Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 30. september 2008 19 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tá eg tók við, svaraði føroyska landsliðið til donsku 2. deild, men átta ár seinni hevði liðið, tá tað hevði ein góðan dag, kunnu spælt upp í móti fleiri liðum í superliguni. Allan Simonsen Stephan Schlei hev­ ur sermerkt seg á tveimum mótum. Hann hevur havt Guinness­heimsmetið í at tumla kring heim­ in, og so hevur hann kýtt seg fyri at síggja fótbólt á so nógvum leikvøllum, sum gjørligt Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Nakrir originalar vitja Før­ oyar millum ár og dag. Ein týskari, sum býr í Rattingen ­ sum liggur skamt frá Dus­ seldorf ­ vitjar í Føroyum í hesum døgum. 52 ára gamli Stephen Schlei hevur tvær stevnur her í lívinum. Onnur er at tumla seg gjøgnum lond. Hann hevur higartil tumlað seg gjøgnum so nógv lond, at talan veruliga er um heimsmet, sum er vorðið innritað í heimsmet­ bókini hjá Guinness. Steph­ an Schlei hevur tumlað nær um 1.300.000 kilometrar. Hin stevnan er at vitja flest møgulig FIFA­limalond, og at síggja flest møguligar leik­ vallir. Stephan setir tó sum mark, at talan skal verða um ein dyst í antin bestu ella næstbestu fótbóltsdeildini í einum FIFA­landi. Var í Landskrona Stephan – sum heldur við Fortuna Dusseldorf ­ sigur, at hann hevur sæð Føroyar spæla á sínum »Tjóðarvølli«. Hetta var í 1991, tá føroyska A­landsliðið tapti 0­5 ímóti Norður­Írlandi í Lands­ krona. Stephan leggur dent á, at tá á døgum varð Lands­ krona veruliga tjóðarvøllur føroyinga. 12 ár seinni sá Stephan Føroyar tapa 1­2 ímóti Íslandi á Laugardals­ vøllinum í Reykjavík. 4 dag­ ar seinni fann hann eitt sjón­ varp í einari kiosk í Reykja­ vík, og har sat hann og hugdi eftir EM­undankapp­ ingardystinum millum Før­ oyar og Týskland. Tá 86 minuttir vóru farnir varð støðan javnleikur 0­0, og sjálvt um Stephan er týskari, so sat hann og vónaði, at føroyingar fóru at halda javnleikin, men tað eydn­ aðist tíverri ikki. Farna vikuskiftið sá Stephan sínar fyrstu fótbólts­ dystir í Føroyum. Leygar­ dagin varð hann á Svanga­ skarði, og har sá hann dyst­ in millum B68 og KÍ, sum B68 vann 1­0. Brosandi og entusiastiskt fortelur Steph­ an um allan vindin, sum varð á Svangaskarði, og um hvussu spælarnir máttu halda bóltinum við deyð­ bóltsstøður, so skjótast kundi. Dagin eftir vóru veðurgudarnir blíðari, tá hann sá dystin millum B36 og B71 í Gundadali. Stephan harmast kortini um, at honum ikki býðst høvið at síggja elsta fótbólts­ felagið í Føroyum, TB. Hann er hugtikin av, at eitt føroyskt fótbóltsfelag kann verða frá 1892. Stephan hevði virðismett tað almik­ ið, um TB hevði kunnað spælt ein venjingardyst ímeðan hann er í landinum. Men talan má verða um ein venjingardyst við einum ordiligum dómara, annars telur tað ikki í hagtølunum. So kanska teir í TB og VB/ Sumba forbarma seg, og fyrireika ein venjingardyst fyri at gleða ein risastóran týskan fótbóltsfjeppara? Boðini eru hervið farin út! Andorra og Malta eru sermerkt Stephan hevur sæð øll tey bestu liðini í teimum bestu fótbóltsdeildunum í Finn­ landi, Danmark, Noregi og Svøríki. Hann manglar bert at síggja tveir leikvøllir. Hann manglar at fara til dyst í Frederiksstad á eyst­ urlandinum í Noregi. Eisini manglar Stephan at síggja leikvøllin hjá IFK Marie­ hamn, sum spælir í bestu finsku fótbóltsdeildini. Stephan gleðir seg at fara ein túr til Álandsoyggjarnar fyri at síggja IFK Marie­ hamn spæla ein heimadyst. Næsta FIFA­landið, sum er á skránni hjá Stephani, er pinkulýðveldið Andorra. Tað stuttliga við teimum átta liðunum í bestu fótbólts­ deildini í Andorra er, at tey spæla øll sínar ligadystir á sama øki. Haraftrat koma kanska tveir dystir í 2. deild seinni um kvøldið. Soleiðis kann Stephan síggja seks dystir uppá ein dag. Stephan hevur eisini verið á Malta. Tað stuttliga við Malta er, at øll liðini í bestu maltesisku deildini spæla á Ta’qali Leikvøllin­ um, sum liggur uttanfyri Valetta. B36 og føroyska landsliðið hava góð minnir frá tí leikvøllinum. Tað verð­ ur spælt fríggjakvøld, leyg­ ardag og sunnudag í maltes­ isku liguni. Tað eydnaðist Stephani at síggja 10 dystir í bestu og næstbestu maltes­ isku deildini innan 45 tímar, meðan hann varð í Malta. Sá endan hjá DDR Millum mongu stóru minn­ ini hjá Stephani er, at tað untist honum at síggja síðsta landsdystin hjá DDR, sum varð ímóti Belgia í 1990. Møguliga fáa vit før­ oyingar ikki tey úrslitini vit ynskja okkum. Men okkara altjóða limaskapur í FIFA gevur okkum nógvar sjáld­ samar vinir kring Heimin. Millum teir mest sjáldsomu eru Stephan Schlei. Miku­ dagin kl. 15.15 kunnu fólk hoyra samrøðuna við Steph­ an Schlei á Rás2. Hevur vitjað 1150 vøllir í 65 FIFA-londum Hann hevur tumlað kring allan heim. Higartil hevur Stephan Schlei sæð dystir í 65 FIFA-limalondum Mynd: Álvur Haraldsen