Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 30. september 2008 35 vinnan Netverkskvøld fylti Føroyahúsið Omanfyri 200 fólk luttóku á Netverkskvøldinum, sum JobMatch skipaði fyri fríggjakvøldið. Hetta var eitt meiri óformelt tiltak, har luttakararnir eisini sluppu at luttaka aktivt í kjaki, og sum endaði við tónleiki av besta slag, tá Gurið Hansdóttir, Maria Guttesen, Petur Háberg og Kári P spældu. Undir kjakinum vóru fleiri áhugaverd sjónarmið og trupulleikar havdir á lofti. Millum annað varð ført fram, at tað var ikki rætt, at Føroyar hava høgt burðaravlop men ongan fólkavøkstur. Tiltakið byrjaði klokkan átta fríggjakvøldið, og tá var Føroyahúsið so fult, at fleiri fólk sluppu ikki inn. Ein partur av orsøkini til stóru undirtøkuna til hetta Netverkskvøld er helst, at tað einki kostaði at sleppa inn, hóast fýra stór tónleikanøvn eisini luttóku. – Vit ynsktu so ikki, at eitt dýrt atgongumerki skuldu halda fólkinum aftur, sigur Katrin I. Jakobsen. Tað vísti seg at vera ein skilagóð avgerð. Longu væl áðrenn tiltakið byrjaði í Føroyahúsinum fríggjakvøldið var fullsett Savnsmynd Danskir miðlar vístu áhuga Føroysku miðlarnir hava gjørt nógv burtur úr, men eisini danskir miðlar hava umrøtt tiltakið á Norðuratlantsbryggjuni Tað var ikki bara millum føroyskar útisetar, at JobMatch hevði áhuga. Eitt nú vóru umboð fyri fleiri føroyskar miðlar á Norðuratlantsbryggjuni, men eisini danskir miðlar hugdu framvið. Útvarpsstøðin P4 hjá Danmarks Radio vitjaði og gjørdi samrøður, umframt at danska blaðið Politiken eisini setti eina hálva síðu av leygardagsútgávu sínari av til JobMatch. Har høvdu viðmerkingar frá bæði Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og Anniku Sølvará frá Granskingarráðnum. Umframt tað hevði blaðið eisini fingið orðið á trý vitjandi á JobMatch. LBF nýtti tíðina á JobMatch at upplýsa um seg, men sá eisini møguleikar at samstarva við fólk við útbúgvingum, tey ikki vanliga seta samband við fyritøkuna. – Vit hava upplivað stóran áhuga, sigur stjórin Eyðbjørn Brimnes Privatu fyritøkurnar á JobMatch vóru ikki nógvar í tali. Ein teirra var LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, sum hevur 44 ár á baki og fólk flest kenna best undir gamla navninum Lands­ byggifelagið. Men eftir at hava skift navn skulu nýggjar leiðir roynast, og siðvenjan við so at siga ongari marknaðar­ føring av fyritøkuni er broytt eftir vikuskiftið. – Marknaðurin er lítil nú, og kappingin er størri enn áður. Áður kendu allar fyritøkur og stovnar hvønn annan, so neyðugt var ikki við marknaðarføring, men nú er kappingin økt, og tí eru vit við her, sigur Eyðbjørn Brimnes, stjóri á LBF, tá vit hittu hann á bási teirra leygardagin. Eyðbjørn Brimnes vil, eins og flestu av hinum fyritøkunum á JobMatch, gera vart við seg og skapa kontaktir. Men tað hevur eisini verið hugaligt hjá teimum at staðfesta, at fólk við útbúgvingum, ið annars ikki vanliga verða brúktar á LBF, hava vent sær til fyritøkuna. – Hetta eru fólk, sum kundu verið knýtt at ávísum verkætlanum í styttri og longri tíðarskeið til avmark­ aðar uppgávur. Møguleikar, ið vit annars kanska ikki høvdu hugsað um. Umframt prát við fólk við viðkomandi útbúgving­ um, so hevur LBF eisini nýtt básin hjá sær at koma í samband aftur við fólk, sum hava arbeitt hjá teimum í frítíðini heima í Føroyum. Millum annað hava onkur teirra eisini arbeitt á básinum hjá LBF, meðan JobMatch hevur verið. – Vit hava eisini prátað við fyritøkur og stovnar her, sum eisini eru partar av okkara kundagrundarlag, vísir Eyðbjørn Brimnes á, sum annars sigur seg hava upplivað, at áhugi avgjørt er fyri LBF. Fríggjadagin var talið av vitjandi einki serligt, og fleiri fyrilestrar vóru eisini avlýstir vegna vantandi undirtøku. Men leygardagin hugdu nógv fólk framvið, og tískil eru fyrireikararnir samumtikið nøgdir við luttøkutalið LBF sá nýggjar møguleikar Kappingin er økt og tí valdi LBF at gerast partur av JobMatch, sigur Eyðbjørn Brimnes, stjóri