týsdagur 30. september 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 187 - 30. september 2008
Fríggjadagin skrivaði
Sosialurin, at prest
arnir í Føroyum
høvdu evnisdag, og at
á skránni var millum
annað eisini bovling.
Vit vóru á staðnum og
fingu nakrar myndir
av teimum
Prestalív
Orð og myndir: Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tá talan er um prestar,
síggja vit vanliga fyri okk
um ein mann ella eina
kvinnu í prestakjóla, stand
andi í prædikustólinum ella
við altarið.
Men tað er í øllum førum
ikki tað, ið var at síggja í
bovlinghøllini
á
Hálsi
fríggjakvøldið klokkan 18,
tá prestar og umsitingin hjá
fólkakirkjuni við makum
fóru at bovla.
Um tú ikki visti betri,
hevði tú ikki fangað, at
talan var um allar prestarnar
í Føroyum, sum mannaðu
banarnar í bovlinghøllini
hetta kvøldið.
Lagið var gott, og nógv
varð flent og prátað, meðan
kúlurnar vóru sendar avstað
mótvegis keylunum í hinum
endanum.
Eru eisini vanlig
menniskju
Fríggjadagin høvdu prest
arnir í Føroyum evnisdag,
sum byrjaði við andakt í
Havnar Kirkju. Síðan varð
hildið fram á ovastu hædd í
Hotel Hafnia, har fyrilestrar
vórðu hildnir. Seinni á
kvøldinum var so farið út at
eta og at bovla.
Jógvar Fríðriksson, bisp
ur, segði við Sosialin fríggja
dagin, at hann sá einki
skeivt í at teir fara at bovla,
tí at teir eru menniskju sum
øll onnur. Og tað var júst
tað, sum sást aftur hetta
fríggjakvøldið í bovling
høllini, nevnliga prestar og
bispur í vanligum klæðum,
sum fólk flest fara í, um tey
skulu út at bovla og eta eitt
fríggjakvøld.
Bovlandi prestar
Ein túr út í rúmdina
Rúmdarferðir fyri vanlig fólk, hava verið gjørdar eina tíð nú. Amerikanska felagið »Space
Adventures« hevur bjóðað fram slíkar ferðir, og fimm hava verið hagartil. Fyri at sleppa við, var
kravt eitt hálvt árs venjingarskeið og túrurin kostaði meir enn 10 milliónir dollarar. Eitt nýtt átak hjá
»The Spaceship Company« er bjóða fólki hendan forkunnuga túrin fyri ein væl rímiligari prís.
Rúmdarferjan verður lyft upp við flogførum, og í 17 kilometra hædd verða motorarnir á
rúmdarferjuni tendraðir, og eftir eina 90 sekundir langa ferðøkingartíð ber til at njóta vektleysa
umhvørvið. Men einans í nakrar minuttir, so fer ferjan á kós móti jørðini. Ein av stóru mununum
millum nýggja og gamla tilboðið er, at heilsukrøvini eru munandi batnaði, so um 80 prosent hava
heilsuna til túrin, sum nú einans krevur eina viku av venjingartíð. Fyrstu plássini, ið longu eru seld,
kostaðu um 200.000 dollarar. Men ætlanin er, at í framtíðini kemur kostnaðurin at liggja um 20.000
dollarar, tað vil siga, um um 100.000 krónur.
tíðindi
Jógvan Fríðriksson og Theodor E. D. Olsen gruna um støðuna og næsta kastið
Tann rætta kúlan skuldi sjálvandi eisini finnast
Tey prátaðu óført meðan kúlurnar ruku avstað við jøvnum millumbili