mánadagur 29. september 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 186 - 29. september 2008 ]
Meistararnir komu
sær ongan tíð í trupul
leikar, tá tær runnu
StÍF um koll sunnu
dagin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At Stjørnan aftur í ár er
greiður favorittur at vinna
FM-heitið í kvinnuhond-
bólti, eru tey flestu so
hampuliga samd um.
At liðið í alt summar hev-
ur fyrireikað seg til Europa-
Cup dystir hevur eisini bor-
ið við sær, at venjingarstøðan
longu nú er heilt har á leið,
sum hon eigur at vera, og
tað fekk StÍF at kenna rætti-
liga skjótt sunnudagin.
Fram til miðjan fyrra
hálvleik fylgdust liðini so
toluliga væl, men tá Stjørn-
an skifti gear eina løtu,
skrædnaði av álvara millum
liðini.
Og fyrsta korterið eftir
steðgin vórðu tummilskrúv-
urnar
veruliga
spentar.
Hóast StÍF royndi at draga
ferðina nakað niður, so
eydnaðist hetta ikki meira
enn næstbest, og so kundu
lokalu stjørnurnar vinna ein
hampuliga tryggan stórsigur
í ársins fyrstu heimligu
styrkisroynd.
Hóast Kyndil í ár
hevur eitt hampuliga
spennandi lið, so fin
gu tær veruliga oyr
uni í maskinuna, tá
VB kom á vitjan
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
VB-kvinnurnar hava seinnu
árini verið partur av avgjør-
da føroyska hondbóltsoddi-
num. Og í mun til undanfar-
in ár, so tykist hópurin á
pappírinum heldur breiðari,
enn hann hevur verið, og
undir øllum umstøðum varð
talan um sera góða byrjan,
tá tær spældu í Havn sunnu-
dagin.
Talan gjørdist um ein
knúsandi sigur á Kyndli,
sum annars tykist hava eitt
spennandi lið, har setningur-
in er at byggja víðari á
royndirnar, sum hópurin
fekk í fjør. Men í fyrstu
royndini drógu tær so púras-
ta blankt.
VB leyp nevnliga avstað
alt fyri eitt, og tá tær fyrst
høvdu vunnið seg eini
fimm mál framum, var luft-
in mest sum púrasta tikin úr
spenninginum.
Og tað eydnaðist ongan
tíð hjá Kyndli at svara aftur.
VB hevði fult tamarhald á
dystinum, og hóast tær ikki
øktu so nógv um leiðsluna
seinasta hálva tíman, so
góvu
tær
heldur
ikki
somikið sum lítlafingur frá
sær.
Tjaldur hevði sigurin
í pottinum, men
seinasta minuttin
skoraðu Neista
kvinnur trý mál,
soleiðis at tær fingu
bjargað sær eitt stig
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tjaldur er aftur í bestu kvin-
nudeildini í hondbólti, og
hetta varð markerað við
buldri og braki sunnudagin.
Neistin kom á vitjan, og
hóast tær bláu vórðu rokn-
aðar sum greiðir favorittar,
so var tað so nær við, sum
tað kundi vera, at Tjadur
hevði bæði stigini eftir, tá
dysturin var lokin.
Bara ein minutt undan
leikloki mundu tey flestu
halda, at sigurin var í potti-
num.
Neista-kvinnurnar
høvdu annars verið mest
sum púrasta sørar eftir
steðgin, og máltalvan vísti
25-22, tá farið varð undir
seinasta minuttin.
Og onkursvegna megnaði
Neistin eisini at toga sær
trý mál á rað seinasta minut-
tin. Og so kundu tær í Tjald-
ri bara iðra seg um tað, sum
kundi verið. Ein partur av
spælinum er eisini at halda
høvdinum kalt, tá mest
stendur á, og einki er at
ivast í, at tað var júst hetta,
sum Tjaldur ikki megnaði.
Men við fleiri nýggjum
spælarum á liðnum, er lítið
at ivas tí, at Tjaldur veruliga
hevur potentialið til at óróg-
va í oddinum. Og spurning-
urin verður so bara, hvussu
langt fram tær kunnu stinga
nøsina í dysti við Neistan
og VB, sum enn mugu rokn-
ast sum fremstu avbjóðarar-
nir til stórfavorittarnar úr
Stjørnuni.
Tíverri hevur tað ikki
eydnast okkum at fáa fak-
ta’ini frá dystinum.
Troyttur av spurningum
um pápan
19 ára gamli Mads Laudrup, sum er sonur Michael
Laudrup, er troyttur av spurningum um pápa sín. - Eg
havi verið samanlíknaður við pápa mín, síðani eg dugdi
at ganga, og eg veit, at hvørja ferð onkur journalistur
tosar við meg, so kemur ein spurningur um pápa. Heilt
erligt, so eri eg troyttur av tí, sigur Mads Laudrup við eitt
russiskt blað, sum eisini hevur roynt at spyrja hann um
Michael Laudrup.
Bech heldur høvdið høgt
Tað gongur av skriðuni hjá danska superligafelagnum
Esbjerg. Teir liggja aftast í superliguni, og um vikuskiftið
tapti liðið til Skive í steypakappingini. - Verri úrslitni eru,
meira hava spælararnir brúk fyri einum góðum venjara,
og eg haldi meg hava nógv eftir at geva liðnum. Men eg
má siga, at eg eri vónbrotin av, at spælararnir bert vísa
vilja og mót í tríggjar minuttir í hesum dystinum, sigur
Troels Bech við JydskVestkysten.
Stjørnan-StÍF 28-18 (13-9):
Eingin slingur í Stjørnu-valsinum
Stjørnan-StÍF 28-18 (13-9)
10 min: 5-3
20 min: 8-5
40 min: 18-11
50 min: 23-15
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 7(1), Durita Christophersen
6(1), Maria við Neyst 3, Anna Kristina Samson 3, Diane
Møller 3, Durita Ljósstein 2, Bára S. Klakstein 2, Durita
Mikkelsen 1, Joan Midjord Djordjevic 1
StÍF: Rebekka Justinussen 8, Ninna K. Johansen 3(2),
Signhild Petersen 2, Louisa Andreasen 2, Sunfríð Johansen
1, Ásgerð Káradóttir 1, Anna Maria Berthelsen 1
Brotskøst: Stjørnan 3, StÍF 3
Útvísingar: Stjørnan 3
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA um dystin
Kyndil-VB 19-31 (9-15):
Stórsigur til VB
Tjaldur-Neistin 25-25 (14-18):
Neistin bjargað
í evstu løtu
Annika Thomsen, sum annars hevur fingið sína
hondbóltsuppaling í Neistanum, er ein av nýggju spælarunum
hjá Tjaldri
Mynd: www.tjaldur.net
VB-Kyndil 19-31 (9-15)
10 min: 2-7
20 min: 5-12
40 min: 12-22
50 min: 16-25
Málskjúttar
Kyndil: Jacklin Durhuus 9(2), Rakul Napoleonsdóttir 2,
Barbara Egilstrøð 1, Eydna Apol 1, Ása Apol 1, Annika
Poulsen 1, Eyðritt Andreasen 1(1), Linda Johannesen 1,
Ronja Mikkelsen 1, Marina Zilko 1
VB: Daiva Toumaite 9(4), Gurið Mortensen 7, Lina
Andriulyte 6, Bára Mortensen 2, Uni Egilsdóttir 2(2), Rannvá
Augustinussen 1, Svava Vestergaard 1, Theresa Joensen 1,
Laila Jespersen 1, Miriam Michelsen 1
Brotskøst: Kyndil 3, VB 7
Útvísingar: Kyndil 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA um dystin
VB kom flúgvandi frá byrjan, tá tær sunnudagin vunnu
tryggan sigur á Kyndli
Mynd: Álvur Haraldsen