Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. september 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 29. september 2008 37 tíðindi móðurmáli okkara hildu biskuppurin Jógvan Fríðriksson, formaðurin í nevndini fyri standmyndini Jóhan Heri Joensen og borgarstjórin Sigurð Simon­ sen røður. Við hetta høvið sang fuglfirðingurin Stan­ ley Samuelsen og Siloa­ kórið eisini tveir sangir eftir Victor Danielsen. Á samkomu í Mentanar­ húsinum aftaná helt Zacha­ rias Zachariassen fyrilestur um Victor Danielsen, eins og sangluttøka var við Hannis Hansen, Stanley Samuelsen, Siloa­kórinum og við brøðrunum á Lakj­ uni. Røkja og menna málið Í røði síni vísti borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurð Simon­ sen á, at Victor Danielsen taldist millum teir føroying­ arnar, sum hava verið oyggjalandi okkara at frama. ­ Í okkara lítla oyggjalandi hava búleikast kvinnur og menn, sum á ymiskan hátt, hvør á sínum móti, hava skarað framúr og gjørt slóð­ brótandi verk til frama fyri bæði land og fólk. Soleiðis gjørdi hetta seg eisini galdandi á tí mentanarliga økinum, segði borgarstjór­ in. Hann vísti á, at okkara móðurmál hevði sera trong kor og varð komið nær gravarbakkanum: Jens Chr. Svabo, ið var á kanningar­ ferð í Føroyum í 1781­82 skrivar í sínum “Inberet­ ninger”, millum annað: “Man finder nu om stunder intet Dokument skrevet på Færøsk, heller ikke forstår nogen, at bogstavere det sprog, der nu tales, så det kunne læses af andre”. Hesin vánaligi standur móðurmálsins stóð við, líka til stórmennið í føroyskari málreising V.U. Hammers­ heimb í árinum 1846 legði lunnar undir móðurmál okk­ ara, og gav sínum lands­ monnum tað føroyska skrift­ málið, hetta málið hann segði um: “et så dyrebart og helligt klenodie som modersmålet må være dem”. ­ Nú okkara egna tungu­ mál loksins varð vorðið til skriftmál, ráddi um at brúka, røkja og menna tað. Og tað var júst tað, sum hendi, tá ið næsta ættarliðið við Jákupi Dahl, prósti og Victori Danielsen, trúboðara í fremstu røð løgdu til brots, segði Sigurð Simonsen. Og hann helt fram, at bæði samtíðin og eftirtíðin hevur givið hesum báðum tað skotsmál, at teir vórðu sannir móðurmálsins urta­ garðsmenn. ­ Báðir virkaðu teir í tí kristiliga jørðildinum, har tað er so umráðandi, at gleðiboðskapurin og alt ráð Guðs verður boðað og kunngjørt fólkinum á teirra egna máli bæði í skrift og talu. ­ Tað eydnaðist eisini at geva føroyingum Bíbliuna, enntá í tveimum ymiskum týðingum, vísti hann á. Stórmenni, ápostul og skald Borgarstjórin í Fuglafirði vísir í røðuni á, at Bíblian í Victor Danielsens týðing kom út í 1949 og Bíblia Dahls og Viderøs í 1961. ­ Hesi megnar avrik hava havt ein ómetaligan týdning fyri føroyska fólkið, sam­ stundis sum tann føroyski málskatturin við hesum báðum týðingunum fekk ein stóran vinning og varð lyftur upp á hægri grund, segði sigurð Simonsen. Umframt bíbliutýðing var Victor Danielsen óvan­ liga virkin innan sang­ og sálmayrking og týðing. Í 1920 gav hann út saman við Jens av Reyni fyrstu før­ oysku sálmabókina. Í hesi vóru 85 sálmar – allir á føroyskum máli. 32 ár seinni kemur seinasta av fleiri sangbókum, ið Victor var við at geva út. Tað var tann stóra “Song­ bók Guds fólks”, ið Nýggja Forlagið í Fuglafirði gav út í 1952. Henda bók hevði ikki færri enn 1125 sálmar og sangir. Borgarstjórin vísti á, at Hargaskaldið mikla Pól F. sigur í ørindi í yrking, hann skrivaði, tá ið Victor Danielsen andaðist í 1961: Eitt stórmenni, ápostul og skald Við tær av fold er farið, Tú Bíbil og sálmabók føroyingum gav, Tær verða tín minnisvarði. ­ Í dag skulu vit so avdúka standmynd av mentamanni­ num og trúboðaranum Vic­ tori Danielsen. ­ Ongin ivi er um, at hjá Victori mundi tað vera eins og hjá Paulusi ápostul, at hann sá fram ímóti tí Himm­ alsku lønini. Men Bíblian sigur eisini, at teir, ið læra og tala Guðs orð, eiga tví­ faldaðan heiður longu her á jørðini,segði Sigurð Simon­ sen, áðrenn hann endaði við hesum orðum. – Eg vil tí til seinast takka Fuglafjarðar býráð fyri hetta átak at sýna einum av okkara føðilandssynum og bygdarmanni okkara Victori Danielsen henda heiður at reisa hesa standmynd her í Karvatoftum í Fuglafirði. »Nú okkara egna tungumál loksins varð vorðið til skriftmál, ráddi um at brúka, røkja og menna tað. Og tað var júst tað, sum hendi, tá ið næsta ættarliðið við Jákupi Dahl, prósti og Victori Danielsen, trúboðara í fremstu røð løgdu til brots« Hundraðtals fólk úr øllum landinum vóru samankomin í Fuglafirði til avdúkingina av standmyndini. Undir hátíðarløtuni helt veðrið sær heilt til tað seinasta Nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø helt sína fyrstu røðu, eftir at verða sett í hetta starvið fríggjadagin í farnu viku. Hon nam eisini við týdning hansara fyri mál okkara í skrift og talu. Legg merki til stóru hondina og fyllipennin, sum listamaðurin, Hans Pauli Olsen (uttast vinstrumegin á myndini) hevur lagt so stóran dent á Er tað nakað sum Victor Danielsen er kendur fyri, umframt týðingina av Bíbliuni, eru tað teir umleið 900 sálmarnir og sangirnir, hann lat úr hondum. Á samkomuni í gjár sang fuglfirðingurin Stanley Samuelsen tveir teirra Eisini tað unga ættarliðið frøddist um vala listarverkið sum Hans Pauli Olsen hevði latið úr hondum