Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 187 - 30. september 2008 Eitt tað fyrsta, nýggja landsstýriskvinnan í innlendismálum fer at gera, er at seta eina nevnd at kanna kommunubygnaðin í Føroyum og tað verður útfrá tí, at tað skulu verða sjey kommunu í Føroyum um góð tvey ár Kommunubygnaður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal ein nevnd setast at kanna kommunubygnaðin í Føroyum. Annika Olsen, nýggj landsstýriskvinna í innlend­ ismálum, sigur, at eitt tað fyrsta, hon nú fer at gera, er at seta eina nevnd at viðgera tær føroysku kommunurnar og at geva henni eitt tilmæli um, hvussu tær skulu skip­ ast. Í samgonguskjalinum hjá nýggju ABC samgonguni stendur, at ein kommunure­ formur skal gerast útfrá sam­ tyktini um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Føroyum í framtíðini. Tann samtyktin sigur, at tað skulu vera sjey komm­ unur í Føroyum og tað end­ urtók Jóannes Eidesgaard, samráðingarleiðari tá ið samgongan varð skipað, á tíðindafundi, sum samgong­ an helt um nýggja sam­ gonguskjalið. ABC samgongan hevur eisini sett sær sum mál, at bygnaðarbroytingarnar í kommununum verða settar í verk longu 1. januar 2011 og tá skulu tað sostatt vera sjey kommunur í landinum. Hesar bygnaðarbroyting­ arnar í kommununum bera í sær, at ein fíggjarlig útjavn­ ingarskipan verður gjørd, at kommunurnar fáa blokk­ stuðul og at kommunurnar fáa fleiri málsøki at umsita. Nevndin, sum Annika Olsen nú fer at seta, skal vera liðug longu á ólavsøku og hon skal nettupp geva henni eitt tilmæli um eina fíggjar­ liga útjavning, um blokkstuð­ ul til kommunurnar og sam­ stundis skal hon lýsa eldra­ økið, fólkaskúlan, vegakervið og aðrar uppgávur, sum kunnu flytast til kommunur­ nar at umsita í framtíðini. Yvirskipaða endamálið við broytingunum í komm­ unubygnaðinum, er, at øll øki í landinum skulu hava møguleika at mennast í javnvág, sum tað stendur í samgonguskjalinum. Stórir fyrimunir Annika Olsen vil ikki siga so nógv um sjálvan kommunu­ bygnaðin fyrrenn nevndin er komin við sínum tilmæli. Hon sigur, at hon veit heldur ikki akkurát, hvussu kommunurnar verða skipað­ ar landafrøðiliga, men tað er hugsandi, at eitt endamál verður at skipa Suðuroynna í eina kommunu, fyri at taka eitt dømi. Áðrenn arbeiðið at kanna kommunubygnaðin er lið­ ugt og samgongan hevur viðgjørt málið, vil hon kort­ ini ikki staðfesta, um endin verður, at Suðuroy verður løgd saman í eina kommuna, ella í tvær. Annars sær hon avgjørt stórar fyrimunir í at skipa Føroyar í sjey kommunur og at Suðuroy í hesum sam­ bandi verður ein kommuna. ­ Er tað hetta, nevndin kemur fram til, taka vit politiska arbeiði í samgong­ uni upp út frá tí. ­ Eg haldi, at tað er eitt fínt tal av kommunum og tað hevði givið teimum møguleika at skipa sterkar og professionellar kommun­ alar fyrisitingar. ­ Tað kundi eisini gjørt sítt til at lokka føroyingar uttanlands heim aftur at virka í Suðuroy og øðrum plássum, høvdu kunna fing­ ið starv á professionellari, kommunalari fyrisiting. Annika Olsen heldur, at tað kundi gjørt tað áhugavert hjá løgfrøðingum, búskapar­ frøðingum, verkfrøðingum og øðrum starvsfólki at flutt aftur til Suðuroy og til onnur øki, sum ikki eru so lokkandi í dag. ­ Tí er tað stórur fyrimun­ ur at leggja kommunurnar saman, heldur hon. Varin at tvinga Hóast landsstýriskvinnan heldur, at tað hevur stóran týdning at leggja kommunur­ nar saman, fæst hon ikki at siga, at tað skal gerast við lóg, vilja kommunurnar ikki leggja saman sjálvbodnar. ­ Vit skulu vera ómetaliga varin at tvinga kommunur at leggja saman og eg fari ikki at siga nú, at tær skulu leggjast saman við lóg. ­ Sjálvt um kommunu­ samanlegging hevur verið á dagsskrá leingi, haldi eg, at tað hevur týdning, at komm­ unurnar venja seg við tank­ an og at tær fáast at spæla við. ­ Men nú fáa vit at síggja, hvat nevndin sigur, sum nú skal setast at kanna komm­ unubygnaðin og fyrrenn hon er liðug, fari eg ikki at siga ov nógv um, hvussu hetta verður skipað, hon afturat. Nýggj nevnd skal kanna kommunurnar Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, sær stórar fyrimunir í at leggja Føroyar saman í sjey kommunur, men hon heldur, at samgongan skal vera ógvuliga varin at tvinga kommnurnar til nakað, tær ikki vilja sjálvar Mikudagin 1. oktober verður Brandstøðin í Havn 75 ár. Hátíðardagin verður opið hús á støðini við Oyggjarvegin frá klokkan 10 til 17. Klokkan 16 bjóðar Kartni Jacobsen, sløkkiliðs­ stjóri, vælkomin og síðani fer Høgni Joensen, skúla­ stjóri, at taka saman um søguna hjá Brandstøðini. Eftir hetta verður møguleiki at bera fram heilsanir. Aft­ urvið einum drekkamunni ber til at síggja gamlar og nýggjar brandbilar og sløkkiútgerðina, sum er á støðini. Tað var í 1994, at Brand­ støðin flutti í núverandi høli við Oyggjarvegin. Framman undan hevði Brandstøðin hildið til í Varðagøtu síðani 1965. Fleiri akfør eru á brandstøðini. Teirra millum eru tvær sproytur, ein tangabilur og ein stigabilur. Eisini eru tveir leiðarabilar á støðini. Elsta sproytan á brand­ støðini er ein sannur savns­ lutur. Hon er frá 1776 og hevur áskriftina “Den kongelige Handel Thors­ havn”. Elsti brandbilurin er frá 1937. Hann er av slagnum Triangel og varð keyptur til Føroya í 1962 fyri 800 krónur. Á Brandstøðini er um 30 sløkkiliðsfólk, umframt mekanikarar og skrivstovu­ fólk. Øll eru vælkomin til 75 ára tiltakið á Brand­ støðini í Havn. Brandstøðin 75 ár Páll Finnur Páll í Keypmannahavn Leygarkvøldið fara Páll Finnur Páll fyri fyrstu ferð nakrantíð at spæla aðrastaðni enn í Føroyum, tá teir fara á pall í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Bólkurin fyllir skjótt 10 ár og hevur spælt fleiri konsertir í bæði ítróttarhøllum og á festivalum hesi árini. Páll Finnur Páll hevur givið tríggjar fløgur út, og tað eru løg av hesum útgávum, ið verða at hoyra í Keypmannahavn leygarkvøldið 4. oktober. Tað er Ítróttarfelagið Føroyar við 120 aktivum føroyskum flogbólt­, hondbólts­ og fótbóltsleikarum í Keypmannahavn, sum skipar fyri tiltakinum.