Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 29. september 2008 35 Eitt miseyndað lív sum vinnulívsmaður fekk íslendska Ármann Reynisson at royna seg sum søgusigara. Nú gevur hann út bók við smásøgum á føroyskum, íslendskum og grønlendskum Søgur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eftir eitt heldur baldrut lív við miseydnaðum vinnulívs­ ætlanum, drúgvum rættar­ gongdum og fongsuls­ revsing, valdi 57 ára gamli íslendski Ármann Reynis­ son fyri níggju árum síðani at royna seg sum søgusigara. Hansara níggjunda bók Ritrósur úr Útnorði er júst komin í bókabúðirnar. Tað sermerkta við bókini er, at søgurnar eru bæði á føroysk­ um, donskum, íslendskum og grønlendskum. Í bókini eru 47 smásøgur, ella sokallaðar vinjettir, úr Útnorði, harav 15 eru úr Føroyum. Søgufróðir føroyingar Sum lið í síni nýggju yrkis­ leið sum søgusigari, hevur Ármann Reynisson ferðast víða kring heimin, tí sum hann sigur ­ Øll fólk hava eina søgu at siga, og eg ferðist fegin langt fyri at hoyra tær og skriva tær niður. Tríggjar ferðir hevur íslendski søgusigarin verið í Føroyum og ferðast runt og lurtað eftir søgum, og hann er er vorðin rættiliga hugtikin av søgufróðu føroy­ ingunum. ­ Føroyingum dáma væl at fortelja søgur. Tað stutt­ liga er, at ofta fortelja tey søgir og sagnir í rættiliga ymsum útgávum, tí tey hava hoyrt ella minnast tær ymiskt. Ella tey kanska bara minnast ein part av søgnini og so sjálvi spinna restina, sigur Ármann Reynisson. Hetta gevur honum eitt ávíst frælsi, tá hann skal skriva søgurnar, sigur hann, og onkuntíð loyvir hann sær eisini sjálvur at nýta hugflogið og kanska leggja okkurt afturat søguni. Søgurnar úr Føroyum fevna um alt frá gomlum søgnum og søguligum hend­ ingum til egnar hugleið­ ingar. Óektað vinnulívsfólk Áðrenn hann byrjaði at skriva, livdi Ármann Reynis­ son eitt lív sum harðkókaður vinnulívsmaður, har hann arbeiddi við ymsum verk­ ætlanum, sum ikki altíð fylgdu vanligum reglum. Eftir drúgvar rættargongdir varð hann at enda dømdur eitt ára fongsulsrevsing. Sjálvur sigur Ármann Reynisson, at tað var ikki fyrr enn hann gavst sum vinnulívsmaður, at hann varnaðist, at heimurin er fullur av søgum. ­ Stór vinnulívsfólk hava ikki stundir at njóta lívið. Tey liva ikki í veruleikanum, og geva sær ikki far um fólkini kring seg, og søgur­ nar, tey hava at siga. Lívið sum vinnulívsfólk er snøgt sagt ikki eitt ektað lív ­ tað er íslendskt vinnulív í løtuni kanska besta dømi um, heldur Ármann Reynisson. Hóast hann hevur lagt sítt gamla lív afturum seg, spøki fortíðin aftur í søgu­ num í ávísan mun. ­ Men bara á tann hátt at tær vísa, at eg hava lært nak­ að av tí og funnið meg sjálv­ an av nýggjum, sigur Ármann Reynisson. Inn við móðurmjólkini Flestu søgurnar hjá Ármann Reynisson er av tí, hann kallar ’uppbyggjandi’ slag. ­ Eg eri troyttur av søgum um neyð og elendigheit og vil heldur vísa á tað vakra í lívinum. Eisini hevur tað týdning fyri meg, ikki bara at gera tað sama sum allir aðrir høvundar. Fólk skulu hava møguleika at hoyra ein jaliga og uppbyggjandi søgu uttan at skula draga seg ígjøgnum eina heila skaldsøgu, sigur søgusig­ arin. Hann ivast ikki í, at hetta at siga søgur, onkursvegna er nakað, hann hevur fingið inn við móðurmjólkini. Sum smádrongur vaks hann upp við foreldrum og omm­ um og abbum, sum altíð søgdu søgur. ­ Fólk hava so nógv um oyruni í dag, at tey hava ikki tíð at siga søgur. Eg hoyri kanska til tað seinasta ættarliðið, sum er uppvaksið við tí traditiónini, og tí er tað umráðandi, at royna at halda hana við líka, sigur íslendski søgusigarin, Ármann Reynisson. Heili 80.000 fólk vitjaðu framsýning­ ina við føroyskum listaverkum á Leopold Museum í Wien LiSt Nú føroyska listaframsýn­ ingin ”Moderne Kunst Der Färöer Inseln” á Leopold Museum í Wien er endað, lata fyriskipararnir í Eystur­ ríki væl at. Fleiri enn 80.000 fólk hava vitja framsýningina, síðani hon lat upp í mein mánaða, og fleiri hundrað katalog umframt aðrar før­ oyskar listabøkur, plakátir og postkort vórðu seld. Eisini hava eysturríkskir og altjóða miðlar gjørt rætti­ liga nógv burtur úr fram­ sýningini og givið henni sera góð ummæli. Við á framsýningini vóru 34 føroysk listafólk við 86 listaverkum. Tað var Listasavn Føroya sum skipaði fyri listafram­ sýningini saman við Leo­ pold Museum. Listfrøðingurin Dr. Michael Fuhr, kurateraði framsýningina og skrivaði saman við listfrøðinginum Dagmar Warming, MA, eitt stórt katalog á týskum og enskum um føroyska list. -ave- Millum tey 34 føroysku listafólkini, ið luttóku á framsýningini á Leopold Museum, var Edward Fuglø við einum av sínum eyðkendu ’fuglamálningum’ 80.000 sóu føroyska list í Wien Íslendski søgusigarin Ármann Reynisson hevur júst givið út sína níggjundu bók við smásøgum, harav 15 av søgunum eru úr Føroyum Mynd: Jens K Vang Vinnulívsmaðurin gjørdist søgusigari