Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 187 - 30. september 2008 Stutt Sagt Sviar smugla minni Tann høgi benzinprísurin kann vera ein orsøk til, at sviar smugla ikki so nógv­ an rúsandi løð nú sum fyrr. Í hvussu er skrivar blaðið Dagens Nyheter, at sviar smuglaðu 35 prosent minni av brennivín og øðr­ um rúsandi løði fyrra hálv­ ár í ár enn somu mánaðir í fjør. Tølini vísa, at sviar smuglaði heili 66 prosent minni av brennivíni og 16 prosent minni enn øli. Har­ afturímóti smuglaðu teir tvey prosent meiri av víni enn fyrra hálvár í fjør. Mats Ramstedt, sum kannar brennivín­ og rús­ evnanýtsluna hjá svium, heldur ikki, at tann mink­ aða smuglingin er eitt tek­ in um, at sviar drekka minni brennivín nú enn fyrr, tí tølini hjá einkar­ søluni vísa, at hon hevur selt meiri higar til í ár enn í 2007. Mats Ramstedt sigur við Dagens Nyheter, at vanliga plaga sviar at fara til Týsklands við bili at keypa rúsdrekka, men tann høgi benzinprísurin kann hava gjørt, at tað er ikki so spennandi longur, sigur hann. Ein onnur orsøk kann vera, at tollvaldið hevur lagt størri dent á at avdúka smuglarar. Cadbury kallar sukur­ látu aftur Søtmetisfyritøkan Cad­ bury hevur kallað aftur ell­ ivu sløg av sukurlátu, sum eru framleiddar á verk­ smiðjuni, sum fyritøkan hevur í Kina. Avgerðin er tikin í samráð við heilsu­ myndugleikarnar í Hong­ kong og hevur samband við, at eitrað mjólkarpulvur er funnið í Kina. Kanningar av mjólkar­ pulvurinum vístu, at evnið melamin var blandað uppí, men tað er ikki greitt, um kanningar hjá Cadbury hava staðfest melamin í sukurlátu, sum er gjørd á verksmiðju felagsins, sum er í Beijing. Tann eitraða mjólkin hevur kostað fýra kines­ iskum smábørnum lívið, og umleið 54.000 børn hava fingið nýrastein ella aðrar trupulleikar av teirri eitraðu mjólkini, skrivar BBC. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Eg fari ikki til Wien, uttan at eg verði eysturríkskur ríkiskanslari, og sjálvandi havi eg ein møguleika Jørg Haider útlond Í seinastuni hava ókendir menn søkt at palestinum og ísraelskum hermonn­ um á Vestara Áar­ bakka. Demokratiið er í vanda, sigur Ehud Olmert Ísraelska demokratiið er í vanda. Tað sigur fráfarandi forsætisráðharrin, Ehud Olmert, sum vísir á, at ta seinastu tíðina hava fleiri álop verið á ísraelskar trygd­ arhermenn og palestinar á Vestara Áarbakka. Ísraelsku myndugleikar­ nir bera ótta fyri, at víð­ gongdir, høgrasinnaðir jød­ ar hava stovnað ein felags­ skap á Vestara Áarbakka. Myndugleikarnir hava ill­ gruna um, at felagsskapurin hevur skipað fyri fleiri álop­ um, og millum annað kann­ ar løgreglan, um tað vóru limir í hesum felagsskapin­ um, sum royndu at beina fyri professaranum og frið­ arstríðsmanninum Zeev Sternhell seinasta hósdag. Ísraelsku fjølmiðlarnir hava umrøtt fleiri álop á Vestara Áarbakka í sein­ astuni. Løgreglan sigur, at ágangurin hevur vundið upp á seg, og at hon hevur skrásett fleiri tilburðir, har jødar hava gjørt seg inn á palestinar ella palestinskar ognir. Harumframt hava jød­ iskir niðursetumenn lopið á ísraelskar trygdarhermenn í økinum, sigur løgreglan. Fleiri viðmerkjarar í Ísra­ el samanbera gongdina við virksemið hjá einari jødisk­ ari undirgrundarrørslu, sum var virkin seinast í sjeytiár­ unum og fyrst í áttatiárunum. Limir í rørsluni myrdu pal­ estinskar studentar á einum islamskum háskúla í Heb­ ron og skipaðu fyri fleiri bumbuatsóknum at palest­ inskum borgarstjórum á Vestara Áarbakka. Tveir av limunum í rørsluni blivu tiknir og fingu lívlanga fongsulsrevsing, men sluppu úr fongslinum nøkur ár seinni. Skotin 20 ferðir Jerusalem Post skrivar, at ísraelska løgreglan kannar í løtuni eina heimasíðu, har onkur hevur hótt við at beina fyri Ehud Olmert, for­ sætisráðharra, øðrum polit­ ikarum og dómarum í ísra­ elska hægstarætti. Ísraelsku bløðini skriva, at víðgongdir niðursetu­ menn hava hert ágangin ímóti palestinska fólkinum á Vestara Áarbakka, og at víðgongdir rabbinar styðja teir, sum skipa fyri ágangin­ um. Seinasta leygardag bleiv ein 18 ára gomul pal­ estinsk genta funnin deyð nærhendis býnum Nablus. Kanningar vístu, at hon var rakt av umleið 20 skotum., og eygnavitni greiddu frá, at tað vóru niðursetumenn úr einari bygd í grannalagn­ um, sum høvdu beint fyri henni. Hetta er annað morðið av hesum slagnum hendan mánaðin. Blaðið Ha’arets skrivar, at fyrra hálvár í ár skrásetti ísraelska løgreglan 429 álop á palestinar og palest­ inskar ognir. Alt árið í fjør vóru álopini 551 í tali, skriv­ ar blaðið. Russland og Venesu­ ela hava sett sær fyri at økja samstarvið, og tað fellur ikki í góða jørð í Washington Forsetin í Venesuela, Hugo Chávez, hevur enn eina ferð víst, at hann gevur sær ikki stórvegis far um, hvat amerikanska stjórnin heldur um uttanríkispolitikk hans­ ara. Fyri 14 døgum síðani kunngjørdi hann, at Russ­ land og Venesuela skulu hava felags herflotavenjing í vetur, og nú hevur hann tosað við russar um at byggja eitt kjarnorkuverk í Venesuela. ­ Russland er sinnað at hjálpa Venesuela við at menna kjarnorku til friðar­ lig endamál, og vit hava longu sett eina nevnd at arbeiða við málinum, segði Hugo Chávez eftir ein fund við russiska forsætisráðharr­ an, Vladimir Putin, um viku­ skiftið. Politiskir eygleiðarar siga, at Russland hevur víst munandi størri áhuga fyri samstarvinum við Venesu­ ela síðani Georgia­krepp­ una. Teir siga, at avgerðin at senda herskip til Venesu­ ela á venjingarferð er uttan iva eitt svar uppá, at USA sendi herskip til Georgia við neyðhjálp. Tey seinastu trý árini hev­ ur Venesuela keypt stríðs­ flogfør, tyrlur og riflur úr Russlandi fyri meiri enn fýra milliardir krónur, skriv­ ar Reuters. Russar skulu byggja kjarnorkuverk í Venesuela Vladimir Putin og Hugo Chávez kanna eitt modell av einum Tupolev TU-160 flogfari Mynd: AFP Víðgongdir jødar kunnu forkoma Ísrael Teir víðgongdu jødarnir hótta ísraelska demokratiið, sigur Ehud Olmert Mynd: Polfoto