týsdagur 30. september 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 187 - 30. september 2008
SOSIALRÁÐGEVAR
til Almannastovuna
SOSIALRÁÐGEVARAR
til Almannastovuna
.....................
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
K R E A
Almannastovan søkir eftir ráðgevum til
Arbeiðsmarknaðardeildina í Havn og til
Økisdeildina í Runavík í tíðaravmarkaði
størv.
Uppgávurnar hjá Almannastovuni eru,
við grundarlagi í sosiallóggávuni, at veita
persónliga sosiala ráðgeving og vegleið-
ing, og alment og persónligt at upplýsa
um rættindi og skyldur.
Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá Almanna-
stovuni er at ráðgeva og vegleiða borgar-
um um rættindi og skyldur viðvíkjandi
almannaspurningum, at seta í verk
fyriskipanir sambært almannalóggávuni
og fíggjarligar veitingar. Hartil skal
Almannastovan fáa til vega og greina
hagtøl til politiska myndugleikan.
FØRLEIKAKRØV
Ert tú sosialráðgevi, ella hevur tú aðra
sosiala ella samfelagsliga útbúgving, og
hevur tú hug til sosialt arbeiði og vilt
verða við til at gera ein mun, so er tað
tær vit vilja hava fatur á. Royndir í líkn-
andi arbeiði kunnu vera ein fyrimunur.
STARVIÐ
Sum starvsfólk á Almannastovuni hevur
tú ein týðandi leiklut yvirfyri borgarum,
tá tað snýr seg um at skapa fíggjarliga og
sosiala trygd, at fyribyrgja sosialum
trupulleikum og at hjálpa, tá ið
trupulleikar koma í.
Vit kunnu bjóða eitt starv í einum
spennandi umhvørvi í støðugari menning
við nógvum og fjølbroyttum avbjóðing-
um, har møguleiki er fyri persónligari
og fakligari menning.
LØNAR- OG SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett og lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið í lønarbólki 6, ella
avvarðandi yrkisfelag, um tað fevnir um
sáttmálaøkið hjá Almannastovuni.
NÆRRI UPPLÝSINGAR
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at
venda sær til Hallur Thomsen,
deildarleiðara á Arbeiðsmarknaðardeildini
í Havn, telefon 215488, ella til Egil G.
Olsen, deildarleiðara á Økisdeildini í
Runavík, telefon 215485.
UMSÓKNIR
Umsókn við avriti av prógvum, CV, v.m.
skulu sendast til
Almannastovuna, Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096, 110 Tórshavn.
FREISTIN
Umsóknarfreist er týsdagin 14. okt. 2008.
Vinarliga merkið brævbjálvan: “
Sosialráðgevarar til Almannastovuna”.
Karaokekapping millum miðnámsskúlarnar
Kappast í
KARAOKE
og vinn eina
ferð fyri allan
flokkin!
Glitnir skipar fyri einari KARAOKE kapping
millum flokkarnar í Miðnámsskúlunum í
Føroyum. Kappingin verður hvørt hóskvøld í
tíðarskeiðnum 23/10/08 til 18/12/08.
Kappingin verður skipað soleiðis, at hvør flokkur teknar seg
til KARAOKE framførðsluna, tó mugu tit hava í huga, at
tvær mikrofonir eru til taks.
Luttøkugjaldið er kr. 500,00.
Tekning
Tað er einfalt at luttaka. sjálv tekningin
fer framm, við teldupost til glitnir@glitnir.
org, tekningin er bindandi, og tá flokkurin
meldar til skal ein kontaktpersónur upp-
lýsast, tekningin skal vera skrivlig og
luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181-
1446896 tá tilmeldað verður. Síðsta freist
at tekna seg er 13. Oktober 2008
Tá freistin er úti, vera allir kontaktpersón-
arnir bodnir til ein kunningarfund har
sangir o.a verður upplýst. Tó kunnu vit
upplýsa hetta alt fyri eitt:
• Kappingin er skipað í innleiðandi umfør,
har 2 flokkar fara víðari til hálvfinalurnar.
• Syngjast skulu 2 sangir.
• Tit skipað framførðsluna sjálvi.
• Í hálvfinaluni skal syngjast 1 sangur
• Í finaluni skulla syngjast 2 sangir
• Dømingin verður skipað soleiðis, at dømt
verður eftir sangi – framførðslu og
orginaliteti.
Vit meta hetta er eitt kanón høvi at fáa
tykkum samansjóðaði á ein øðrvísi hátt.
Vinningurin er:
Ein ferð við Norrønu fyri allan flokkin til Bergen
Ferðin inniheldur: Ferð við Norrønu Tórshavn-Bergen t/r í
innvendigum 4-mannskømrum í tíðarskeiðinum framm
til apríl 2009
Grím Kambansgøta 13 · Postsmoga 279 · 110 Tórshavn
Tel: 321 345 · glitnir@glitnir.org · www.glitnir.org