÍ-EB/Streymur 2-2 (0-1): Eitt EB/Streymur NSÍ FC Amager tapti ímóti OB FC Amager tók um vikuskiftið ímóti OB í donsku steypakappingini. Endaliga úrslitið gjørdist 3­1 til OB. Støðan í hálvleikinum varð 1­0 til OB. Peter Utaka legði OB á odda eftir 37 minuttirs spæl. Fjónbúgvarnar øktu til 2­0 við máli, sum Djiby Fall skoraði, tá 66 minuttir vóru farnir. Minuttin aftaná fekk Søren Nielsen spenning í aftur dystin, tá hann minkaði um munin til 1­2. Men tá 81 minuttir vóru farnir staðfesti norðmaðurin, Espen Ruud sigurin hjá OB, og fjónbúgvarnir halda sostatt fram í donsku steypakappingini. Wenger var vónbrotin Hull stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í Premier League hetta vikuskiftið, tá teir vunnu 2­1 á útivølli ímóti Arsenal. Eftir dystin var einki lag á venjaranum hjá Arsenal. ­ Vit høvdu kjansirnar til at vinna dystin, og í løtum stríddust vit væl, men samanumtikið vóru vit ikki á tí støðinum, sum krevst fyri at vinna ein slíkan dyst, segði Arsene Wenger eftir tapið. Fyri fyrstu ferð í 95 dagar eydnaðist tað HB at fáa fult á útivølli, tá teir reyðu og svørtu endaðu omaná í málveitslu í Sarpugerði í gjár. Víkingar misti altjóða luttøku úr eygsjón, tá Rasmus Nolsøe stjól myndina við tveimum beinleiðis fríspørkum Fótboltur Uni Holm Johannesen unisosialurin.fo Tað hevur ikki hilnast ser­ liga væl hjá HB á útivølli í hesum kappingarárinum. Soleiðis skulu vit heilar 95 dagar aftur, síðan høvuðs­ staðarfelagið vann á fremm­ andum grasi. Men hóast tað, so liggur HB best fyri í stríðnum um silvurkrón­ urnar, nú trý umfør eru eftir at leika. Týðandi sigurin í Sarpugerði í gjár lyfti teir nærmast oddaliðnum EB/ Streymi, og tískil hevur sigursvanda felagið bestu kortini á hondini. Málveitsla Tað verður ofta skotin fleiri mál, tá HB roynir seg í For­ muladeildini. Tvær reiðsur hava teir sorlað Skála sund­ ur á heimavøllinum í Gunda­ dali, meðan B68 eisini varð bukað á sama undirlagið. Í gjár komu ikki færri enn sjey mál, tá Víkingur skuldi royna at ota seg nærri al­ tjóða plássinum. Men tann vegurin gjørdist tungur eftir bara tveimum minuttum. Páll Mohr Joensen hevur av álvara gjørt vart við seg í hesum kappingarárinum. Ljóshærdi framherjin hjá HB stendur oftast sterkur í myndini, og aftur í gjár var hann millum teir mest eyð­ sýndu. Tað var eisini mað­ urin við 24­talinum á baki­ num, sum legði gestirnar á odda. Hann slapp frá mót­ støðumonnunum í høgru, og staddur áraka brotsteigar­ markið smekkaði hann til. 1­0. Leikliga var ikki stórur munur á liðunum. Vøru­ merkið hjá Víkingi er ser­ liga at fáa virðing í kropsliga partinum av spælinum. Tað fekk Kári Nielsen at sanna, tá hann mátti lata seg út­ skifta miðskeiðis í fyrra umfarinum. Fríspørkini vóru ikki so nógv, at tað darvaði spælinum stór­ vegis. Rasmus Nolsøe hevur seinnu árini merkt seg sum ein hin besti frísparksskjúttin í Formuladeildini. Tað var dyggiliga prógvað aftur í gjár, tá tvøramaðurin tvær ferðir sendi framvið Geza Turi. Fyrst til 1­2, og seinni til 2­4. Tvey mál, sum høvdu týdning fyri HB sálarliga, tí hetta var júst í teimum løtunum, har Vík­ ingur var um at koma fyri seg. Hini málini skutu Símun Louis Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Kaj Ennigarð og Hans á Lag. Hesin sein­ asti nevndi gjørdi sjálvmál. Andreas óheppin Andreas Lava Olsen var orsaka av skaða á beinkinum í gjár. Hann noyddist út við skaða farna vikuskiftið, tá Víkingur vitjaði í Streym­ nesi. Anton Skoradal, venj­ ari, sendi í royndini at fáa stig landsliðsleikaran á vøllin, men bara lítla løtu seinni mátti Lava Olsen av aftur vøllinum. Tí er bara at vóna, at hann verður tøkur, tá føroyska landsliðið fær vitjan av Eysturríki um tvær vikur. Gingið væl HB hevur fingið vind í segl­ ini seinastu vikurnar. Ser­ liga síðan Sámal Erik Hentze var settur afturat høvuðsvenjaranum eru fleiri stig komin í hús. Og eftir 95 dagar eydnaðist tað nú eisini at fáa fult á úti­ vølli. Góða úrtøkan hevur lyft HB á annað plássið í For­ muladeildini. Komandi vikuskiftið vitjar NSÍ í Gundadali, og tá kunnu teir reyðu og svørtu staðfesta sína støðu. Hinvegin er støðan minni góð í Gøtu og Leirvík. Vík­ ingur strembaði eftir altjóða luttøku í sínum fyrsta kapp­ ingarári, men tað verður ikki av nøkrum. Seks stig eru til runavíkingarnar á fjórða plássinum, og tað verður trupult at vinna aftur. Men nú fáa vit at síggja. Víkingur – HB 3-4 (1-2): 95 dagar síðan seinast HB vann á útivølli fyri fyrstu ferð í meira enn tríggjar mánaðir. Og enn halda teir fast um silvurið og teoretiska møguleikanum at vinna FM- gull savnsmynd HB Víkingur 18