Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 187 - 30. september 2008 Eik banki hevur ein fimting meira útlán enn innlán. Tað hevur við sær at bankin er noyddur at lána pening úr øðrum bankum, og tað kann vera ein trupulleiki, tí álitið millum bankarnar er so lítið í løtuni Fíggjarkreppa Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Eik hevur virksemi í Íslandi, har stórt krakk var í gjár. Talan er um bankan SPRON, ið ikki hevur tað so gott, tí virksemi í Íslandi ikki er nakað serligt í løtuni, men tað metir Marner Jac­ obsen ikki vera nakran stór­ an trupulleika. ­ Vit hava mist umleið 30 milliónir krónur uppá SPRON og kursurin er fast­ læstur, samstundis hava vit vunnið umleið 140 milliónir uppá Kaupting, so Ísland hevur ikki verið so ringt fyri okkum, sigur stjórin í Eik Rentan hækkar helst Hóast Marner Jacobsen ikki metir at nakað fer at henda beint nú, vil hann ikki avvísa at kundin fer at merkja at fíggjarkreppa er kring heimin. ­ Vit hava eitt útláns­ prosent uppá 125, og álitið millum bankarnar er ikki so stórt í løtuni, og tað hevur við sær, at tað gerst dýrari at lána pening millum bank­ ar. Tí kundi tað hugsast at rentan hækkar í framtíðini. Vit hava ikki avgjørt hvussu nógv hon skal hækka, men í Danmark hava bankar hækkað við umleið hálvum prosenti. Hvat síðani hendir er ilt at siga, men vit mugu eisini minnast til at Føroyar og Danmark hava nógv betur búskaparligt grund­ støði enn USA til dømis, greiðir Marner Jacobsen frá. Ætla ikki at broyta virksemi Hóast útlitini ikki eru so góð, ætlar Eik ikki broyta nakað uppá virksemi hjá sær. ­ Vit halda áfram sum vant, tí sum nú er hava vit fult arbeiði, og ongir veru­ ligir trupulleikar kunnu væntast beint nú, men eg vil ikki avvísa, at vit fara at síggja ein avmatning í búskapinum, men útgangs­ støði er gott, leggur Marner Jacobsen, stjóri í Eik, dent á. Søren Bruhn, stjóri, metir at Suðuroyar Sparikassi er væl rustaður til fíggjar­ kreppuna, ið rakar Heimin í løtuni. – Vit hava størri innlán enn útlán, so vit eru trygg, hóast lán millum bankar eru vorðin dýrari, sigur stjórin Fíggjarkreppa Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast stórir trupulleikar eru innan fíggjarheimin, metir Suðuroyar Sparikassi ikki, at teir hava nakað at vera bangnir fyri. ­ So leingi føroyski bú­ skapurin koyrir, so koyra vit. Vit eru ein lítil og liggja ikki á stóra høvuðsvegnum. Tað er í veruleikanum okk­ ara styrki, tí vit hava ikki so stór útlán, og hava bert fimm milliónir í parta­ brøvum. Tey hava tó givið hall, men tað er avmarkað hvussu stóran mun tað ger, greiðir Søren Bruhn frá. Besta úrslit nakrantíð Sambært stjóranum hevur Suðuroyar Sparikassi altíð lagt seg eftir at vera ein tryggur banki, og tað gevur nú at býta. ­ Vit hava ongantíð tjent so nógvar pengar sum beint nú, og tað er eitt úrslit av okkara varna politikki. Men tað er stórur ótryggleiki inn­ an fíggjarheimin í løtuni, og tað hevði verið gott um støðufesti aftur kom, men tað er ógjørligt at siga nær tað verður, fortelur Søren Bruhn. Tosa um rentuhækking Av tí at støðan er so ótrygg í løtuni, og ferðin á búskapinum er minkandi hevur Suðuroyar Sparikassi hugsað um at hækka rentuna. ­ Vøksturin í útlánum er ikki stórur í løtuni, og tað er nakað vit mugu taka fyri­ lit fyri. Tí kann tað vera at vit í framtíðini hækka rent­ una, men tað er ikki nakað, ið verður beint nú, sigur stjórin. Føroysku bankarnir eru tryggir Søren Bruhn metir, at før­ oysku bankarnir eru rími­ liga tryggir, í mun til aðrar bankar í Heiminum, tí føroyski búskapurin hevur eitt gott útgangsstøði. ­ Vit eru í einari góðari støðu, men trupulleikin hjá hinum bankunum kann vera, at tað gerst sera dýrt at lána pening. Men tað týdningarmesta er, at við­ skiftafólkini ikki gerast bangin. Byrja tey fyrst at missa sítt álit á bankan og taka pening sín út, fer sjálvt tann sunnasti og besti bankin av knóranum, greið­ ir Søren Bruhn frá. Eik eru ikki bjartskygdir Suðuroyar Sparikassi kennir seg tryggan Marner Jacobsen, stjóri í Eik, leggur dent á, at føroyski og danski búskapurin eru nógv tryggari enn tann amerikanski, og tí er støðan ikki so ring Í Suðuroyar Sparikassa síggja tey ongar veruligar trupulleikar við fíggjakreppuni kring knøttin, tí innlánini í bankanum eru størri enn útlánini Danski Búskapurin uppsteðgaður JP.dk upplýsir, at danski búskapurin er uppsteðgaður. Tøl frá Danmarks Statistik vísa, at vøskturin er farin frá teimum umleið trimum prosentum, til at vera umleið hálvt prosent. ­ Tað eru stór útlit fyri, at búskaparvøksturin í ár longu kann gerast negativur. Tað er nakað vit ikki væntaðu fór at henda fyrr enn í næsta ár. Avleiðingarnar av lága búskaparliga vøkstrinum verður heilt víst, at vit fara at hava eitt størri arbeiðsloysi, og tað rokna vit við at síggja fyrstu dømini um hósdagin, tá næstu tølini um arbeiðsloysi verða lagd fram, sigur Jes Asmussen, ið er búskaparfrøðingur hjá Handilsbankanum í Danmark.