Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnan Nr. 187 - 30. september 2008 Skal útvega og seta upp útgerð umborð á Athenu í Kina fyri knappar 10 mill. kr. Sáttmáli Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað var ein glaður og væl nøgdur Trúgvi Joensen, sum leygardagin var við til navnadóp hjá Thor Omega í Danmark. Fyritøka hansara hevur í fleiri ár havt sera gott samstarv við Thor, og hetta samstarv sær út til at halda fram. Avtala er júst gjørd við Thor um at lata nautiska útgerð fyri 10 mill. kr. til umbyggingina av risatrol­ aranum Athenu, sum í løt­ uni verður gjørdur aftur í Kina eftir vanlukkuliga eldi­ brandin herfyri. Hetta er størsti sáttmáli sum Radio­ búðin nakrantíð hevur gjørt. – Vit eru sera glaðir um at hava kunnað samarbeitt við Thor øll hesi árini, ikki minst nú fyritøkan er vaksin og eisini skipini, og nú eru vit so við til at byggja Athenu uppaftur í Kina eftir syrgiligu eldsvanlukkuna. Hetta er tað størsta upp­ gávan vit hava fingið, og tað eru vit sera spentir uppá sigur Trúgvi Joensen. Talan er um alla nautisku útgerð­ ina í stýrihúsinum og elek­ tronikk kring skipið. Hans Andreas Joensen sigur, at teir hava kent Radiobúðina frá byrjan og hava verið væl nøgdir við samstarvið, og teir hava valt at brúka ein føroyskan undirleverandør til alla hesa útgerðina um­ borð á Athenu. Radiobúðin skal lata Athena nautiska útgerð Á Glaðsheyggi • Box 30 • Fo - 110 Tórshavn • Tel (+298) 35 17 00 • Fax (+298) 35 17 01 • Reg. nr. 3752 • rasmussen@rasmussen.fo • www.rasmussen.fo Okkara tænastur umfata: • Grannskoðan og roknskaparhjálp • Ráðgeving í.s.v. fíggjarstýring • Leiðsluráðgeving • Skattaráðgeving • Ráðgeving í.s.v. stovnan av vinnuligum virksemi • Ráðgeving í.s.v. keyp og søla av partafeløgum We are confident that we always and in every respect can provide our clients with a highly qualified service, and we would be happy to assis you, should you need advice on business activities in the Faroe Islands Trúgvi Joensen, stjóri á Radiobúðini í Runavík og Hans Andreas Joensen, stjóri á Thor her umborð á Thor Omega Mynd Jan Müller Radiobúðin í Runavík størsta sáttmála nakrantíð