mánadagur 29. september 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 186 - 29. september 2008
tíðindi
Seinnapartin í gjár
avdúkaði Sigurð
Simonsen, borgar
stjóri í Fuglafirði
standmyndina av
bíbliutýðaranum og
prædikumanninum
Victor Danielsen.
– Saman við Jákupi
Dahl, prósti gjørdi
hann sítt til at
menna og varðveita
okkara mál, segði
borgarstjórin í røðu
síni
Standmynd
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Fuglafjørður: - Hetta er
ein sonn lýsing av hesum
andaliga
stríðsmanninum
Victor Danielsen!
Tað var ein afturvendandi
setningur, sum varð sagdur
í sambandi við hátíðarligu
løtuna, tá standmyndin hjá
listamaninum Hans Paula
Olsen varð avdúkað í gjár.
Tað var býráðið í Fugla-
firði sum í síni tíð setti
niður eina serstaka nevnd at
taka sær av hesum málinum.
Arbeiðið var nú umsíðir
komið so langt, at stand-
myndin var liðug og kundi
avdúkast í býnum, har hann
búði meginpartin av lívi
sínum.
Talan er um eina vakra
og upprætta standmynd av
hesum manni, sum legði
bæði lív og sál sína í fyri
gleðiboðskapin í skrift og
talu á føroyskum. Tað var tí
ikki uttan orsøk, at onkur
sammetti Victor Danielsen
við andaliga stríðsmannin
úr 1. øld, Paulus ápostul.
Undir liðini á standmynd-
ini er sett ein ovurstór hond
við einum fyllipenni í, og
frammanfyri
hesa
vóru
skrivað tey fyrstu ørindini
úr 1. Mósebók, tá Victor í
síni tíð byrjaði at týða alla
Bíbliuna.
-
Henda
hondin
hjá
Victori kundi eins væl verið
ein mynd av Guds hond –
ella ein mynd av, hvussu
Victor lat seg brúka í anda-
ligari tænastu fyri frelsara
sín, ið hann hevði sett álit
sítt á, var onkur sum tók til
frammanfyri standmyndini.
Á hátíðarhaldinum slapp
Helena Dam á Neystabø at
halda sína fyrstu røðu sum
landsstýriskvinna í menta-
málum.
Umframt
hana
»Henda hondin hjá Victori kundi eins
væl verið ein mynd av Guds hond – ella
ein mynd av, hvussu Victor lat seg brúka
í andaligari tænastu fyri frelsara sín, ið
hann hevði sett álit sítt á«
Ein urtagarðsmaður fyri
Standmyndin av Victor Danielsen er ein sonn lýsing av hesum
andaliga stríðsmanni okkara. Tey, sum kendu hann siga, at bæði
andlitsbragd og kropsburður er júst soleiðis sum hjá honum