týsdagur 30. september 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnan
Nr. 187 - 30. september 2008
Nýtt skip
Orð og myndir: Jan Müller
jan@sosialurin
Við sínum 23 skipum og
meira enn 400 starvsfólkum
telist reiðarríið Thor í Hós
vík millum størstu fyritøk
urnar í landinum. Tað byrj
aði við fiskiskapi burturav,
men í dag er stórur partur
av virkseminum tengdur at
frálandavinnu á øllum heim
sins høvum.
Leygardagurin
gjørdist
enn eitt vegamót í ungu
men spennandi søguni hjá
Thor, tá nýggjasta farið í
Thorflotanum varð navn
givið í Assens á Fjóni. Eins
og fyrra skipið, Thor Alfa,
er eisini tað seinna bygt á
Skála. Sandblásing og liðug
gerð fór tó fram í Danmark,
og her varð skipið eisini
navngivið. Thor syrgdi fyri,
at mong av arbeiðsfólkunum
vóru boðin við til hátíðar
haldið. Harumframt vórðu
umboð fyri undirleveran
dørar,
fíggingarstovnar,
landsstýrið o.o.
Tað vildi so eisini til, at
nýggi landsstýrismaðurin í
Vinnumálum, Johan Dahl,
var við til dópin av hesum
nýggjasta farinum í før
oyska flotanum. Hann varð
kosin landsstýrismaður dag
in fyri, so ferðin til Dan
markar
við Atlantsflogi
leygardagin, var hansara
fyrsta almenna uppgáva
sum vinnumálaráðharri.
Føroyskt konsept
Thor hevur arbeitt í frá
landavinnuni nú í fleiri ár
og hevur havt so mikið
góðan byr, at fyritøkan fyri
eini tíð síðani fór at fyrireika
bygging av tveimum special
bygdum
frálandaskipum,
meira nágreiniligt, tveimum
veitingarskipum hjá seis
mikkskipum. Eitt meira og
minni føroyskt konsept.
Henda verkætlanin, sum lat
upp aftur dyrnar fyri før
oyskum skipasmíði, lat seg
gera, tí handverkarafeløgini
góðtóku, at polskir sveisarar
gjørdu sveisiarbeiði við
lønarlagnum í heimlandi
num sum grundarlag. Hóast
nakað av mótstøðu var í
fakfelagshøpi
um
hesa
mannagongdina, so varð
hon kortini gjøgnumførd
við tí úrsliti, at tey bæði
fyrstu skipini eru bygd á
Skála, og í løtuni verður
tingast um at byggja tvey
skip aftrat.
Við hesum jaliga fram
tíðar møguleika í huga hitt
ust leiðsla og handverkarar
og onnur við tilknýti til
verkætlanina á bryggjuni í
Asssens seinasta leygardag
til lítið hátíðarhald, har
seinna skipi í hesum umfari
varð navngivið. Tað var
kona norska stjóran í stór
reiðaríinum, Fugro Geo
team, sum hevur langtíðar
chartrað bæði skipini, ið
var gumma at skipinum og
gav tí navnið Thor Omega.
Ì allarbesta sólskinsverðri
hoyrdu tey umleið 100
fólkini champanjufløskuna
bresta móti skipasíðuni og
eftir tað sang eitt kór frá
skipasmiðjuni MEST (fyrr
Tórshavnar Skipasmiðja).
Stjórarnir báðir, Eyðfinn
Egholm frá MEST og Hans
Andreas Joensen frá THOR
komu við heilsan og góð
ynskjum til nýggja skipið.
Valaskip
Thor Omega sigldi eftir
hetta til Middelfart, har
samkoma varð fyri innbod
num. Nú skipið er leigað út
til uppgávur úti í heimi
verður tað neyvan at síggja
aftur í Føroyum mongu
komandi árini. Við skipin
um verða eisini føroyingar
og flaggskipari er Hendrik
Olsen, sum eisini hevur ført
fyrra skipið Thor Alfa.
Á siglingartúrinum varð
semja um, at hetta nýggjasta
farið í føroyska skipaflotan
um er eitt valaskip, sum
bæði skipasmiðja, reiðarí
og ikki minst handverkarar
og undirleverandørar kunnu
vera errin av.
Thor Omega hevur kostað
umleið 80 mill. kr. at
byggja.
Mangt
áhugavert
var
frammi henda góða leyg
ardag. Tað fara vit at taka
fram í komandi Vinnubløð
um.
Í dag klokkan 16 fer
fyrsta vinnulívssending í
Rás2 av bakkastokki. Tá
verður fylgt við hendingini,
tá Thor Omega varð navn
givið. Í hesum sambandi
hevur rásin gjørt fleiri sam
røður.
Gunnbjørn og Hans
Andreas Joensen saman við
foreldrunum Gudrun og
Magnus, umborð á Thor
Omega.
Eyðfinn Egholm, stjóri á MEST og Ovin Carlson, stjóri á S-
Vakt á brúnni á Thor Omega. Uttast til vinstru flaggskiparin
Hendrik Olsen
Millum innbodnu gestirnar vóru eisini borgarstjórin í Sunda
kommunu, Heðin Zachariasssen og formaðurin í Teknisku
nevnd, Jógvan Mørkøre.
Stjórin á Fugro Geoteam og gumman at skipinum.
Tommy Petersen, stjóri í Altjóða Skipaskrásetingini, á stóra og
snøgga arbeiðsdekkinum á Thor Omega