Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 186 - 29. september 2008 ] Cantona stúrir fyri United Manchester United-legendan Eric Cantona stúrir fyri felagnum, tá ið venjarin Sir Alex Ferguson gevst sum venjari. Hann heldur, at Ferguson í løtuni er maðurin, sum heldur felagnum saman. - Eg skilji væl, at áskoðararnir stúra. Gongdin í felagnum ber ikki at broytast, meðan Ferguson er venjari, men tíðin eftir at hann er givin verður trupul, sigur Cantona við The Sun. Boldsen umhugsar landsliðið Joachim Boldson umhugsar sína framtíð á danska hondbóltslandsliðnum. Boldson spældi ikki nakað serliga væl til OL-kappingina í summar, og eftir at hann hevur skift til Barcelona at spæla, er hann farin at ivast í sínari framtíð á landsliðnum. - Vit spæla nógvar dystir og ferðast sera nógv. Spurningurin er, um eg havi tíð til landsliðið frameftir, sigur Boldsen við Politiken. Joachim Boldsen hevur spælt 174 landsdystir fyri Danmark. Líkt var til tvey brennandi lið fóru at hittast í Gundadali hendan seinnapartin. Heimaliðið, B36 er í hornataki við hini topp-liðini, HB og NSÍ, og B71 má berjast fyri lívinum í deildini Fótbóltur Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Eftir regn fyrr um dagin var nú aftur turt, men nógvur vindur og sera kalt í Gunda- dali. Vindurin lá til fyrimuns fyri B36, ilt er at siga um tað júst var tí, so væl lá fyri. B36 sóu beinavegin út til at vera liðið, sum vildi meira hendan dystin. Teir løgdu seg fram og trýstu gestirnar frá byrjan. Eftir ein løgnan tilburð, har dómarin sá út til at vera millum leikandi mennirnar á vøllinum, megnaði Alex Jose dos Santos hjá B36 at reka seg fram og leggja bólt- in til Hanus Thorleifsson, sum skjeyt móti málinum. Ikki eydnaðist tað honum at skora, men seinna royndin gav Sam Malson bóltin, ið so at siga undir málinum megnaði at fáa hann inn. Sostætt gjørdist 11. minutt- urin lagnuløtan hjá B71. Løgnasta næstan- málið í ár Á miðari B71 hálvu skuldi Símin Hansen hjá B71 skjóta bóltin út til innkast, tá Sam Malson aftur var uppá spæl. Ein takling frá honum fekk bóltin at skjót- ast avstað. Men til alla eydnu fyri hann fór hann beina kós móti B71 málin- um. Símun Rógvi Hansen í málinum, stóð hvørki tilreið- ar ella nóg nær til at røkka bóltin, og mátti eygleiða hann á kós móti málinum. Bólturin rakti tó einans tvør- stongina og vandin var av. Látur var millum áskoðarar- nar, tí hetta var ikki nakað, ið nakar hevði sæð áður. Eftir hetta hendi ikki stórt meira í fyrra hálvleiki. Mun- ur var á liðunum, ið bardust hvør fyri síni søk. B36 spældi væl betur á øllum økjum og kundu økt um málúrtøkuna. Betur fyri Eftir leikararnir komu út aft- ur á vøllin eftir hálvleiks- steðgin, sá fyrst út til at B71 veruliga fóru at taka støðuna í álvara. Hóast gulu mennirnir runnu skjótari enn áður og spældu beinari, bar ikki til at leggja havna- mennirnar. Tá einki úrslit sást burturúr arbeiðinum hjá sandoyingunum lak luftin skjótt úr teimum. Og heima- liðið tók yvirhond aftur. Málroynd eftir málroynd royndi B36 at økja um mál- ini. So at siga allur seinni hálvleikur var nýttur á B71 hálvuni, og ein stórur partur í brotsteigi teirra. Fleiri ferð sá tá út sum bólturin fór inn, og fjeppararnir reistu seg, men hvørja ferð máttu teir setast skuffaðir. Gula kortið, ið Símun Hansen fekk í 54. minutti gav heimaliðnum ein gyltan møguleika í vinstru síðu, áraka við B71 brotsteigin. Møguleikin, fimm metrar frá málinum, endaði langt uppiyvir málinum, og bólt- urin oman á niðara vøllin. Har 3. Deildarliðið hjá B71 hølvaði B36 av í finaludysti dagin fyri. Tríggir dystir og KÍ í eygsjón Samanumtikið var B36 betra liðið hendan dagin. Hóast munurin var stórur megnaðu teir ikki at skora meir enn tað eina málið. Men B71 málverjin hevði, sum sagt, úr at gera. Nú er 24. umfarið farið aftur um bak, og einans trý resta í. HB vann eisini og sostætt liggja havnaliðini enn síðu um síðu. Nú eru 8 stig fram til EB/Streym, og ikki ógjørligt at taka teir aftur, tó hetta verður ómeta- liga torført. Stríðið um silv- urið og bronsuna er millum B36, HB og NSÍ, men eitt av teimum má í ár standa við ongum. Hjá B71 er lívlinjan at vinna írestandi dystirnar. Komandi dysturin er móti B68 og KÍ spælir móti ÍF. Um nøkur vón skal vera fyri B71, er av øllum týdn- ingi at teir fáa vend í. B36-B71 1-0 (1-0) Burdi verið spennandi Samrøður B36-B71 B36: Odmar Færø Sjálvur var hann væl nøgdur við úrslitið. Sjálvt um teir trýstu B71 og megnaðu ikki meir enn hitt eina málið, var tað nóg mikið. Trý stig vóru tað, teir vóru eftir, ikki fimm mál. Teir spældu ein góðan dyst og høvdu nógvar møguleikar, teir kundu havt skora uppá, men tað bleiv sum tað bleiv. B71 veittu eisini eina virðiliga mótstøðu. Nú er dysturin við HB um silvurið av álvara í gongd. B71: Rasmus Nielsen Tíverri eydnaðist tað ikki hjá teimum at fáa stig á hesum sinni, nú tað stendur um lív og deyða hjá B71. Ikki gav hetta teimum nóg mikið av ágrýtni á hesum sinni, men teir spældu ikki ein ringan dyst, greiddi hann frá. Men mótið er ikki farið frá teimum, enn eru KÍ bara trý stig frammanfyri og vónin at taka teir aftur livir enn. B71 B36 Tað kundi sambært myndini verið B71, sum var flúgvandi í Gundadali, men teir formáddu sær lítið móti B36, sum vann ein rættiliga tryggan 1-0 sigur Mynd: Álvur Haraldsen