Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 187 - 30. september 2008 Vikuskiftið á Norður­ atlandsbryggjuni var sett av til føroyskar fyritøkur, stovnar og útisetar. Úrslitið var millum annað 30 ítøkilig starvstilboð. – At fáa føroyskar útisetar heimaftur er ein umfatandi verkætlan, men við JobMatch hava vit sett spakan í, sigur Katrin I. Jacobsen, fyrireikari VINNA Orð: Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Myndir: Símun J. Hansen / grifla.com Norðuratlantsbryggjan, Keyp­mannahavn: Starvs­ stevnan JobMatch 2008 var fríggjadagin og leygardagin. Starvsstevnan varð hildin á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, og har vitjaðu 300 føroyskir úti­ setar. Hesir vórðu kunnaðir um starvsmøguleikar í Føroy­ um, og høvdu eisini møgu­ leika at kunna fyritøkur um seg, og soleiðis finna út av, um nakað samstarv millum fyritøku og útisetan kundi spyrjast burturúr. Og tað kann tað, vil leiðarin fyri verkætlanina JobMatch, Katrin I. Jakobsen, vera við. Kvalifiserað arbeiðsmegi Fleiri enn 300 JobPrát vóru á JobMatch. Eitt JobPrát er eitt slag av óbindandi starvs­ samtalu millum einstøk vitj­ andi og fyritøku ella stovn. – 75 prosent av teimum vitjandi, sum fyritøkurnar hava havt JobPrát við, er nakað, sum tað ber til at arbeiða víðari við. Katrin I. Jakobsen leggur aftrat, at av hesum eru fleiri lesandi og eru sostatt ikki í umbúna til starv heima í Føroyum í løtuni, men vera tað seinni. Um tey flyta heim og fáa starv í Føroyum er ein onn­ ur søga. Men ein sannroynd er tað tó, at 30 ítøkilig starvstilboð eru eitt bein­ leiðis úrslit av JobPrátunum um vikuskiftið. – Og fyritøkurnar siga sum heild, at tey hava tosað við kvalifiseraða arbeiðs­ megi, og hava ikki spilt tíðina hesar báðar dagarnar, sigur Katrin I. Jakobsen. Grundarlag fyri endurtøku Sum skilst eru luttakandi fyritøkurnar nøgdar við starvsstevnuna á Norðurat­ lantsbryggjuni. Fyrireikar­ arnir lata eisini væl at. Hóast fríggjadagurin ikki var eins væl vitjaður og ætlað, so hugdu nógv fólk framvið leygardagin, so samumtikið eru tey nøgd við talið at vitjandi gestum. Enn er kortini eingin avgerð tikin um, um JobMatch 2008 er fyrsta og seinasta starvsstevnan av hesum slag. – Eg meti tó, at grundarlag er fyri at endurtaka hetta tiltak, soleiðis at vit møgu­ liga hava JobMatch einaferð árliga, sigur verkætlanarnarl­ eiðarin fyri JobMatch. Katrin I. Jakobsen sigur víðari, at JobMatch er bara ein liður í arbeiðinum í at fáa útisetar heimaftur. – Men við JobMatch er spakin onkursvegna settur í arbeiði, metir hon. Dyrgja eftir hjúnafeløgum JobMatch 2008 var í høvuðs­ heitum ætlað føroyskum úti­ setum. Kortini vóru fram­ løgurnar, ið fyritøkurnar høvdu á uppvørpu, á donsk­ um. Tey, ið hildu fyri­ lestrarnir løgdu eisini altíð fyri við at spyrja, um øll skiltu føroyskt – svarið var altíð: »Ja!«. – Tað vóru hendinga vitj­ andi, sum ikki vóru føroy­ ingar, men restin tosaði alt føroyskt, ásannar Katrin I. Jakobsen. – Sjálvandi er tað eisini brúk fyri útlendingum í Før­ oyum, sum koma við eini øðrvísi bakgrund enn ta, føroyingar vanliga hava. Tí valdu vit eisini at lata upp fyri møguleikanum, um at hava fyrilestrarnir á øðrum máli enn føroyskum. Og útlendingar er eisini ein møguligur málbólkur, vit fara eftir seinni, sigur Katrin I. Jakobsen. Her nevnir hon, at serliga áhuga­ vert er at koma í samband við útlendskar hjúnafelagar hjá føroyskum útisetum. – Tí tað er ofta hesir, sum eru ein partur av orsøkini til, at ikki allir útisetar okk­ ara koma heimaftur, heldur Katrin I. Jacobsen. Alt hetta kemur tó til umrøðu um tvær vikur, tá fyrireikarar og umboð fyri stovnar og fyritøkur fara at eftirmeta JobMatch. Tað eru ikki bara útbúgving fólk, ið eru áhugaverd fyri Miðfyrisitingina. Fólk undir útbúgving eru eisini áhugaverd, tí hesi kunnu skriva høvuðsuppgávu sína í samstarv við okkum, og tað hevði gagnað bæði ráðum og lesandi Kristianna Sjóvará er deild­ arstjóri á Løgmansskrivstov­ uni. Hana hittu vit á bási­ num hjá Miðfyrisitingini til eitt stutt prát. – Vit vilja fegin gera vart við, at Miðfyrisitingin hev­ ur fleiri spennandi størv, og tað hevur eisini eydnast okk­ um, metir hon. Hetta grund­ ar hon á, at tey hava havt fleiri góðar prát. Bæði sokallað JobPrát, men eisini bara við fólk, sum stukku inn á gólvið í teirra bási. Í mun til onkrar av hinum fyritøkunum, so hevur Mið­ fyrisitingin ikki bara áhuga í liðugt útbúnum fólki. – Vit ynskja eisini at koma í samband við fleiri fólk undir útbúgving. Hesi høvdu eitt nú kunnað skriv­ að høvuðsuppgávu sína í samstarvi og sambandi við okkum. Tað hevði gagnað bæði tí lesandi og okkum, vísir Kristianna Sjóvará á. Eitt annað, sum deildar­ stjórin á Løgmansskrivstov­ uni leggur dent á er, at breiðu útbúgvingarnar, sum fleiri velja í dag, avgjørt eru áhugaverdar í teirra stovni. – Vit arbeiða tvørtur upp á tvørt, og sóknast eftir fólki við tí arbeiðsháttinum, sum tú bara lærir á einum universiteti. Tí eru tað ikki bara spesialist útbúgvingar­ nar, ið eru áhugaverdar hjá Miðfyrisitingini, men eisini generalist útbúgvingarnar, sum Kristianna Sjóvará tekur til. Vitjandi í arbeiðs­ ørindum Tað vóru ikki bara fólk, sum komu fyri at leita sær arbeiði, ið vitjaðu á JobMatch. – Tað er rætt og slætt í netverksørindum, at eg eri her, sigur Hergeir P. Vang Flest av teimum vitjandi á JobMatch, vóru har fyri at kunna seg um møguligar starvsmøgu­ leikar hjá teimum fyri­ tøkum, ið luttóku. Men tað vóru eisini onnur, sum hava arbeiði og kort­ ini vitjaðu starvsstevn­ una. – Eg eri her fyrst og fremst fyri at skap­a p­er­ sónligt samband við fyri­ tøkur, ja, rætt og slætt í netverksørindum, sigur Hergeir P. Vang, sum millum annað er við at reka heimasíðuna arbeidi.fo, ið er ein nýggj­ ur arbeiðsp­ortalur. – Sjálvandi vil eg eisini kanna sjálvt tiltakið, sum eg haldi er serstakliga gott, og har vit heilt víst umhugsa at vera við, um tað verður aftur einaferð seinni, sigur Hergeir P. Vang. – Men vit leita eisini eftir meiningum frá fólki, um okkara virksemi. Tað hava vit fingið frá bæði einstaklingum og fyritøk­ um, so í so máta eru vit eisini glaðir fyri Job­ Match, sigur Hergeir P. Vang, ið saman við øðrum millum annað rek­ ur arbeiðsp­ortalin arbeidi.fo JobMatch skapti ítøkilig úrslit Miðfyri­ sitingin ynskir økt sam­ band við lesandi Hóast myndin sigur nakað annað, so vóru fleiri framvið í básinum hjá Miðfyrisitingini, og sambært Kristiannu Sjóvará, eru tey væl nøgd við luttøkuna Hergeir P. Vang vitjaði JobMatch í arbeiðsørindum Mynd: Rólant Waag Dam vinnan