Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 186 - 29. september 2008 ] Kollfirðingar megnaðu ikki at halda fast í StÍF, sum vitjaði sunnukvøldið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast StÍF seinnu árini støð­ugt hevur verið­ partur av føroyska hondbóltsodd­ inum, so er ivasamt, hvussu styrkin á lið­num er í løtuni. Tí skuldi tað­ als ikki tak­ ast fyri givið­, at teir skuldu hava øll stigini frá KÍF, sum í fjør gjørdist aftasta lið­ið­ í manshondbólti, men sum samstundis ong­ antíð­ gevur upp, fyrr enn dómarin hevur bríkslað­ fyri seinastu ferð­. Og talan gjørdist eisini um sera trupla uppgávu hjá StÍF. Fyri steð­gin gekk mest sum púrasta javnt fyri seg, og beint eftir steð­gin vóru tað­ vertirnir, sum hóttu við­ at fara avstað­. Tað­ var tó skjótt, at StÍF svarað­i aftur, og eftir at teir broytt 13­12 til 17­20, var eingin vegur aftur hjá KÍF. Við­ sigrinum syrgdu strandingar fyri, at teir løgdu væl frá landi í ársins útgávu av hondbóltslands kappingini. Men um hetta aftur í ár fer at røkka til finalusess, er ein heilt ann­ ar spurningur. KÍF-StÍF 21-24 (11-12): StÍF tók alt í Kollafirði Mortan Hansen, sum her langar bóltin fram við Rógva Weyhe, var væl fyri, tá StÍF í fyrsta dystinum hetta kappingarárið vann sær tvey stig í Kollafirði Mynd: Álvur Haraldsen KÍF-StÍF 21-24 (11-12): 10 min: 3-6 20 min: 8-10 40 min: 15-15 50 min: 18-21 Málskjúttar KÍF: Damir Oros 6(1), Rógvi Weyhe 4, Niklas Reginsson 3, Teitur Joensen 2, Suni Johanne- sen 2, Tony Weyhe 2, Regin Petersen 1, Ási Dam 1 StÍF: Mortan Hansen 7, Rúni Johansen 6(2), Bárður B. Danielsen 4, André F. Danielsen 3, Leivur Justinus- sen 2, Alexandur Johansen 1, Rúni Niclasen 1 Brotskøst: KÍF 2, StÍF 3 Útvísingar: KÍF 6, StÍF 2 FAKTA um dystin H71 hølvaði Kyndil av, tá teir grønu í ársins fyrsta dysti góvu til kennar, at Kyndil neyvan verður partur av oddastríðnum í ár Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kyndil er mest vinnandi føroyska felagið­, og sum so eru vónirnar til lið­ið­ altíð­ stórar. Í vetur er tó ikki líkt til, at Kyndil skal gera tær heilt stóru skreytirnar. Manning­ arliga er lið­ið­ als ikki so væl fyri, sum teir onkra að­ra tíð­ hava verið­, og tí vóru menn sum Erlendur Johannesen, Bárð­ur Johannesen og Jón­ leif Sólsker at síggja á lið­n­ um, sum sunnudagin royndi seg móti H71. Og hoyvíkingarnir sýndu onga náð­i í sínum avriki. Longu fyrstu fáu minuttirnar skræddu teir seg avstað­, og teir grønu vóru ongan tíð­ í nær námind møguleikanum at skapa nakað­ av spenningi í dystinum. Tvørtur ímóti var spurning­ urin bara, hvussu stórur sigurin hjá hoyvíkingunum skuldi verð­a. Ikki minst, tá hugsað­ verð­ur um, hvussu nógv meira orka býr í lið­n­ um av ungum hoyvíkingum. Við­ trivaliga sigrinum sendi H71 tekin um, at teir aftur í ár skulu takast í álv­ ara, með­an tað­ hjá Kyndli tykist vera ein spurningur um at sleppa sum best ígjøg­ num kappingarárið­. Eisin hóast tað­ kann roknast við­, at að­rir spælarar leggjast aft­ urat hópinum, so hvørt sum árið­ líð­ur. Kyndil-H71 21-35 (8-16): Ójøvn grannauppgerð Kyndil-H71 21-35 (8-16) 10 min: 1-6 20 min: 4-12 40 min: 13-23 50 min: 16-32 Málskjúttar Kyndil: Bárður Johannesen 8(1), Hans Áki Dal-Christiansen 3, Thorvald Abrahamsen 2, Jón- leif Sólsker 2(1), Rani Ellingsgaard 2, Janus Einar Søren- sen 1, Hans Arni B. Thomsen 1, Rói H. Lamhauge 1, Tummas Pauli Hanusarson 1 Brotskøst: H71 2, Kyndil 5 Útvísingar: Kyndil 3, H71 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA um dystin VÍF smurdi Neistan av, tá føroyameistar­ arnir og FM­favoritt­ arnir vitjaðu í fyrsta umfarinum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum verjandi meistarar er Neistin eitt av bestu boð­un­ um upp á ein komandi FM­ vinnara. Lið­ið­ tykist ikki viknað­ í mun til í fjør, og móti einum VÍF­lið­i, sum framvegis skal byggjast upp, skuldu teir bláu roknast sum favorittar. Men á vøllinum gongur ikki altíð­, sum prestur præd­ ikar. Tí tað­ var nevnliga VÍF, sum kannað­i sær stig­ ini, tá lið­ini hittust í Vest­ manna sunnudagin. Fyrstu løtuna var annars ikki so nógv, sum skilti part­ arnar, men vestmenningar høvdu kortini hug at fara undan. Mið­skeið­is í hálvleik­ inum høktu teir eisini munin upp í trý mál, og hóast Neist­ in svarað­i aftur, so kostað­i hetta nógvar kreftir. Og sein­ astu løtuna undan steð­ginum gekk heilt galið­. Neistin hevð­i annars vunnið­ seg framum, men seks VÍF­mál á rað­ syrgdu fyri, at teir gulu nú vóru omaná. Og í løtuni eftir steð­gin var gongdin tann sama. VÍF vann seg átta mál framum, og so stóð­ teimum flestu greitt, at stigini ikki skuldu nakran veg á degnum. Neist­ in royndi at sprutta aftur sein­ astu løtuna, men talan var bert um eina roynd at pynta um úrslitið­ av dystinum, sum VÍF altso vann trygt. VÍF-Neistin 34-28 (18-14): Gulir og bláir meistarar VÍF-Neistin 34-28 (18-14) 10 min: 6-5 20 min: 11-12 40 min: 23-16 50 min: 28-22 Málskjúttar VÍF: Joen P. Høgnesen 8, Sámal Joensen 6, Agnar Joensen 4(2), Karl J. Djurhuus 4, Áki G. Olsen 3, John Zachariassen 2, Rúni Joensen 2, Niels Andrea- sen 2, Jákup S. Andreasen 2, Áki Olsen 1 Neistin: Finnur Hansson 8, Blagoje Buha 5(2), Jugoslav Djumic 5, Ingi Olsen 3, Bogi Berg 2, Jens Mohr 2, Jón Ludvík 1, Áki Mørk 1, Tróndur Kragesteen 1 Brotskøst: VÍF 2, Neistin 3 Útvísingar: VÍF 1, Neistin 6 Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir) Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg FAKTA um dystin Hoyvíkingar sýndu ongan náði, tá teir vundu burtur úr einum Kyndils-liði, sum í løtuni er langt frá vanligari Kyndils-styrki Mynd: Álvur Haraldsen B71 vann 3. deild Leygardagin eydnað­ist B71 at vinna finaludystin í 3. deild. Dysturin var móti B36, sum telur fleiri veteranar, sum áð­ur hava gjørt um seg í fremstu røð­. Hjá B71 var talan um eitt rættiliga ungt lið­, har æviga ungi Eli Hentze virkað­i sum stýrimað­ur, og har einstakir að­rir veteranar eisini gjørdu sítt til at stabilisera spælið­. Stutt fyri steð­gin kom B71 á odda, tá Eli Hentze sendi brotsspark í netið­. Djóni Nolsøe Joensen hjá B36 gjørdi honum tó kynstrið­ eftir, og løtu seinni stútað­i sami Djóni B36 upp á 2­1. Men so tóktist orkan ganga undan. Jón Koytu Petersen skorað­i tvey frálík mál, og tá B36 royndi at spenna álopsbogan seinastu løtuna, kundi Ebbe Kristin Thomsen stað­festa sigurin. Agger vil ikki tosa um sáttmála Danski verjuspælarin Daniel Agger er ikki sinnað­ur at tosa við­ Liverpool um at leingja sín sáttmála. Eftir drúgvan skað­a farna kappingarár, hevur Agger ikki vunnið­ sær pláss aftur á lið­num í hesum kappingarár­ inum. Liverpool er sinnað­ at leingja sáttmálan, men Agger vil leita sær eftir nýggjum felag longu um árs­ skiftið­, um støð­an hjá honum í felagnum ikki broytist.