Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 vinnan Nr. 187 - 30. september 2008 9`kcXe[_\mli\`kkdleX[p^ke\km\ibXmi}^\mldmˆmˆ]\me[ld]µic\`bld# k%[%`eeXec\`jcl#BK#dXibeXXi]µi`e^#fiblld_mµim`#m\ib]iµ`f^Y’jbXg% J\kk\^ˆjXdYXe[m`9`kcXe[ldk´i › kµimXij\i]iµ`c`^Xi}^\m`e^ › kµimXiXiY\`jd\^`ˆjkpkki`\ccXcfe^i`kˆ › _\mlikµim}_\]kXi`i}^\m`e^\ccXXiY\`jfibl 9`kcXe[:fejlck`e^>iflgc\^^lij\^j\ic`^X\]k`ilgg^}mld#_mµijcfpje`i bi\maXjXdjkXimpm`ild]Xbdµibf^jXdm`ibe`]i}pd`jbld}_l^Xgµikld% 9`kcXe[ E`\cj=`ej\ej^µkX/$(' =F$(('Kij_Xme K\c%")0/*(('/, =Xo%")0/*,--'( `e]f7Y`kcXe[%]f Jˆ\`j`e`_\`dXjˆleXY`kcXe[%]f#_Xilggcj`e^Xi\illd]µic\`bXif^ifpe[`i _a}i}^\mleld% 9`kcXe[:fejlck`e^>iflg $ekkbfejlc\ek_’jˆ=µifpld =´iejbXgXek`c_µc[Xi Føroya Altjóða Skipaskráseting, FAS, skal gerast eitt av teimum nýggju beinunum, sum føroyska samfelagið skal njóta gott av, ljóðar tað frá Johan Dahl, sum nú hevur tikið við embætinum sum landstýrismaður við vinnumálum samrøða Edmund Jacobsen edmund@pressecentrum.dk Tveir teir seinastu dagarnir hava verið sera løgnir hjá nýggja landstýrismanninum við vinnumálum, Jóhan Dahl. Øll, sum kenna tann framsøkna vágamannin, munnu vita, at hann brennir fyri vinnulívsarbeiðið. Men seinastu dagarnar hevur hann haft úr at gera við at siga nevndarsessir frá sær, og í heila tikið at leggja luft ímillum seg og tær fyritøkur, sum hann hevur verið við til at sett á stovn og rikið. Tað er hann noyddur til, um hann ynskir at verða landstýrismaður. - Hetta er so avgjørt eitt dreymastarv. Eg brenni fyri vinnulívinum og vinnulig- um arbeiðið. So hóast tað er eitt sindur løgið at fara frá nevndararbeiðnum, so kennist tað avbera gott at gerast landstýrismaður, sigur Johan Dahl. Arbeiðið byrjar beinanvegin Enn er hann eitt óskriva blað úti í Vinnumálaráðnum. Har eru nýggj andlit og nýggjar mannagongdir at taka støðu til. Ja, sjálvt telefonnummarið hjá ráð- num má hann spyrja skriv- arin um. Men sovornir smálutir hava onki at sigan í tí stóru heildini. Hjá Johan Dahl eru tað politiskar visjónir og úrslit sum telja. Og hann er sera avgjørdur, tá ið hann verður spurdur um, hvørji mál, ið hann raðfestir ovast: - FAS-skipanin skal fáast at virka. Vit skulu arbeiða miðvíst við at fáa reiðarar í Føroyum og uttanlanda at gagnnýta teir fyrimunir, sum eru í skipanini. Ein skipaskráseting sum FAS kann - um hon er liðilig og vælvirkandi - skapa grund- arlag fyri nógvum arbeiðs- plássum - fyrst av øllum innan reiðaravirksemi, men eisini innan umsiting og annað, sum hevur við shipp- ing og skiparakstur at gera. FAS skal ikki einans avmarkast til nøkur skrásett skip, men eigur eisini at umfata eitt nú klassing, tæn- astuvinnu og annað, sigur Johan Dahl. Hann dylir ikki fyri, at FAS eftir hansara fatan slettis ikki er ment nóg mik- ið: - Arbeitt hevur verið við skipanini leingi, men enn eru vit komin alt ov stutt, tá ið hugsa verður um alla tað orku, sum er løgd í skipan- ina. Her haldi eg, at eg havi vitan og kontaktir, sum kunnu nýtast til at fáa nøkur ting at virka betri. Hetta er eitt arbeiðið, sigur Johan Dahl. Raðfest øki Alingin er ein verandi vinnugrein, sum eisini verð- ur raðfest ovalaga í politiska arbeiðinum hjá nýggja landsstýrismanninum: - Vit eiga at gera nógv meira við at fáa víðka møgu- leikarnar fyri nýggjum sløg- um av aling. Her er talan um eina vinnu, sum hevur eitt stórt potentiali, sum vit ikki gagnnýta fult út í dag, sigur Johan Dahl, sum peik- ar á, at vinnugransking og góðar umstøður hjá vitunar- tungum vinnum kunnu verða við til at lyfta eitt nú alivinnuna upp á eitt hægri støðið. - Mítt arbeiðið hevur tvinni endamál: Eg skal gera mítt til, at verandi vinnugreinar fáa enn betri umstøður. Men enn størri týding hevur tað, at vit fáa nýggj bein at standa á - at vit fáa ment nýggjar vinnur í Føroyum. Ongin skal vænta, at eg verði ein ”túsindkunstnari”, sum fer at fevna um alt. Eg vil heldur raðfesta nøkur øki, har ið eg meti vit hava veruligan møguleika fyri at skapa størri inntøkur til landi, sigur Johan Dahl, og nýtir føroysku fíggjarvinn- una sum dømi um eina vinnu, sum hevur megna at spjatt virksemi út á nýggjar marknaðir uttanfyri land- oddarnar, og skapt virðis- øking og arbeiðspláss í Føroym: - Eg eri sannførdur um, at ein miðvísur politikkur fer at skapa grundarlag fyri, at eitt nú FAS gerst eitt veru- ligt alternativ fyri útlendskar reiðarar. Tað sama eri eisini galdandi fyri tryggingar-, KT- og samskiftisvinnuna, sum eftir mínari meting hava møguleika fyri mun- andi menning, sigur Johan Dahl. Vinnulív og politikkur Johan Dahl, sum er búsit- andi í Vági, er bankaútbúgv- in, og hevur hartil ávís prógv innan merkonomút- búgvin. Hansara arbeiðið innan vinnulívið hevur millum annað verið sum stjóri hjá J. Dahl Gørðum og Vágs Skipasmiðju frá 1982 til 1990. Hann hevur eisini siti sum stjóri hjá World Seafood, Faromar og Faroe Colcstores. Johan Dahl hevur verið løgtingsmaður fyri Sam- bandsflokkin síðani 2002, og sat í tíðarskeiðinum frá 2002 til 2004 sum næstfor- maður í Uttanlandsnevndini og sum limur í Fíggjar- nevndini. Eitt skifti sat hann sum landstýrismaður við fiskivinnumálum, men tók aftur sæti á tingi, eftir at løgmaður loysti hann úr embætinum í februar 2004. Nú skal FAS upp at koyra Johan Dahl á síni fyrstu upp­ gávu sum landsstýrismaður í vinnumálum, til navngevingina av Thor Omega í Assens