Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 30. september 2008 33 menniskju og djór í Havnardali ur, sum er sonur Tórfinn Dalsgarð. Hann og tveir vinmenn hansara, ein annar Bárður og so Johan høvdu leitað sær í nýggja fjósið hetta góða kvøld. Bárður: - Hetta er gott fyri neytini og fyri okkum. Neytini skulu sjálvandi venja seg til alt hetta nýggja. Tey mugu ikki renna runt men mugu venja seg við fjósið og serliga robottarnar. Og enn ein forvitin gestur hetta kvøldið var eingin minni enn okkara kæri Poul Mohr, sum elskar kríatúr. Poul Mohr: -Hetta er ótrú- liga stuttligt og spennandi at vera við til. Eitt veldugt frambrot. Eg mátti fara út at síggja neytini koma inn i fjósið fyri fyrstu ferð. Vit mugu so vóna, at hetta fer at eydnast. Og tað skal tað. Gingið væl Og áðrenn vit løgdu leiðina aftur til hús á Norðasta Horni fingu vit orð á ein av nýggju eigarunum Tórfinn Dalsgarð: -Tað hevur gingið avbera væl at fáa neytini í fjósið. Nú verður spennandi at vita, hvussu tað fer at rigga, tá neytini ganga leys, og tey skulu mjólkast. Sjálv- ur eri eg ómetaliga glaður, nú vit síggja úrslitið av stríðnum. Hetta hevur verið ein tung prosess, serliga at fáa fíggingina uppá pláss. Men hetta er so størsta løtan – at síggja fyrstu neytini koma inn í teirra nýggja heim. Neytini skulu sjálv- andi venja seg til nýggju umstøðurnar, og tað fara vit at læra tey komandi vikur- nar. Og við hesum ynskir Miðlahúsið teimum fýra bóndafamiljunum og før- oyskum landbúnaði góða eydnu víðari. vinnan Djóralæknin sera fegin um nýggja fjósið