Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 30. september 2008 17 Í gjár var hildin vegleiðandi fólka­ atkvøða í Mið­ og Sandavági um samanlegging av kommununum. Sáttmálin hevur ligið frammi og nógv er kunnað um hetta. Hóast vallutøkan var lítið meir enn 50% vísti ein klárur jaligur hugburður seg Kommunal­ politiKKur Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Borgarar í Sandavági, Mið­ vági og á Vatnsoyrum kunnu gera seg tilreiðar at kalla seg íbúgvar í Vága Kommunu. Valið av komm­ unustýrislimum verður ann­ an týsdag í novembur. Sjálv samanleggingin verður framd 1. januar 2009. Høvuðspunktini í sáttmálan­ um eru hesi trý: 1: At tryggja at borgararnir í samanløgdu kommununi fáa betri tænastu. 2: At fáa meira burtur úr við at samskipa rakstur og íløgur. 3: Allir borgarar, uttan mun til bústað, fáa somu tænastu, hava somu skyldur og rættindi. Sáttmálin bindir tó komm­ unurnar saman beinavegin. Kommunurnar báðar hava rætt til at hava eitt umboð á fundum hjá hinari komm­ ununi. Tó bara við talu­, og ikki atkvøðurætti. Borgar­ stjórarnir í báðum komm­ ununum eru báðir fegnir um úrslitið. Teir síggja nógvar nýggjar møguleikar við samstarvinum, og vóru báðir á einum máli um, at saman standa kommunurnar sterkari. Ein sigur fyri øll Fólkið í báðum kommun­ unum atkvøddu fyri saman­ leggingini, ið var løgd fram. Nógv samstarv hevur verið áður, og hetta var bara full­ fíggjandi stigið, segði Jo­ hannes Klein, borgarstjóri í Miðvágs kommunu. Mill­ um málini, har samanlegg­ ingin veruliga fer at vera ein fyrimunur í, nevndi hann útbygging av eldra­ økinum og skúla. Hetta hevði ikki verið gjørligt hjá kommununi at staðið einsa­ møll um. Jógvan Sjúrður Hansen, ið er borgarstjóri í Sanda­ vágs kommunu, nevndi millum annað at nú kundu kommunurnar samstarva um verkfrøðingar og slíkar útreiðslur, ið er óneyðugt at báðar arbeiða hvør sær um. Báðar kommunurnar vera við til at gera fíggjarætlanina fyri 2009. Hetta merkir at borgarstjórarnir vera við til fundirnir hjá hinari komm­ ununi. Felagsskattaprosent­ ið verður síðan ásett út frá fíggjarætlanini. Báðar kommunurnar eiga pening á bók. Miðvágs kommuna eigur 8 milliónir og Sandavágs næstan 10 milliónir. Fólkið hevur talað Hóast lítla vallutøkan kundi bent á líkasælu millum borg­ ararnar, hildu báðir borgar­ stjórararnir at talan var um, at meirilutin hevur talað. Meir enn helvtin vóru á vali, og meir enn helvtin av teimum atkvøddu fyri sam­ anleggingini. Ein av orsøk­ unum kundi vera, helt Sandavágs borgarstjóri, at nógv eldri hildu seg longu hava sagt sína hugsan. Ein vegleiðandi fólkaatkvøða er ikki nakað, ið ein kann vænta stóra luttøku til. Umframt tað, so var ein slík í januar, uppundir løgtings­ valið, har vóru mikið fleiri á vali, og úrslitið var hitt sama. Báðir borgarstjórarnir søgdu seg hava fingið jalig aftursvar frá borgarum sín­ um, ið hava vent sær til teirra eftir atkvøðudagin. Framyvir kemur kommunu­ stýrið at halda til í Miðvági og nevndar­ og kommunu­ stýrisfundir, og umsiting í Sandavági. Eftir á vágoynni er Sør­ vágs kommuna, har Sør­ vágur, Bøur, Gásadalur og Mykines eru í. Hendan kommunan valdi at ikki fara uppí samstarvið við hinar. Komandi Vága kommuna Fantastiskir dekkprísir 175/65-14 ........................... úr 620,- 195/55-15 ........................... úr 775,- 195/65-15 ........................... úr 795,- 205/55-16 ........................... úr 890,- 205/40-17 ........................... úr 965,- 225/45-17 ........................... úr 995,- 225/40-18 .......................úr 1.290,- 235/35-19........................úr 1.710,- Prísdømi ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · tel 227 000 Motorsúkklu-/skutarahjálmur. Flottur heil­ dekkandi hjálmur við allergivinarligari bjálving og løttum lási til høkureim. Hevur klárt glas, ið ikki skøvast. Er góðkendur til motorsúkklu og er tí eisini væl egnaður til knallert og skutara. Fæst í fleiri litum. Fæst í hesum støddum: M, L, XL, XXL. 790,- einans Ford Escape til sølu Ford Escape Limited við 3.0 V6 bensinmotori (200 hk). Skrásettur fyrstu ferð í juni 2007. Hevur einans koyrt 23.000 km. Bilurin er sera væl útgjørdur og hevur m.a. 4-hjóls trekk, aut. gear, leðursetur, fløguspælara til 6 fløgur, aircondition, el-rútar, el-spegl, el-førara- setur, fjarstýrt centrallás, orig. 16” alu-felgur, fart pilot, tokulyktir og takboylar. Bilurin er sum nýggjur bæði innan og uttan. Nýprísur: 460.000,-. Verður seldur fyri einans kr. 325.000,- Tlf. 211996 ella kho@post.olivant.fo – 4-hjólstrektur luksusjeepur Spar 135.000