mánadagur 29. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 186 - 29. september 2008 ]
Bót fyri yvirvekt
Venjarin hjá brasilska Vasco da Gama, Renato Portaluppi,
hevur fingið nóg mikið av fótbóltsspælarum, sum ikki
eru í røttu venjingarstøðuni. Vasco da Gama hevur nú tapt
fimm dystir á rað í brasilsku liguni, og Portaluppi er fimti
venjarin hjá felagnum í ár. Og hann hevur longu langað
neven í borðið. – Tað eru bert tveir mátar at læra
spælarar, hvussu teir skulu bera seg at. Antin við at seta
teir á beinkin, ella við at geva bót sigur hann. Og longu
nú er so greitt, at talan verður um seinna alternativið. Fyri
hvørt kilo, sum ein spælari vigar ov nógv, skulu teir nú
rinda á leið 750 krónur í bót.
Dómarin skyldar
brotsspørk
Manchester United fekk eitt heldur bíligt brotsspark í
dystinum ímóti Bolton leygardagin, og tað gav fyrra
United-málið í dystinum.- Eg var kløkkur at hann dømdi
brotssparkið, tí frá mínari støðu sá tað út til, at Bolton-
spælarin vann bóltin. Men dómarin hevur ikki sæð eini
fýra ella fimm brotsspørk, sum vit hava átt í
undanfarnum dystum, so hann skyldar okkum framvegis
eini fýra brotsspørk, segði Alex Ferguson eftir dystin.
Fyri aðru ferð í ár
vunnu væl skipaðu
toftamenninir fulla
úrtøku ímóti illa
sperda KÍ
Fótbóltur
Jóannes Hansen
Joannes@sosialurin.fo
B68 hevur takið á klaksvík-
ingum. Tað siga tølini. Í
fyrsta umfari eftir summar-
steðgin vann B68 1-0 í
Klaksvík, og leygardagin
var talan um endurtøku í
nógva vindinum, sum lá
upp á tvørs av vøllinum.
Vindurin darvaði sjálv-
andi nógv, men serliga í 1.
hálvleiki var tað eyðsýnt,
hvussu nærlagdir spælarar-
nir vóru í royndini at halda
bólin á jørðini og at spæla
og ikki at sparka.
Nógvir KÍ stuðlar høvdu
leitað sær út á Svangaskarð,
og teir noyddust til hús aft-
ur við ongum. Stigini stakk
heimaliðið avstað við, og
spurningurin, hvussu tað
verður næsta kappingarár
hjá klaksvíngum, er fram-
vegis ósvaraður.
At uppflytararnir í B68
eisini í 2009 verða partur
av bestu deildini er einki at
ivast í. Spurningurin er nú,
hvussu høgt skipaða liðið
megnar at toga seg upp.
Einasta málið varð skorað
miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Eftir B68 hornaspark úr
høgru datt bólturin niður
mitt fyri málinum, har mið-
verjin Ovi Nysted var so
óheppin við høvdinum at
stýra hann í sítt egna mál.
Málið og sigurin vóru
nátúrlig avleiðing av gongd-
ini í 2. hálvleiki. Tá var
heimaliðið greitt omaná, og
undan sjálvmálinum høvdu
í hvussu so er tvær støður
verið, har tað var heilt
óheppið, at bólturin ikki fór
í málið.
B68 spældi seg ofta ígjøg-
num í høgru, har Dánial
Pauli Højgaard legði inn-
fyri. Eftir innlegg til hand-
ara stólpa smekkaði Øssur
Hansen til úr stuttari fjar-
støðu, men Jákup Mikkelsen
bjargaði framúr væl, og
eftir innlegg úr høgru stýrdi
innskifti
Jóan
Símun
Edmundsson bóltin á nærra
stólpan.
Eftir leiðslumálið royndi
B68 at halda fram í sama
lagi, og hóast KÍ spenti
álopsbogan við at flyta Ova
Nysted úr miðverjuni og
fram í álopið, so var tað
meiri tyngd og broddur í
snarálopunum hjá heima-
liðnum, enn tað var í hinum
endanum.
Orkan gekk undan
Støðan í Klaksvík er trupul,
og tað er ikki betri av, at
álopsvápnini, sum ætlanin
hevur verið at brúka, ikki
eru tøk. Rógvi Jacobsen var
als ikki á vøllinum. Nyttan,
ið er fingin burturúr lands-
liðsspælaranum, sum fyrr í
summar flutti heim úr Nor-
egi fyri at fáa barndómsfel-
agið á føtur, hevur higartil
verið millum lítil og eingin.
Rodrigo varð settur inn
longu miðskeiðis í 1. hálv-
leiki. Hann hevur nógvar
dygdir, men tað var týðuligt,
at hann er ikki hundrað pro-
sent, og hann tóktist ikki
hava førleika at vísa skjót-
leikan og tøttu dragingarnar,
sum fyrr á árinum bóru við
sær, at hann var vanda-
mikil.
Veteranarnir Jan Andrea-
sen og Allan Joensen fyltu
væl á sentrala miðvøllinum,
men felags fyri bláa kollekt-
ivið var, at tað eftir steðgin
kendist torført hjá teimum
at fylgja við, tí mótstøðu-
menninir vóru skjótari í
fatan og rørslu. Í 1. hálvleiki
hevði Stefan Kalsø ein
møguleika eftir framlegging
úr vinstru, men stútarin fór
upp um málið, og tað var
tað.
Hongur væl saman
B68 hevur ment seg til at
vera framúr væl skipað í
verjupartinum. Brandarnir í
miðverjuni og vongverjin í
høgru gera ikki uppgávuna
torførari, enn hon er. Øssur
Hansen nýtir alla sína rut-
inu í vinstru, miðvøllurin
arbeiðir hart og miðvíst, og
so ger tað ógvuliga stóran
mun, at tað í fremstu røðu
eru spælarar, sum megna so
nógv einsamallir.
Brian Andersen dugir væl
við bóltinum, og hann flytir
seg nógv. Keita man vera
ein tann besti álopsspælarin
í landinum. Hann er framúr
skjótur, og tað var støðug
hóttan fyri KÍ verjuna, tá ið
Keita bjóðaði av.
Fleiri ferðir var um repp-
ið, at tað spurdust mál burt-
urúr. Jákup Mikkelsen var
góður í KÍ málinum, og
toftamenn kunnu væl liva
við, at sigurin gjørdist 1-0!
B68-KÍ 1-0 (0-0):
B68 hevur takið á klaksvíkingum
KÍ
B68
Hóast líkindini ikki vóru
nakað serlig, so royndu
báðir partar av halda
bóltinum á jørðini
Mynd: Álvur Haraldsen