týsdagur 30. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 187 - 30. september 2008
Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri,
legði í dag fram
fíggjarlógaruppskot
fyri 2009. Talan er um
eina framskriving av
verandi fíggjarlóg, og
uppskotið vísir 244
milliónir krónur í
halli
FÍGGJARLÓG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Støðan hesaferð í sambandi
við fíggjarlógina er óvanlig
við tað, at nýtt landsstýri
hevur tikið við beint undan,
at
fíggjarlógaruppskotið
skal leggjast fyri tingið.
- Tí er ikki talan um eitt
politiskt dokument, men
heldur eitt embætisdoku-
ment. Búskaparliga støðan
er nógv broytt, og útlitini
eru ikki so bjørt, sum tey
hava verið, sigur Jóannes
Eidesgaard, fíggjarmálaráð-
harri.
Politisk viðgerð av fíggj-
arlógaruppskotinum er ikki
farin fram enn, men Jóannes
Eidesgaard sigur, at tað
verða góðar stundir tikl
hetta arbeiði í heyst.
- Uppskotið skal viðgerast
í samráð við løgting og
fíggjarnevnd, men vit skulu
ikki rokna við, at javnvág
fæst á fíggjarlógina fyri
komandi ár. Um so nakað
kann skarvast av hallinum í
uppskotinum, er so nakað
annað, sigur fíggjarmálaráð-
harrin.
Tað hoyrdist, at tað upp-
skotið,
sum
undanfarna
CHE samgongar arbeiddi
við, hevði eitt hall upp á
smáar 400 milliónir krónur,
so hendan framskrivingin
er ein munandi bati í mun
til tað. Men talan er fram-
vegis um eina kvarta milli-
ard í halli, og tað er í meira
lagið.
Samgongan hevur felt á
blað í samgonguskjalinum,
at miðast skal ímóti at hava
avlop á fíggjarlógini, men
sambært
fíggjarmálaráð-
harranum verður hetta ikki
so komandi ár.
- Vit fara sjálvandi at
hyggja at hesum uppskotin-
um og viðgera tað, men vit
skulu ikki rokna við einum
avlopi á fíggjarlógini fyri
komandi ár, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Daprari útlit
Búskaparligu útlitini eru
daprari nú enn tey hava ver-
ið, men sveiggini í føroyska
búskapinum skifta skjótt,
og tí kann skeiva gongdin
skjótt venda.
- Búskaparligu útlitini
vóru eisini døpur, tá fyrra
ABC samgongan tók við,
og vit høvdu eisini tá hall á
fíggjarlógini, men longu
árið eftir var hetta hallið
vent til avlop, vísir Jóannes
Eidesgaard á.
Men við útlitunum í huga
fer fíggjarmálaráðharrin í
nýggja
uppskotinum
at
leggja stóran dent á fokus á
neyva fíggjarstýring.
- Neyðugt verður við stab-
ilum búskaparpolitikki, har
tað tó eisini veðrur hildið
vakið eyga við fíggjarstøðu
landsins,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Tað er somuleiðis felt í
samgonguskjalið, at rakstra-
røkini skulu kannast nærri
fyri at tryggja, at sum mest
fæst fyri hvørja krónu.
»Fyri at tryggja, at fíggj-
arorka landskassans verður
gagnýtt á mest skynsama
hátt, verður farið undir at
endurskoða almenna rakst-
urin eftir hesum leisti:
2009: Almannamál, 2010:
Skúla- og mentamál, 2011:
Vinnu- og tilfeingismál«,
stendur í samgonguskjalin-
um.
- Talan er um broytingar í
mun til farnu fíggjarlóg.
Búskaparvøksturin steðgar
upp,
fiskivinnan
koyrir
tungt, privata nýtslan fer at
minka. Arbeiðsloysið er
sera lágt, men roknast má
við, at hetta fer at vaksa,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Vaksandi útreiðslur
Búskaparvøksturin,
sum
hevur verið seinastu árini er
nú fyri hóttafalli.
- Tí skal búskaparpolit-
ikkurin leggja upp fyri
sveiggjum, so vøksturin í
búskapinum veðrur javnur
og haldførur, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Í framskrivingini av fíggj-
arlógini verður roknað við
3% í lønarútreiðslunum,
meðan annar rakstur verður
framskrivaður við 0. Skattir
og avgjøld eru grundað á
metingar hjá fíggjarmála-
ráðnum og landsbankanum.
- Tað eru tó nakrar bundn-
ar raðfestingar, sum vórðu
settar í verk í ár, og sum
halda fram komandi ár. Hes-
ar koma at kosta 104 milli-
ónir krónur og umfata eitt
nú ábøtur í fólkaskúlanum í
sambandi við PISA, nýggjar
útbúgvingar á Fróðskapar-
setrinum, fleiri flokkar á
pedagog- og læraraútbúgv-
ingini og so víðari, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Sum nevnt fer nýggja
landsstýrið nú at viðgera
fíggjarlógaruppskotið, sum
vegna serligu umstøðurnar
ikki
enn
hevur
fingið
politiska viðgerð.
Fíggjarlógin 244 milliónir í halli
Jóannes Eidesgaard hevur í dag lagt fíggjarlógaruppskotið fyri 2009 fyri løgtingið
Mynd: Jens Kristian Vang
Tølini í fíggjarlógaruppskotinum eru hesi:
inntøkur
4.308 (+2,6%)
skattur
1.883 (-7,2%)
avgjaldsinntøkur
1.754
ríkisveiting
635
útreiðslur
4.552
rakstrarútreiðswlur
4.419 (+8%)
løguútreiðslur
145 (-38%)
rentuútreiðslur
-12
úrslit
-244
Drápiliga sterkur matur
Ein 33 ára gamal breti doyði eftir eina etikapping móti svági sínum. Fyri
at prógva seg, át hann eina rúgvu av sera sterkari chili-sós, ið var gjørd av
fruktum, ið hann hevði heima. Svágurin greiddi frá at pápi hansara hevði
givið honum chili-fruktirnar, ið hann ofta hevði brúkt til ávísar sterkar
rættir, men ongantíð nakað so sterkt sum hetta. Tá Andrew Lee, ið hevur
etið sterka matin fór til songar á kvøld, mátti dama hansara, Samantha
Bailey skriða honum um ryggin, tí hann kendi okkurt løgið. Á morgni
vaknaði hon við síðuna av sínum deyða sjeiki. Kannað verður nú um talan
er um ovurviðkvæmi.