týsdagur 30. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 187 - 30. september 2008 ]
- Avgerðin um at
rýma frá familjuni
var sera, sera hørð,
og eg kendi veruliga,
at eg sveik mínar
tríggjar døtur, skrivar
Allan Simonsen um
hjúnaskilnaðin frá
konuni Anette
AllAn SimonSen
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Allan Simonsen fór frá
konu sínari, meðan hann
var landsliðsvenjari í Føroy
um, og hann brúkar nógv
pláss í nýggju bókini til at
skriva um sambandið við
familjuna hjá sær – ikki
minst í sambandi við hjúna
skilnaðin og nýggja giftar
málið.
Allan og Anette Simonsen
hittust, tá tey vóru 15 ára
gomul. Tey hildu saman í
31 ár og høvdu verið gift í
23, tá tey fóru frá hvørjum
øðrum í 1998.
Tað var eitt gott hjúna
band, men við tíðini vuksu
vit frá hvørjum øðrum. Og í
mínum føri hitti eg ein aðra
kvinnu, sum var fitt og drag
andi. Anette fann út av tí,
og tað var ein sera keðilig
tíð fyri okkum øll. Avgerðin
um at rýma frá familjuni
var sera, sera hørð, og eg
kendi veruliga, at eg sveik
mínar tríggjar døtur, skrivar
Allan Simonsen í nýggju
bókini.
Um eg hevði fylgt heila
num, hevði eg verði verandi
hjá familjuni, men skuldi
eg fylgja hjartanum, mátti
eg rýma.
Eg kann ikki lata verða
við at hugsa, at eg serliga
sveik tær báðar yngru døtur
nar hjá mær, sum vóru 13
og 15 ára gamlar, og eg havi
eisini av royndum lært, at
tú skalt verða meira saman
við tínum børnum og familj
uni, enn eg var.
Nýggja kvinnan, sum All
an Simonsen hitti, var Gitte,
ið hann nú er giftur við.
Hon er 16 ár yngri enn All
an Simonsen, og tey bæði
eiga eitt barn saman og
búgva í Spania.
Tá eg tók við, svaraði
føroyska
landsliðið
til
donsku 2. deild, men átta ár
seinni hevði liðið, tá tað
hevði ein góðan dag, kunnu
spælt upp í móti fleiri liðum
í superliguni.
Føroyska kappingin var
ikki so hørð, men í lands
dystunum funnu spælararnir
bæði styrki og støði til at
fremja góð avrik. Vit spældu
upp ímóti fleiri góðum
landsliðum. Fingu javnleik
ímóti Skotlandi og Slovenia
og vunnu á hinum smáu
tjóðunum, skrivar Allan
Simonsen.
Hann heldur, at umstøð
urnar kring føroyska lands
liðið vóru sera amatørkendar
fyrstu tíðina.
Fleiri av spælarunum
komu ov seint til fyrstu
landsliðvenjingina. Summir
komu súkklandi og høvdu
gloymt gaggurnar eftir ella
spældu í nýggju gaggum,
so teir fingu bløðrur og ikki
kundu venja næstu 810
dagarnar.
Spælararnir komu ov
seint til máltíðirnar, og hug
burðurin var, at náddu vit
tað ikki í dag, so náa vit tað
helst í morgin. Eg tosaði
við stórum stavum á fyrstu
venjingarleguni,
og
eg
noyddist seinni fleiri ferðir
at sláa nevan í borðið. Men
so við og við góðtóku spæl
ararnir nýggju tíðirnar, og
innast inni var tað eisini
tað, sum teir allarhelst
vildu. Teir vildu jú eisini
vinna dystir, og fyri at gera
framstig, mást tú vera
professionellur, skrivar All
an Simonsen.
Misti hjartað
í Føroyum
Allan Simonsen sigur í
bókini, at hann bæði fleiri
landsliðsspælarar gevast á
landsliðnum, tí hann ætlaði
ikki at brúka teir.
Eg segði við onkrar av
teimum,
at
teir
sjálvir
skuldu siga við fjølmiðlar
nar, at teir góvust á lands
liðnum. Um fjølmiðlarnar
so ringdu til mín, skuldi eg
nokk bakka teir upp. Tað
góðtóku spælararnir, og teir
fingu møguleikan at gevast
á landsliðnum upp á ein
góðan máta.
Allan Simonsen hevur
bara rósandi orð at bera
leiðsluni í Fótbóltssamband
inum.
Vit skaptu framgongd,
og tað var fantastiskt sum
venjari at uppliva teir broyt
ingar, sum eg og Fótbólts
sambandið gjørdu. Onkun
tíð hildu teir, at okkurt
kostaði ov nógv, og so var
eg sinnaður at finna eitt
kompromis, men eg var
sera væl viðfarin, og teir
hildu alt, sum teir lovaðu
mær frammanundan. Tað er
rættiliga óvanligt í fótbólts
heiminum.
Sum fólkaslag eru føroy
ingar sera fyrikomandi, og
landið er sera vakurt. Eg
misti heilt einfalt mítt hjart
að til Føroyar og føroyingar,
og tá eg gavst sum venjari,
bilti røddin, og fekk tár í
eyguni. Tað kvøldið segði
eg farvæl til nógvar góðar
vinir, og tá Henrik Larsen
seinni spurdi meg um før
oyska landsliðið, segði eg
við hann, at hann fekk
heimsins besta arbeiðspláss,
skrivar Allan Simonsen.
Lærdi at vera
eyðmjúkur
Tá Allan Simonsen gavst í
starvinum sum føroyskur
landsliðsvenjari í 2001, var
tað millum annað tí, at hann
hevði eitt tilboð úr Luksem
borg, sum hann hevði hug
at taka av. Sum landsliðs
venjari í Luksemborg upp
livdi Allan Simonsen tó
nakað heilt annað, enn hann
hevði gjørt í Føroyum.
Luksemborg hevði nógv
fleiri vøllir enn Føroyar,
fíggjarligu
umstøðurnar
vóru munandi betri, tí
landið stuðlaði fótbóltinum
við nógvum pengum , og
spælararnir vóru eisini væl
fyri fíggjarliga. Teir komu
til venjing í stórum bilum,
meðan føroysku spælararnir
stundum súkklaðu til venj
ing.
Men nógvir av spælar
arnir í Luksemborg vóru
als ikki so eyðmjúkir sum
føroysku spælararnir, og
teir í Luksemborg høvdu
ikki sama hugburð til lívið
og tilveruna. Føroyingarnir
høvdu av náttúruni lært, at
teir máttu stríðast, men
spælararnir í Luksemborg
høvdu ikki sama yvirliv
ingarinstinkt, skrivar Allan
Simonsen í bókini.
Allan Simonsen viður
kennir, at tað gekk fram á í
Luksemborg, men úrslitini
vóru ikki so góð sum í
Føroyum.
Spælararnir og liðið
trúðu ikki uppá tað, og í
mun til føroyingarnar, so
høvdu teir ikki kropsligu
styrkina við sær. Meðan før
oysku spælararnir arbeiddu
gróthart, eisini til venjing,
var tað ofta spælt við hæl
og tá í Luksemborg, og eg
brúkti langa tíð um at finna
røttu spælararnar til liðið.
Allan Simonsen gavst í
2004 sum landsliðsvenjari í
Luksemborg, eftir at nýggja
leiðslan í fótbóltssamband
inum har hevði undirgravað
hann og royndi at fáa hann
frá. Endin var, at Allan
Simonsen bæð um ein fund
fyri at finna eina semju um
at steðga samstarvinum, og
tað eydnaðist.
Menniskjaliga lærdi eg
sera nógv av at venja Før
oyar og Luksemborg. Í Før
oyum sá eg, hvussu eyð
mjúkur tú skalt verða her í
lívinum, og í Luksemborg
lærdi eg, hvussu lítið materi
ellir lutir og ríkidømi eru
verd, um teir menniskjaligu
eginleikirnar ikki fylgja
við, sigur hann.
Allan Simonsen hevur
ikki havt nakað venjarastarv,
síðani hann gavst sum lands
liðsvenjari í Luksemborg.
Navn: Allan Simonsen
Aldur: 55 ár
Feløg sum spælari: Vejle, Mønchengladbach, FC
Barcelona, Charlton
Landsdystir fyri Danmark: 55
Ársins spælari í Europa í 1977
Venjarastørv: Vejle, Føroyar, Luksemborg
Allan Simonsen býr nú nærindis Barcelona saman við 16 ár
yngru konu sínari
FAKTA
Eg sveik míni børn
yum
Allan Simonsen saman við Gitte, sum er seinna kona hansara
Mynd: Polfoto
Grannauppgerð í kvøld
Kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli spæla í kvøld dyst í
Sunsetkappingini. Neistin fekk ikki ta byrjanina upp á
kappingarárið, tá tær bláu í evstu løtu bjargaðu sær eitt stig í
dystinum móti Tjaldri, og tí er trýst á teimum fyri at vinna
dystin. Kyndil spældi sunnudagin móti VB, og tann dystin
taptu grønu havnarkvinnurnar greitt.
Nýggjur landsliðsvenjari
Badmintonsambandið hevur sett Aritra Nandy úr India sum
nýggjan landsliðsvenjara, eftir at Tobias Effersøe er givin í
starvinum. Heilt nýggjur er Nandy tó ikki, tí hann var eisini
landsliðsvenjari hjá Føroyum árini 2002 til 2004. Sum
landsliðsvenjari kemur Aritra Nandy eisini at virka hjá einsøku
feløgunum kring landið, har tilgongdin av nýggjum spælarum
hevur verið sera stór seinnu árini.