týsdagur 30. september 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 187 - 30. september 2008
15
Fjørutiundi partur.
Eg nevndi um teir
mongu bólkarnar av
trúgvandi, vit hava í dag,
sum eru komnir av
menniskjans
uppfinnilsum. Nýggja
testamentið lærir okkum
um tríggjar bólkar. Teir
eru: Jødar, heidningar og
samkoma Guds.
Samkoma Guds hevur
nú verið síðan
ápostlarnir byrjaðu at
prætika. Í hesum flokki
eru øll tey, sum eru
komin til trúgv á Jesus
Kristus og í honum hava
fingið syndafyrigeving
fyri alla sína synd. Í
hesum flokki eru bæði
Jødar og heidningar.
Paulus lærir okkum í
brøvum sínum nógv um
samkomuna. Hann
undirvísir tey trúgvandi
í Efesus um , at
samkoman var eitt
loyndarmál, sum honum
var opinberað.
Hetta kanst tú lesa um
í efesusbrævinum. Her
skal bert verða víst á
nøkur fá vers úr hesum
týdningarmikla brævi. Í
2. kapitli síggja vit,
hvussu frelsan er av náði
eina. Síðani vísir Paulus
á ,hvussu tey sum
heidningar stóðu uttan
fyri alt og vóru langt
burtur, meðan jødarnir
áttu lyftini og vóru nær
Gudi. Men nú eru tey
trúgvandi eitt likam í
Kristusi, bæði
heidningar og jødar. Lat
okkum lesa kap.2,11-18
Minnist tí, at tit áður -
tit, sum vóru heidningar
í holdinum og vórðu
kallaðir óumskornir av
hini sokallaðu
umskering, sum verður
gjørd í holdinum við
hondini
- minnist, at tit ta tíðina
stóðu uttan fyri Kristus,
útistongd frá
borgararætti Ísraels og
lyftissáttmálunum
fremmand, uttan vón og
uttan Gud í heiminum!
Men nú eru í Kristi
Jesusi tit, sum áður vóru
langt burtur, komin nær
við blóði Kristusar.
Tí Hann er friður
okkara, Hann, sum
gjørdi eitt av báðum og
breyt niður
millumgarðin, ið skilti
sundur, fíggindskapin,
táið Hann í holdi Sínum
tók burtur boðlógina og
fyriskipanir hennara, fyri
at Hann í Sær kundi
skapa av báðum eitt nýtt
menniskja og soleiðis
gera frið,
og fyri at Hann við
krossinum kundi í einum
likami fáa báðar partar
sáttar við Gud, við tað at
Hann við honum drap
fíggindskapin.
Hann kom og
kunngjørdi tykkum frið,
sum langt burtur vóru,
og teimum frið, sum nær
vóru.
Tí við Honum hava
vit - báðir partar - í
einum Anda atgongd til
Faðirin.
Í næsta parti skulu vit
taka nøkur vers úr 3.
kapitli, har ápostulin
vísir á at hetta um
heidningarnar og
samkomuna hevði verið
eitt loyndarmál.
Framhald.
RichaRd
danielsen.
Tíðindaskriv
Stuðulsstovnurin
Í føroysku lógini um lestrar-
stuðul stendur í § 6 stk. 4:
“Í tíðarskeiðum, tá umsøkj-
ari hevur rætt til samsvarandi
stuðul frá Statens Uddann-
elsesstøtte
ella
øðrum
lestrarstuðulsskipanum,
fæst ikki stuðul frá Stuðuls-
stovninum.” Hetta merkir,
at hevur lesandi rættindi til
stuðul frá øðrum lestrar-
stuðulsskipanum, skulu hes-
ir møguleikar roynast fyrst.
Síðsta árið hava føroysk
lesandi fingið tveir nýggjar
møguleikar at søkja um
gjaldskúlastuðul. Niðanfyri
verður stutt greitt frá hes-
um.
Gjaldskúlastuðulin til
lesandi í Skotlandi
Á heysti 2007 hendu nakrar
broytingar, sum viðførdu at
øll føroysk lesandi kundu
fáa skúlagjaldið á skotskum
bacelorútbúgvingum goldið
av skotska lestrarstuðuls-
stovninum SAAS. Haraftur-
at var eisini møguleiki fyri
at fáa skúlagjaldið til ávísar
masterútbúgvingar goldið.
Inni á heimasíðuni www.
saas.gov.uk/student_
s u p p o r t / s p e c i a l _
circumstances/postgrad_
list.htm
sæst,
hvørjar
master-útbúgvingar skúla-
gjaldstuðul fæst til í 2008-
2009.
Heimasíðan
hjá
SAAS er www.saas.gov.uk
Lesandi
føroyingar
á
bachelorútbúgvingum
í
Skotlandi skulu tí vanliga
søkja SAAS um stuðul til
skúlagjaldið og ikki Stuðuls-
stovnin. Lesandi føroyingar
á
masterútbúgvingum
í
Skotlandi skulu kanna um
teirra útbúgving er á list-
anum (sí leinkjuna oman-
fyri). Um útbúgvingin er á
listanum, skal tann lesandi
seta seg í samband við
lærustovnin og fáa staðfest,
um viðkomandi er útvaldur
til at fáa skúlagjaldið goldið
av SAAS. Um SAAS ikki
stuðlar, skal tann lesandi
søkja Stuðulsstovnin.
SU veitir skúlagjald til
útvaldar lærustovnar
Frá á heysti í 2008 hevur
SU sett nýggja skipan í
verk, sum veitir skúlagjald
til lesandi á ávísum út-
búgvingarstovnum
uttan-
lands. Fyri at kanna um tín
útbúgving er ein av hesum,
far inn á www.su.dk og trýst
á
udlandsstipendium
í
vinstru síðu. Um tín útbúgv-
ing og útbúgvingarstað er á
einum av teimum fýra listu-
num á heimasíðuni (Uni-
versitetslisten, Kulturminist-
eriets liste, Undervisnings
ministeriets liste og Sam-
arbejdsaftalelisten), skalt tú
søkja SU um skúlagjald-
stuðulin.
Møguleiki
er
eisini at søkja, sjálvt um tín
útbúgving ella útbúgvingar-
stovnur ikki er á listunum.
Um SU ikki rindar ella bert
rindar ein part av skúla-
gjaldinum er møguligt at
søkja Stuðulsstovnin um
tann partin, ið ikki fæst frá
SU.
Vilt tú vita meira um hesa
skipan far so inn á SU-
heimasíðurnar (sí omanfyri)
ella á
www.udlandsstipendium.dk
Møguleiki er eisini at seta
seg í samband við Altjóða
Skrivstovuna www.ask.
fo” www.ask.fo ella Stuðuls-
stovnin www.studul.fo um
ivamál eru.
Áheitan á øll, ið lesa
undir ÚSUN-skipanini og
øll, ið ætla at nýta skipanina
framyvir
Heitt verður á øll lesandi
í ÚSUN-skipanini at kanna
omanfyrinevndu møguleik-
ar. Heitt verður eisini á øll,
ið ætla sær út um norðurlond
at lesa, at fara tíðliga í
gongd við at kanna og søkja
lestrarstuðulsstovnarnar,
bæði SU, Stuðulsstovnin og
SAAS, av tí at viðgerðartíðin
ofta er fleiri mánaðir. Ikki
minst er viðgerðartíðin hjá
SU ógvuliga long í sam-
bandi við SU-góðkenning
av útbúgvingum. Og Stuð-
ulsstovnurin kann ikki veita
stuðul fyrr enn útbúgvingin
er góðkend.
Teir 11 bókstavirnir í
Gekkinum, sum fólk kunnu
velja sær, (blátt, reytt, gult og
ælabogi) eru tiknir úr
útlendskum bókstavarað, ikki
føroyskum!
Man tað ikki vera eindømi í
heiminum, at alment
sjónvarpsspæl brúkar annað
stavrað enn landsins egna?
Kanska er tað ikki lógligt
heldur!?
Teir útlendsku bókstavirnir eru:
a b c (mynd)
d e f g
h i j k
Teir føroysku bókstavirnir eru:
a á b (mynd)
d ð e f
g h i í
Gott í teg, Kringvarpið, broyt
hatta sum skjótast!
Annars var tað hugaligt nú eitt
kvøldið, meðan Gekkurin var, at
hoyra eitt barn rópa há aftanfyri,
tá tey bæði vaksnu so sera samd
søgdu hå! Man málsliga
framtíðin ikki vera bjartari?
GEKSSPÆL ella
GEKKASPÆL!?
Ein gekkur, fleiri gekkar.
Er talan um ein gekk, eitur tað
geksspæl og geksvertur. Er talan
um fleiri gekkar, eitur tað
gekkaspæl og gekkavertur.
Hvat merkir GEKKUR?
Sambært orðabókini merkir tað
m.a.: íspegil, forherðingur,
skemtari.
Í hesum døgum munnu
gekkarnir vera fleiri í tali, eisini
politiskir!
Hugsið tykkum,f øroyingar!:
1) Fogh ger seg inn á skrivstovu
hjá Møller.
2) Fogh rekur Møller og stjórn
úr starvi.
3) Viku seinni er Fogh
fíggjarráðharri í stjórn hjá
Helle!
Gekkar? Eg veit ikki.
E.S.: Til lukku við stóra
geksvinninginum!
E.E.S.: Hjólsvinningarnir áttu
ikki at verið minni enn 10.000
kr.!
Á Borg á Argjum á
mikkjalsmessu 2008
Nýggir stuðulsmøguleikar til skúlagjaldið
Gekkur við útlendskum bókstavum
eyðun
á BoRg
...segði nýklakti løgmaður-
in, Kaj Leo Johannesen frá
løgtingsins røðarapalli sein-
asta fríggjadag. Hendan
hansara fyrsta røða var virð-
ilig og greið við adressu til
alt Føroya fólk, soleiðis
sum tað sømir seg einum
røttum løgmanni:
Tey flestu harmast um, at
politisku ósemjurnar fylla
so nógv hvønn dag, tí í ver-
uleikanum eru vit ikki so
ósamd, sum vit halda. Vit
virða jú øll dygdirnar hjá
hvørjum øðrum. Vit savnast
á stevnum og festivalum,
vit savnast í samkomum og
til ítróttartiltøk. Vit savnast
at arbeiða saman og skemta
okkum saman. Her er einki
galið við okkara saman-
haldi.
Samanumtikið ein røða
merkt av føroyskari sið-
menning og eggjandi áræði,
tjóðskaparliga
mergjað,
men fjar frá nationalistiskum
fjákalótum,
sum
kunnu
koma okkum aftur um
brekku.
Í ávísan mun kann røðan
minna eldri og gomlum
fólki á farnar aðalsmenn í
løgtinginum: Jóannes Pat-
ursson, Hans Iversen, Louis
Zachariasen, Peter Mohr
Dam og Hanus við Høga-
dalsá fyri bert at nevna ein
úr hvørjum flokki. Fyri 46
(?) árum síðani kom táver-
andi landsstýrismaður við
fíggjarmálum,
Kristian
Djurhuus yvir á Føroya
Gjaldstovu, sum helt til í
”Rosuborg” á Kongabrúnni
(Rosa var gift við Husted-
Andersen, sum bygdi hús-
ið), og bjóðaði øllum, sum
starvaðust á stovninum,
kaffi og smákøkur. Í lítlari
røðu greiddi hann frá,
hvussu neyðugt arbeiðs-
semi, dissiplinur og loyali-
tetur er í landsins høvuðs-
fyrisiting, um hon skal vera
vælvirkandi. Vónandi fer
okkara landsstýri aftur at
virka undir slíkum umstøð-
um.
Í bókini Færøsk Selvstyre,
sum Jóannes Patursson gav
út í Keypmannahavn í 1931,
kunnu vit lesa stevnuskránna
hjá
Sjálvstýrisflokkinum
(alias Vinnuflokkurin, alias
Fólkaflokkurin)
við
11
punktum. Tað er ikki ov
nógv sagt, at Fólkaflokkurin
hevur megnað at loyst stevn-
uskránna,
sum
Jóannes
bóndi ætlandi var pápi at,
so at siga út í æsir. Gomul
stríðsmál millum táverandi
flokkar eru so statt í stóran
mun úti av verðini.
Føroya fólk, illa trevsað
av politiskum klandri og
ótryggleika, hevur átrokandi
ynski – fyri ikki at siga bøn
– um, at løgtingið og lands-
stýrið nú tekur annað skinn
um bak fyri at veita fólki-
num tann tryggleikan – lik-
amligan og sálarligan – sum
krevst, fyri at øll kunnu
siga, at í Føroyum er gott at
búgva.
Við nýggjum, konstruk-
tivum føroyskum politikki
og dugnaligum landsstýris-
limum og góðum skipara á
brúnni kunnu vit røkka tað,
sum verður stungið út í kort-
ið.
Óivað ein stórur meiriluti
av Føroya fólki ynskir okk-
ara níggju landsstýrislimum
við nýggjum, óroyndum
løgmanni, tillukku og góð-
an byr.
heRi MohR
Fólk eru troytt av klandri
Bíblian innblást
av Gudi
- ikki mannaorð
um Gud