týsdagur 30. september 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 187 - 30. september 2008
Sosialurin
Bankakreppan
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
- Altjóða bankakreppan ber tískil eisini við her hjá okkum, eitt nú tí, at partar
av vinnuni verða fíggjaðir av útlendskum bankum. Landsins myndugleikar eiga
tí at fylgja væl við gongdini og eiga javnan at kunna almenningin um, hvørjar
ætlanir teir hava til tess at byrgja fyri kreppu her hjá okkum
oddagreinin
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Forsetin í USA George W. Bush, ið er neokon-
servativur og sum slíkur heitur talsmaður fyri
púra ótálmaðum marknaðarbúskapi, noyddist
herfyri blankt at viðganga, at tað er heilt galið
við amerikanska búskapinum. Í røðu til ameri-
kansku tjóðina fyri viku síðani gjørdi forsetin
greitt, at allur búskapurin stendur til at rapa.
Hann segði samstundis, at fer hetta at henda,
fara milliónir av amerikanarum í vinnuloysi.
Stjórnin og samveldisbankin løgdu tí fram
eina bjargingarætlan, ein hjálparpakka, tann
sonevnda bail out ætlanin, sum í stuttum merkti,
at amerikanska fíggjarmálaráðið skuldi fáa
heimild at taka yvir vánalig lán fyri at bjarga
bankasektorinum.
Uppskotið fekk rættiliga góða móttøku í kon-
gressini, har leiðslurnar í báðum flokkum um
vikuskiftið samdust um at samtykkja uppskotið
við nøkrum broytingum. Hesar broytingar ásettu
nærri treytir fyri hjálparpakkanum. Men í gjár-
kvøldið hendi so tað, sum eingin hevði væntað:
ein meiriluti í Umboðsmannatinginum feldi upp-
skotið. Lagnan hjá hesum uppskoti er nú óviss,
hóast flokksleiðskurnar í morgun boðaðu frá, at
roynt verður enn einaferð at fáa eitt líknandi upp-
skot samtykt. Arbeitt verður við broytingum, ið
skulu tryggja uppskotinum eina betri lagnu.
Tá tað frættist, at hjálparpakkin var fallin í
Umboðsmannatinginum, fullu partabrævakurs-
irnir um allan heimin. Hetta hendi samstundis,
sum uppaftur fleiri bankar eru komnir í álvar-
samar trupulleikar. Bankakreppan ger um seg
í flestu framkomnu londum, eitt nú Japan,
Fraklandi, Belgia, Bretlandi og í Íslandi, har land-
ið í gjár yvirtók stóran banka. Kreppan í USA
byrjaði í bankakervunum, og orsøkirnar til hesar
trupulleikar eru fleiri. Flestu eygleiðarar halda
meginorsøkirnar vera ein ábyrgdarleysur útláns-
politikkur, spekulatión og bygnaðarligir trupul-
leikar í amerikanska búskapinum. Afturat hesum
koma høgu oljuprísirnir og flyting av stórum
pørtum av ídnaðinum til láglønarlond. Ein fylgjan
av øllum hesum er trótandi gjaldføri og rentu-
hækkingar, sum so aftur hava sligið beinini undan
húsaánarum og privatu nýtsluni.
Bankakreppan ger eisini um seg um okkara leiðir.
Í Danmark eru fleiri smærri bankar í trupulleikum,
og stjórnin og tjóðbankin hava boðað frá, at
allir bankar fáa hjálp, treytað av, at teir bank-
ar, sum eru í trupulleikum leggja saman við
stórbankar ella verða seldir. Føroyar eru vorðin
partur av altjóða samfelagnum og tí merkja vit
allar broytingar, sum henda úti í heimi. Altjóða
bankakreppan ber tískil eisini við her hjá okkum,
eitt nú tí, at partar av vinnuni verða fíggjaðir av
útlendskum bankum. Landsins myndugleikar eiga
tí at fylgja væl við gongdini og eiga javnan at
kunna almenningin um, hvørjar ætlanir teir hava
til tess at byrgja fyri kreppu her hjá okkum.
“Ongin minnist longur
skúlan, sum tók fulla
ábyrgd fyri at útbúgva
næmingar á greiðum og
avmarkaðum fakligum
økjum”, sigur Ulla Nørtoft
Thomsen cand. mag. og
seminarieadjunkt í áhuga
verdari klummu inni á
180grader.
Skúlin inn í óviðkomandi
áhugamál
Hóast Ulla Nørtoft Thom
sen í klummuni “Hygge
skolen” skrivar um danska
fólkaskúlan, eru fleiri drøg
at kenna aftur í føroyska
fólkaskúlanum. Hon
skrivar m.a., at í dag skal
skúlin inn og hava meining
um og viðgera øll privat
viðurskifti hjá næmingu
num. Fólkaskúlalógin, sum
áður hevði verið greið tala,
har uppgávan hjá skúlanum
var faklig, sigur nú, at
næmingarnir skulu hava
“møguleika” fyri at læra
nakað. Ongin minnist
longur skúlan, sum tók
fulla ábyrgd fyri at útbúgva
næmingar á greiðum og
avmarkaðum fakligum
økjum. Dagsins foreldur
hava sjálvi verið í hesi
skipan, og tí krevja tey
bara, at skúlin skal inn í
viðurskifti, sum ikki átti at
havt skúlans áhuga, og sum
avleiðing ikki tekur veru
liga endamál skúlans í
álvara.
Sosialt skúlaverk
Hugsast kann, at eisini før
oyski fólkaskúlin seinastu
fleiri árini er gliðin út á eitt
síðuspor, sum hevur ført
alla skipanina av leið.
Eingin ivi er um, at før
oyski fólkaskúlin er ein
dýrgripur fyri samfelagið.
Her liggur veruligt potenti
ali, bæði í lærarum og
næmingum, sum tó ikki
verður nýtt til fulnar.
Ein stórur, væl dokumen
teraður trupulleiki er, at
lærarar, sum hava ambi
tiónir og fakliga gleði at
undirvísa, verða alt ov ofta
avbrotnir og settir til
uppgávur, teir ikki hava
hug til ella eru útbúnir til.
Hetta krevur nógva tíð og
óneyðuga nógv fundar
virksemi. Tað tykist sum
um, at skúlin gerst meir og
meir eitt sosialt skúlaverk,
enn eitt spennandi fakligt
kraftsentur.
Neyðugt við broytingum
Væl vitandi um stóra
munin á finska og føroyska
samfelagnum, havi eg hug
aftur at nevna áðurnevndu
klummu, sum eisini kemur
inn á PISA og finska
skúlaverkið. Nøkur punkt,
sum finski skúlin
m.a.raðfestur høgt er:
• differentiera greitt og
avgjørt
• hava eina greiða
dagsskrá
• avmarkað og skipað
samskifti millum heim
og skúla
• færri fundir bæði við
leiðslu, lærarar og
foreldur
• strukturerað undirvísing,
sum sjálvdan verður
avbrotin
• høg krøv til
læraraútbúgvingina
• leggja størri dent á
einstøku lærugreinina
enn tvørfakligheit og
læraratoymi
Í skúlaverkinum eyðkennir
tað bæði næmingar,
foreldur og lærarar, at tey
virðismeta fakliga vitan,
sum týdningarmesta
endamál og eisini skyldu
skúlans.
Trivnaður og fakligheit
Í dag er trivnaður settur á
dagsskránna í føroyska
fólkaskúlanum og er sjálv
andi tvingandi neyðugur,
um næmingarnir skulu
verða førir fyri at mennast.
Tó síggi eg vanda í, at
krøvini til trivnaðin ikki
verða flættað saman við
góðum fakligum støði og
umhvørvi.
Trupulleikin er kanska,
at trivnaður og fakligheit
ofta verða sett upp ímóti
hvørjum øðrum. Havi
onkuntíð hug at halda, at
skúlin heldur velur trivnað
millum næmingar, enn
fakliga sterkar næmingar.
Tó nýtist hetta als ikki at
vera antin ella.
Tað er ongin grund at
halda, at næmingar fara at
trívast verri um fakliga
ferðin verður økt. Tað er
heldur ongin grund at
halda, at gjógvin millum
veiku og sterku næm
ingarnar verður djúpri. Eg
eri vís í, at allir næmingar
verða lyftir upp á hægri
støði bæði fakliga og
sosialt. Ulla Nørtoft
Thomsen vísir eisini á, at í
finska skúlanum, har
fakliga ferðin er høg,
trívast næmingar betur enn
eitt nú danskir næmingar.
Tað er ongantíð rætt bara
blint at taka til sín tað, sum
onnur gera. Tó kunnu vit
erliga siga, at tað í løtuni
er ov ógreitt, hvat
endamálið við føroyska
fólkaskúlanum er, og hvat
hann stendur fyri. Áðrenn
vit gera okkum hetta greitt,
koma vit ikki til týdn
ingarmesta kravið til
skúlan, sum er at hava
fakliga stoltar lærarar, sum
veruliga trívast í
starvinum.
www.myspace.com/
toravidkeldu
hjarta@kallnet.fo
Fakligt virksemi treytaleyst
TóRA vIð
KELdU