Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 186 - 29. september 2008 ] UEFA Cup skiftir navn Komandi kappingarár eitur UEFA Cup ikki UEFA Cup longur. UEFA boðaði fríggjamorgunin frá, at kappingin frá komandi kappingarári skal eita UEFA Europa League. Hetta kemur sum avleiðing av skipanini í kappingini, sum eisini inniheldur bólkaspæl, og tí er ikki hóskandi at hava Cup í navninum. Komandi kappingarár vera 12 bólkar við fýra liðum hvør. Í ár møta liðini hvørjum øðrum eina ferð, men komandi kappingarár sleppa liðini at møta hvørjum øðrum tvær ferðir í bólkaspælinum - bæði á heima- og útivølli. Claus spældi javnt Claus Bech Jørgensen spældi enn einaferð við allan dystin, tá Blackpool spældi ímóti Coventry í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, eftir at Blackpool hevði lagt seg fram um eftir ein lítlan tíma. Góðar 10 minuttir seinni javnaði Coventry til 1-1, sum gjørdist úrslitið. Blackpool liggur sum nummar 13 av 24 liðum, eftir 8 umfør í deildini eru spæld. Skála hevði stóran tørv á øllum trimum stigunum í Fuglafirði leygardagin, og hóast teir vóru á odda og høvdu gott tamarhald á, so máttu teir taka til takkar við javnleiki 1-1 FÓTBÓLTUR Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Fótbóltslagið á Skála hevur ikki verið eins stuttligt í ár, sum tað ofta hevur verið. Skála hevur í ár ligið og stríðst í botninum, og nú er avgerðin um at fella. Fyri at halda lív í vónini hevði Skála tørv á øllum trimum stigunum, tá ið teir leygardagin vitjaðu ÍF í Fuglafirði. Úrslitini hava ikki verið góð hjá ÍF á heimavølli í ár, og tí var hetta møguleikin hjá niður- flytingarhótta Skála. Sá gott út Hetta var við at vera síðsta útkall hjá Skála, og tí var tað kanska ikki heilt óvænt- að, at vit sóu Skála-liðið langt frammi á vøllinum. Hinvegin var tað undrunar- vert, at ÍF-liðið lá so langt afturi og bíðaði eftir Skála. Men Skála takkaði fyri plássið, og gagnnýttu tað við at hava størra partin av spælinum. Tá ið fyrri hálvleikur júst var hálvrunnin, eydnaðist tað Skála at bróta ígjøgnum ÍF-verjuna. Pætur Dam Jacobsen stríddist væl á høgra vongi, og haðani fekk hann sent eitt innlegg inn- fyri. ÍF-verjan ruddaði burt, men beint í beinini á Paula G. Hansen, sum legði bóltin til rættis og langaði hann í mál til 1-0 til Skála. Eitt vakurt mál, og so var lív í vónini hjá Skála. Hetta var eisini einasta mál í fyrra hálvleiki, og Skála kundi uppiborið fara til hálvleiks við einari 1-0 leiðslu. Bjargingarmaðurin Bartal Í seinna hálvleiki var javnari býtt í spælbýtinum, men Skála megnaði meistarliga at halda ÍF frá teimum stóru málmøguleikunum. Defen- siva uppleggið hjá ÍF sá ikki út til at hepnast væl hendan dagin, og alt ov nógvar sendingar og vanlig- ar avleveringar annars fram eftir vøllinum fóru skeivar. Men tá ið Skála so væl megnaði at halda ÍF afturi á vøllinum, so var tað eitt vónbrot, at Skála ikki spældi seg til nakrar nevni- verdar málmøguleikar. Bartal Eliasen hevur áður roynst væl í álopinum, og tí varð seinasta skotið í byrs- uni latið av, tá ið hann bleiv fluttur fram í álopið. Men hóast tað sá svart út, so gav tað úrslit. Skála-verjan, sum hevði staðið væl allan dystin, megnaði ikki at binda fyri væl sniðgivna álopinum hjá Andy Olsen og Bartal Eliasen. Andy sendi eina stikning aftur um verjuna hjá Skála, og framm- an fyri málinum var Bartal kaldur, og bjargaði ÍF eina stignum – ella hinvegin: frá- tók Skála tvey dýrabar stig. Sær svart út Hjá Skála sær uppgávan nú nærmast ómøgulig út. Níggju stig eru eftir at spæla um, og í besta føri røkkur Skála yvirliving við sjey stigum. Tað ger tað ikki frægari, at so torfør mótstøðulið sum Víkingur, EB/Streymur og NSÍ bíða Skála. ÍF skal framvegis vanda sær, men alt er líkt til at væl eydnaða kappingarárið hjá ÍF tryggjar teimum enn eitt ár í Formuladeildini. Møgu- leikin fyri øllum øðrum er svinnandi lítil. Teir vóru betri Bartal Eliasen, sum bjargaði ÍF eina stignum, var ikki serliga fegin um avrikið. - Eg eri ikki væl nøgdur, men samanumtikið er eitt stig á góðari leið. Vit eru við í byrjanini, men lata síðan spælið upp til Skála. Viljin at vinna var ikki har, og eg haldi at Skála var betri enn vit – teir høvdu uppiborið betur, helt Bartal. - Vit liggja defensivt og royna at spæla bóltin skjótt frameftir, men tað riggar ikki. Halda ov nógv uppá bóltin og missa hann ov lætt, segði Bartal um tað, sum gekk galið. Bartal Eliasen undrar seg yvir, at tað er Skála, sum er ávegis niður í 1. deild. - Skála hevur nógvar góðar leikarar, sum spæla skjótt kombinatiónsspæl. Skála er ikki ringasta lið í Formuladeildini. Man sigur at stigatalvan ikki lýgur, men tað haldi eg at hon ger í hesum førum, segði Bartal Eliasen, sum undan kappingarárinum sjálvur hevði sett sær fyri, at hann og ÍF skuldu røkka 28 stigum. Hetta mál má sigast at vera í eygsjón, tí ÍF hevur nú 27 stig. Megna ikki at avgera Liðskiparin og nýklakti landsliðsleikarin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, hevði ynskt, at bóltarnir høvdu lættari við at fara í málið. - Vit skapa ikki so nógv í dag, men vit hava bóltin hjá okkum. Vit komu á odda og høvdu framvegis spælið, men vit klára bara ikki at lukka dystin, segði Pætur. Ein av høvuðsorsøkunum til at Skála er á aftasta plássið heldur Pætur vera tann, at teir hava havt trup- ult við at gagnnýtt málmøguleikarnar. Pætur, sum leikti ein góðan dyst á høgra vongi, heldur ikki, at nakað er avgjørt enn. Vit spurdu hann, um hetta var Formuladeildin hjá Skála á hesum sinni. - Tað loysir seg ikki at siga ja, men nú sær tað tungt út. Enn er ein teoretiskur møguleiki til staðar, so vit eru ongan veg farnir, segði Pætur, sum hyggur fram ímóti teimum - á pappírinum - truplu dystunum. Í teimum trimum dystunum, sum eftir eru, møta teir Víkingi, EB/Streymi og NSÍ. - Víking kunnu vit vinna ein og hvønn dag, meðan vit á einum góðum degi kunnu vinna EB/Streym. NSÍ kunnu vit altíð vinna, so vit kunnu faktist allar tríggjar dystirnar, men lat okkum nú síggja, segði Pætur. ÍF-Skála 1-1 (0-1): Niðurflytingin nærkast á Skála Skála ÍF Sum tað sæst á Høgna Madsen, so hevði ÍF tað strævið, tá teir tóku ímóti Pæturi Dam Jacobsen og Skála. ÍF bjargaði sær tó stig í evstu løtu, og tað gjørdi tilveruna hjá Skála enn truplari Mynd: Álvur Haraldsen 20