Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 187 - 30. september 2008 tíðindi Tá nólsoyingar leygar­ dagin slaktaðu sjey veðrar, sum høvdu gingið á heimabeiti, var vektin sum ongan­ tíð áður SLAKT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá nólsoyingar slakta veðrar verður tað roknað sum reyp, um vektin fer upp um 70 pund. Og tí var tað nakað heilt óvanligt, tá tvíburðarnir Finn og Rene Hansen saman við mammubeiggjanum Gud­ mar Danielsen leygardagin slaktaðu teirra sjey veðrar. Talan var um sjey heyst­ lomb, sum teir tríggir høvdu sett við, og vektin lá millum 37 og 47 kilo livandi vekt. Vanliga verður sagt, at drag­ ast skulu tíggju frá vektini í livandi líki og gera um til pund, so hevur tú vektina av krovunum. Hetta merkir so aftur, at lombini, vórðu tey slaktað í fjør heyst, høvdu ligið millum 27 og 37 pund. Men hetta er kortini bert vegleiðandi, tí longur upp tú kemur í vekt, minni verður munurin. So um tú til dømis hevur eina ær, sum vigar 60 kilo livandi vekt, so liggur hon nær tí sama í pundum, tá hon verður slaktað. ­ Vit hava ikki fóðrað seyð­ irnar nakað út yvir tað van­ liga. Vit keyptu hoyggj frá Jógvan Weihe, og tað vísti seg at vera ógvuliga kraft­ gott hoyggj, men út yvir tað hava vit bara fóðrað við gras­ perlum og nakað av kraft­ fóðuri, sigur Rene Hansen. Hann heldur, at allur loynidómurin liggur í, hvussu tú passar seyðin, meðan hann er inni. ­ Tú hevur jú seyðin inni meginpartin av tíðini, einar átta mánaðir, meðan hann bert gongur úti í fýra, so tað ræður sjálvandi um at passa teir væl, meðan teir eru inni, sigur Rene Hansen. Størstur nakrantíð Sum nevnt vórðu hesir sjey veðrarnir tiknir leygardagin. Finn Hansen átti tríggjar, meðan Rene Hansen og Gudmar Danielsen áttu tveir í part. Rene er tann einasti, sum býr í Nólsoy, og tí liggur tað á honum at passa veðrarnar. Finn býr í Havn, meðan Gudmar er giftur til Vestmanna. Men leygardag­ in vóru teir allir í Nólsoy. ­ Vit droymdu ikki um, at teir fóru at viga so nógv. Vit byrjaðu við teimum smærru og vónaðu, at teir størstu fóru at kvinka um tey 75 pundini, so tú kanst ætla, at vit gjørdust ovfarnir, tá teir minstu lógu omanfyri 70 pund, sigur Rene Hansen. Vektirnar vóru 70 (Rene), 72 (Finn), 73 (Gudmar), 74 (Gudmar), 75 (Finn), 80 (Finn) og 90 (Rene). Hesin størsti, sum vigaði 90 pund, er samstundis størsti veðrurin, sum nakran­ tíð er slaktaður í Nólsoy. ­ Hesin veðrarnir vóru all­ ir vetur gamlir, og tann veðr­ urin, sum kemur hesum nærmast, varð dripin eina­ ferð í 60­unum. Tað var ein trævetur gamal veðrur, sum vigaði 89 pund, sigur Rene Hansen. Tað er undir øllum umstøð­ um óvanligt, at vektin er so góð á seyði í Nólsoy. Væla veðrar vig­ aðu 76,14 í meðal Danmarks Nationalbank Havnegade 5 1093 København K www.nationalbanken.dk Frá 1. oktobur kann ikki longur gjaldast við 25-oyrum. Myntin kann innloysast í bankum, sparikassum og Tjóðbankanum fram til 1. oktobur 2011. 25-oyra verður avtikið tí tað ikki longur hevur nakra sjálvstøðuga keypsorku. Í samband við avtøkuna av myntini verða nýggjar avrundingarreglur settar Farvæl til 25-oyra í gildi fyri gjaldingar við reiðum peningi. Framyvir skulu upphæddir, ið eru á 1-24 oyru rundast niður til 0 kr., 25-74 oyru rundast av til 50 oyru, og 75-99 oyru rundast upp til 1,00 kr. Tær nýggju avrundingarreglurnar eru galdandi fyri ta endaligu upphæddina, sum verður goldin við reiðum peningi við kassan. Fyri elektroniskar gjaldingar (Dankort vm.), skal framvegis gjaldast tann nágreiniliga upphæddin. Nýggjar avrundingarreglur 0 oyru 50 oyru Danmarks Nationalbank Havnegade 5 1093 København K www.nationalbanken.dk Fra 1. oktober 2008 kan der ikke længere betales med 25-ører. Mønten kan indløses i banker, sparekasser samt Nationalbanken frem til 1. oktober 2011. 25-øren afskaffes, fordi den ikke længere har nogen selvstændig købekraft. Farvel til 25-øren I forbindelse med afskaffelsen af mønten indføres nye afrundingsregler for kontante betalinger. Fremover skal beløb, der ender på 1-24 øre rundes ned til 0 kr., 25-74 øre rundes af til 50 øre, og 75-99 øre rundes op til 1,00 kr. De nye afrundingsregler gælder kun for det samlede beløb, der betales kontant ved kassen. For elektroniske betalinger (Dankort mv.) skal der fortsat betales det nøjagtige beløb. Nye afrundingsregler Rene Hansen við 90 pund stóra veðrinum Mynd: Jón Dahl