Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 187 - 30. september 2008 - Altjóða fíggjar- kreppan hevur enn havt sera lítla ávirkan á Føroyar. Hetta sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Einasta beinleiðis ávirkanin higartil er fallið á føroyskum partabrøvum, sum eru fallin sam- svarandi útlendskum partabrøvum Fíggjarkreppa Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nógv verður sagt og skrivað í hesum døgum um altjóða fíggjarkreppuna, og um hvørja ávirkan henda kann hava á føroyska búskapin. Men enn hevur fíggjarkrepp­ an næstan ongan beinleiðis ávirkan havt á Føroyar. ­ Tað einasta, sum bein­ leiðis hevur ávirka okkum higartil er fallið á føroysku partabrøvunum. Har eru okkara partabrøv fallin líka nógv sum onnur partabrøv í somu vinnum, sigur Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbank­ anum. Tann meira óbeinleiðis ávirkanin er tann, at tað er blivið dýrari hjá bankunum at læna pening sínamillum. ­ Útlánini eru dýrari í dag, og hetta merkir so at tað verður truplari hjá van­ ligum fólki at læna pening úr fíggjarstovnunum, tí at teir nú eru varnari við at læna pening út, vísir Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, á. Oljurprísurin ávirkar jaliga Tá fíggjarheimurin ferð eftir ferð verður skakaður av einum nýggjum skradli, hevur hetta sjálvandi eisini ringvirkningar. Tað sum hendir í Føroyum, sjálvt um fíggjarmarknaðurin í Føroy­ um ikki ridlar er, at inn­ lendski eftirspurningurin er fallandi. ­ Tað er innlendski eftir­ spurningurin er fallandi kann í síðsta enda skapa nakað av arbeiðsloysi. Tað er serliga í fiskivinnuni at hetta kann gera seg gald­ andi, kanska við at flaka­ virki lata aftur. Men partar av fiskivinnuni eru rímuliga støðugir, millum annað ali­ vinnan, og hetta ger, at ávirkanin ikki verður eins stór sum hon kundi verðið, sigur Sigurd Poulsen. Tað almenna virkar eisini sum ein stabiliserandi part­ ur í fíggjarheiminum. Tað sum hendir av at innlendski eftirspurningurin er fallandi er, at tað almenna kann fáa hall á fíggjarlógini, eins og vit síggja á teirri fíggjarlóg­ ini, sum nú verður smíðað. ­ Ein ávirkan, sum var sera kraftig frammanundan, er oljuprísurin, sum var sera høgur. Tað at hann nú er lækkaður aftur, kann geva vinnuni nakað av nýggjari luft, og tað er bara jaligt, greiðir Sigurd Poul­ sen frá. Inflatiónstrýstið linkar Tað sum nú hendir á altjóða fíggjarmarknaðinum er, tann eksplosivi vøksturin, sum hevur verið seinastu nógvu árini, er um at taka av. ­ Vøksturin á altjóða marknaðinum fer at minka, og inflatiónstrýstið á altjóða marknaðin fer at linka. Hetta kann vera sera gott fyri Føroyar, men samstun­ dis kann hetta eisini verða ein ring ávirkan, um so er at fiskaprísirnir eisini dala samsvarandi, sigur Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbank­ anum. Í gjár fóru stórir skjálvtar gjøgnum íslendska fíggjar- heimin, tá Seðlabanki Islands bjargaði Glitnir Banki undan húsagangi. Norður- lendsku fíggjar- marknaðirnir vórðu eisini ávirkaðir av hesum, men hetta hevur onga beinleiðis ávirkan á Føroyar sambært Sigurd Poulsen Fíggjarkreppa Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Altjóða fíggjarkreppan hev­ ur nú kravt sítt fyrsta stóra offur í Íslandi, tá Seðlabanki Islands í gjár noyddist at bjarga triðstørsta bankanum í Íslandi, Glitnir Bank, undan húsagangi, umframt at íslendska íleggingarfel­ agið Stoðir fór á húsagang. Men hetta fær, sambært Sigurd Poulsen, onga bein­ leiðis ávirkan á føroyska fíggjarmarknaðin. ­ Fíggjarkreppan í Íslandi hevur onga beinleiðis ávirk­ an á føroyska fíggjarmarkn­ aðin, staðfestir Sigurd Poul­ sen, landsbankastjóri. Orsøkin til hetta er, at føroyska fíggjarvinnan ikki er so tætt knýtt at íslendsku bankunum, sum hon fyrr hevur verið. ­ Nakað av fiskivinnuni er fíggjað úr Íslandi, men eg loyvi mær at ivast í, um hon verður rakt av hesum hóast tað. Tær avtalur sum eru, verða neyva uppsagdar, og soleiðs stendur fíggingin enn við. Tað einasta, sum møguliga kann fáa ávirkan á tann partin av fiskivinnuni, su mer fíggjað úr Íslandi er, um pengarnir verða kravdir inn í úrtíð. Tá kann hesin parturin fáa tað trupult við at fáa fíggjað virksemið av nýggjum, sigur Sigurd Poul­ sen, stjóri í Landsbankan­ um. Nationalbanken veitir trygd Á altjóða fíggjarmarknað­ inum verða nú alsamt fleiri bankar bjargaðir undan húsagangi frá statunum ella landsbankunum. Føroying­ ar eru ikki ókendir við støð­ una, tá vit fyri fáum árum síðani høvdu »bankabjarg­ ingina« í Føroyum. Men talan verður helst ikki um eina líknandi støðu aftur. Frá 26. september í ár til 30. januar komandi ár hevur Danmarks Nationalbank eitt tilboð til bankarnar um at veita fyribilslán til at gjalda stuttfreistaða skuld við. Hetta tilboð er til allar bankar í danska kongaríkin­ um, og tískil eisini teir før­ oysku. ­ Hetta er ein lánimøgu­ leiki, sum teir føroysku bankarnir kunnu taka av, um tað gerst neyðugt, greið­ ir Sigurd Poulsen frá. Bankarnir skulu tó upp­ fylla treytirnar, sum verða settar. Bankarnir skulu hava solvensin í lagi, og hesin lánimøguleikin snýr seg um, at bankarnir kunnu lána uppá tann yvirskots­ solvensin, sum teir hava, tó avmarkað til 800 milliónir krónur fyri hvønn stovnin. ­ Hesin møguleikin er til at taka av meðan mann bíðar eftir at misálitið á fíggjarmarknaðin hvørvur aftur, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri. Sostatt veitir Danmarks Nationalbank føroysku fíggjarstovnunum trygd, um teir skuldu komið í trupulleikar við stuttsiktaðu lánunum og hava brúk fyri at fáa meira rásarúm. Fíggjarkreppan onga bein- leiðis ávirkan á Føroyar Tað at oljuprísurin nú er lækkaður aftur, kann geva vinnuni nakað av nýggjari luft, og tað er bara jaligt, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri Tjóðbankin veitir føroyskum fíggjarstovnum trygd Danmarks Nationalbank hevur nú latið upp fyri nýggjum fyribilslánum, sum føroysku fíggjarstovnarnir kunnu taka av Olivant.fo setir tvey nýggj met Mest vitjaði internetportalurin í Føroyum, www.olivant.fo, setti í farni viku tvey nýggj met. Í farnu viku vóru 57.090 ymiskir brúkarar skrásettir fyri at hava verið inni á portalinum, og er hetta sum liður í eini støðugari øking av vitjandi gestum seinastu átta vikurnar. Hesir 57.090 brúkararnir gjørdu í alt 557.672 vitjanir á síður portalsins, og er tað eisini nýtt met. Tilsaman hugdu hesir brúkararnir eftir 2.351.843 síðum, men har er metið enn 3.611.148 sýnar síður, og var tað í viku 33, sum var vikan, tá Summar­ festivalurin var.