mánadagur 29. september 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 186 - 29. september 2008 ]
Frem fekk eitt tennisegg
Frem tók ímóti SAS-ligafelagnum, FC Nordsjælland í donsku
steypakappingini. Úrslitið varð eitt stórtap til liðið hjá Jón Róa
Jacobsen og Atla Danielsen, Frem, sum fekk eitt veruligt
tennisegg. FC Nordsjælland vann heili 6-0, aftaná
hálvleiksstøðuna 5-0. Bajram Fetai skoraði tvey mál, Henrik
Kildentoft, Andreas Dahl, Nicklas Pedersen og Christian
Nielsen skoraðu hvør sítt mál. Munurin millum eitt botnlið í
næstbestu donsku deildini, og eitt væl koyrandi SAS-liga lið
varð eyðsýndur, serliga í 1. hálvleiki.
Defoe søkti Tottenham
Fyri 10 mánaðum síðani seldi Tottenham álopsspælaran
Jermaine Defoe til Portsmouth. Sunnudagin spældu júst
hesi feløgini ímóti hvørjum øðrum. Portsmouth vann 2-0,
og Deofe gjørdi annað málið. Hetta var fimta málið hjá
Defoe í hesum kappingarárinum, og hann er toppskjútti í
Premier League. Defoe hevur skotið fleiri mál enn alt
Tottenham-liðið tilsamans higartil.
Nøgdur og ikki
Karoly Potemkin fekk
við sínum báðum
málum víst fyrrvera-
ndi felag sínum, at
hann væl er maður
fyri at finna fram til
meskarnar. Men hóast
hetta, so var hann ikki
heilt nøgdur um dystin
sunnudagin.
- Vit missa jú stig í
evstu løtu, og tað kann
eg ikki vera nøgdur
um. Og tað er ikki
fyrsta ferðin, at hetta
hendir hjá okkum í ár.
- Og vit kunnu sum so bara takka okkum sjálvum
fyri, at vit ikki í størri mun hava fylgt við EB/Streymi.
Einar tríggjar-fýra ferðir í ár hava vit havt møguleikan
at sleppa upp í gulldystin aftur, men hvørja ferð hava
vit kiksað. So vit hava bara okkum sjálvum at takka, at
vit ikki eru nærri gullinum enn tað sama, segði Karoly
Potemkin eftir dystin.
-mørk
Ein góð kensla
Høgni Zachariasen hevur fyri tað mesta verið á skaða-
listanum hjá EB/Streymi. Tíðliga í ár breyt hann bein-
ið, og tí var fagnaðurin skilliga stórur, tá hann í tveim-
um umførum sendi bóltin í NSÍ-málið.
- Tað er stuttligt at vera við aftur, og tá tað so er upp
á hendan mátan, er tað næstan meira, enn mann kann
ynskja sær. Men nú havi eg hvílt meg í tríggjar mán-
aðir, so tað er kanska tíð uppá, at eg komi ígongd,
segði Høgni Zachariassen, tá vit tosaðu við hann eftir
dystin.
Og nú eru tit bara eitt stig frá gullinum. Kemur tað
til høldar, tá tit spæla móti B36 næstu ferð?
- Tað vil eg hopa. Men tað var eisini sera nær við hjá
EB/Streymi fyri tveimum árum síðani, so eg haldi, at
vit allir royna at hava beinini væl og virðiliga á jørðini.
Og so mugu vit vóna, at vit eru nóg professionellir til
at koyra tað heim á heimavølli, sigur Høgni Zacharias-
sen.
-mørk
fet eftir
Tá Høgni Zachariasen stútaði
í netið beint fyri steðgin,
var gullkósin løgd hjá EB/
Streymi. Tað eydnaðist tó
ikki at spæla gullið heim í
Runavík, men javnleikurin
hevur sett EB/Streym á sjálva
gáttina til gullið
Mynd: Sofus D. Johannesen
um málinum, sum nógv
varð tosað og skeldast um.
Sunnudagin gjørdist EB/
Streymur
ikki
meistari.
Men málið, sum Høgni
Zachariassen skoraði eftir
94 minutttum í dystinum
við Løkin var eitt av teimum
heilt týdningarmiklu. Og
óhepni leikluturin hjá Tórða
Thomsen í NSÍ-málinum
júst hesa løtuna verður utt-
an iva eisini hangandi eftir í
minninum hjá áskoðaru-
num.
Móti himmiríki
Men undan hesum høvdu
áskoðararnir verið vitni til
ein dyst, har liðini veruliga
prógvaðu, at tey eiga at
roknast millum absolutt
bestu liðini í landinum.
Fjøldin, sum var komin
at stuðla, stóð ikki petti aft-
an fyri hana, sum fyri einum
ári síðani bar NSÍ seinasta
pettið móti gullinum, og
væl stuðlaðir av hesum
royndi EB/Streymur alt fyri
eitt at taka stóra fetið fram
móti gullinum. Tí karmarnir
kundu væl neyvan finnast
betri, nú talan var um dyst
móti verandi meistarunum.
Men tað var nú eisini
skjótt, at NSÍ svaraði aftur.
Við einum varnum útgangs-
støði, har umstillingarspælið
tó gekk við fúkandi ferð,
soleiðis at tríggir av mið-
vallarunum gjørdust tríkvart
áleyparar, eydnaðist tað
fleiri ferðir at spæla seg
upp í borðunum. Og einar
tríggjar ferðir var eisini
heilt nær við. Men tvær
ferðir fantom-bjargaði René
Tórgarð royndum frá Karo-
ly Potemkin, og eina ferð
skeyt ungverjin uppum í
góðari støðu.
Og beint fyri steðgin
eydnaðist so EB/Streymi at
leggja seg á odda. Júst inn-
skifti Høgni Zachariassen
var hægstur upp til horna-
spark, og so kundu teir á
oddaliðnum fara til hálv-
leikskaffi vitandi um, at
meistaraheitið “bara” skuldi
koyrast heim í trý korter
afturat.
Potemkin í essinum
Um tað var vitanin um
hetta, sum tyngdi spælarar-
nar, er ilt at vita. Men í øll-
um førum var EB/Streymur
meira enn bara vanliga trilv-
andi, tá seinni hálvleikur
byrjaði.
Og tað dugdu runavíking-
ar og serliga Karoly Potem-
kin at gera sær dælt av.
Potemkin varð ikki mettur
sum nóg góður til hópin hjá
EB/Streymi, og eins og
hann gjørdi tað í steypa-
finaluni – tá spældi hann
við B36 móti EB/Streymi
– so nýtti hann dagin til at
senda eina áminning til
felagsliðið.
Fyrst varð Potemkin send-
ir avstað av Boga Løkin,
áðrenn hann javnaði leiðsl-
una hjá NSÍ, og fagnaðurin
var ovurstórur, tá hann lítla
løtu seinni stóð á rætta stað-
num í bankaði bóltin í
meskarnar til heimaleiðslu.
Og so var áminningin í fagn-
aðinum ikki til at fara
skeivur av.
Trý skot til bjørnina
Við
leiðsluni
var
EB/
Streymur nú aftur tvey stig
frá meistaraheitinum, og
tað vóru framvegis trý onn-
ur lið, sum í teoriini høvdu
møguleika at koma fram
um í gullstríðnum.
Og tað bendi eisini alt
tann vegin. Seinastu løtuna
royndu gestirnir at flyta
nógv fólk fram, og hópin av
innleggum spurdust eisini
burturúr. Men fram til fýra
av teimum fimm minuttu-
num, sum dómarin hevði
lagt afturat, vóru farnir, var
hetta úrslitaleyst.
Men so var tað, at EB/
Streyma-fjøldin varð lyft
uppfrá. Støðan var annars
ikki serliga nógv meira
vandamikil, enn hon var
fleiri aðrar ferðir í dystinum.
Høgni Zachariassen, sum
júst hevði sæð Tórð Thom-
sen stórbjargað roynd út til
hornaspark, lyfti inn í
fimm-meturin, og onkurs-
vegna fór bólturin millum
hendurnar á NSÍ-málverjan-
um, ið mest sum vantrúgvin
kundi hyggja at, meðan kúl-
an hoppaði inn í meskar-
nar.
Málið gjørdi ikki EB/
Streym til meistarar. Men
fagnaðurin var ovurstórur.
Einsamalla stigið ber við
sær, at NSÍ nú er definitivt
úti av FM-dystinum í 2008,
og hjá EB/Streymi restar nú
bara eitt stig í. Tað kann
vera, at gummibeinini fram-
vegis gera um seg, men við
trimum skotum eftir í byrs-
uni skal vilja mest sum
ófatuliga illa til, um bjørnin
ikki verður skotin hesa-
ferð!
19