Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 187 - 30. september 2008 ] – Í Føroyum sá eg, hvussu eyðmjúkur tú skalt verða her í lívinum, skrivar Allan Simonsen í nýggjari bók. Hann avdúkar eisini, at hann fyrstu tíðina var kløkkur av, at føroysku spælararnir altíð komu ov seint, og hann noyddist ferð eftir ferð at sláa nevan í borðið og tosa við stórum stavum AllAn SimonSen Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tárini trillaðu, tá Allan Simonsen fyri sjey árum síðani segði farvæl til Før­ oyar og føroyska landsliðið. Eyðagóði danski venjarin, sum setti nýggj krøv til føroyskan fótbólt, starvaðist í Føroyum í átta ár. Hesi árini lærdu føroyingar Allan Simonsen betur at kenna. Ikki tí. Sum fótbóltsspælari var hann ein hetja millum bæði danir og føroyingar, og hann er einasti danski fótbóltsspælarin, sum er kosin ársins besti spælari í Europa. Tað var eisini í tíðini hjá Allani Simonsen, at før­ oyska fótbóltslandsliðið fekk bestu úrslitini, og tá vegirnir hjá Allani Simon­ sen og føroyskum fótbólti skiltust, sótu fleiri fólk við tárum í eygunum og klumpi í hálsinum. Nú hevur Allan Simonsen skrivað eina biografi saman við rithøvundanum Bo Øst­ lund. Í bókini, sum hevur heitið ”Europas bedste 30 år efter” skrivar Allan Simonsen eisini um tíðina í Føroyum, og samstundis sum hann fegnast um sítt avrik í Føroyum, sigur hann seg hava lært nógv av hug­ burðinum hjá føroyingum til tilveruna. Valdi Føroyar hóast lága løn Allan Simonsen fekk fleiri fyrispurningar í tíðini, áðrenn hann gjørdist før­ oyskur landsliðsvenjari í 1993. Skotska fótbóltssam­ bandið spurdi seg fyri hjá honum, tað sama gjørdi eitt týskt felag, og eisini komu tilboð úr Turkalandi og Miðeystri. Allan Simonsen var eisini á fundi við spanska felagið Celta Vigo, men tá teir bóðu hann um svar, segði hann nei takk. Allan Simonsen hevði hug at sleppa burtur at royna seg sum venjari, tí tað hevði verið heldur rokaligt í venjarastarvinum í Vejle, og tá tann mest realistiski møguleikin kom á borðið, sló Allan Simon­ sen til. ­ Nógv fólk vóru kløkk, tá eg gjørdist landsliðs­ venjari í Føroyum. Eingin segði tað beinleiðis, men fleiri donsk bløð skrivaðu eitt sindur spyrjandi, hvat eg í allari víðu verð skuldi í Føroyum, skrivar Allan Simonsen í nýggju bókini. Orsøkin til, at Allan Simonsen tók av venjara­ starvinum í Føroyum var, at hann fekk frið at byggja nakað upp, og honum dámdi uppgávuna, hóast hann kundi fingið tíggju ferðir so høga løn aðra­ staðni. ­ Eg var yvirraskaður, tá teir (FSF) ringdu og bóðu meg koma á fund. Vit prát­ aðu fyrst í Keypmannahavn, og síðani fór eg til Føroya. Eg fekk carte blanche til at gera, júst eg vildi. Eingin blandaði seg uppí, øll vildu samstarva, og saman gjørdu vit Fótbóltssambandið meira professionelt. Vit náddu rættiliga langt tey átta árini, skrivar Allan Simonsen. Mátti skelda spælararnar Allan Simonsen roynir ikki at fjala út yvir, at hann helt, tað gekk væl í starvinum sum landsliðsvenjari í Før­ oyum. Í bókini skrivar hann: - Sum fólkaslag eru føroyingar sera fyrikomandi, og landið er sera vakurt. Eg misti heilt einfalt mítt hjartað til Føroyar og føroyingar, og tá eg gavst sum venjari, bilti røddin, og fekk tár í eyguni, skrivar Allan Simonsen í nýggjari bók Mynd: Polfoto Erlig og kenslu­ rík bók Allan Simonsen hevur ikki verið kendur sum tann maðurin, sum hevur sagt mest í fjølmiðlunum, og hann hevur hildið familjulívið privat. Tað ger hann ikki í nýggju bókini “Europas bedste 30 år efter”. Har skrivar hann rættiliga persónligt og erligt um, tað sum honum hevur verið í fótbóltinum og í privatlívinum. Allan Simonsen skrivar um einsemi sum fótbóltsspælari í Týsklandi, um hóttanir í Barcelona, um hjúnarskilnaðin frá konuni Anette, sum hann var saman við í 31 ár, og um at hann kennir á sær, at hann hevur svikið børnini hjá sær. Eg misti hjartað í Føro Sensatión hjá AB Saman við liðfeløgunum framdi Christian Høgni Jacobsen eitt satt bragd, tá tað í gjárkvøldið eydnaðist AB at senda FC Midtjylland úr donsku steypakappingini. Einasta málið skoraði Glenn Darlie upp á beinleiðis fríspark miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hóast FCM royndi at trýsta, so kundi AB eins væl økt um leiðsluna við onkrum av sínum kontraálopum. United á Aalborg Átta dystir í Champions League eru á skránni í kvøld, og í Danmark er áhugin stórur, nú Ronaldo, Rooney og allar hinar stjørnurnar hjá Manchester United koma á vitjan hjá Aalborg. Heldur óvæntað liggja bæði liðini jøvn við einum stigi hvør eftir fyrsta umfarið, og tí er stórt trýst á ensku meistarunum undan dystinum. Hinir dystirnir í kvøld eru Zenit­Real Madrid, Villarreal­Celtic, Fiorenta­Steaua, Bayern München­Lyon, Arsenal­Porto, Fenerbache­Dynamo Kiev, Borisov­Juventus.