týsdagur 30. september 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 187 - 30. september 2008
Mánakvøldið í
næstseinastu viku
gjørdist eitt tað
størsta vegamótið
í lívinum hjá fýra
bóndafamiljum
og teirra mongu
mjólkineytum og
hjá føroyskum
landbúnaði sum
heild, tá fyrstu
neytini vórðu slept
leys í spildurnýggja
felagsfjósinum í
Havnardali
Orð og myndir
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eftir tógvið stríð, blóð,
sveitta og tár, eydnaðist tað
loksins í farnu viku teimum
fýra bóndafamiljunum, sum
hava tikið stig til eitt tað
fremsta frambrotið innan
føroyska landbúnað í manna
minni, at gera dreymin til
veruleika. Tað hevur verið
ein stór avgerð at skula fara
frá tí vanabundna og heim
liga umhvørvinum og so at
savnast undir einum taki
”langt” heimanífrá. Men
teir fýra bóndurnir hava
allir havt sama ynski: at
kunna skapa nakað nýtt,
nakað meira liviligt fyri
bæði seg sjálvar, sínar
familjur og neytini – vinn
una. Og loksins eydnaðist
tað, tó at allar súðir ikki eru
syftar, tí alt hetta nýggja
skal sleppa at standa sína
roynd, og so tað mest
týðandi: nú skal verkætlanin
vísa, um hon ber seg.
Gleði og gleimur
Og tað var gleði og gleimur
í fjósinum hetta mánakvøld
ið um sjeytíðina, tá fyrstu
neytini komu av Velbastað.
Tey komu úr fjósinum hjá
Jóan
Petur
Brekkstein.
Seinni komu øll hini við,
neytini hjá Poul Müller,
Tórfinni Dalsgarð og Páll
Djóna á Steinum. Ætlanin
er at minst 130 neyt skulu
vera
í
fjósinum,
sum
frálíður.
Sosialurin og Rás2 vóru
á staðnum ta stóru løtuna,
tá lív kom í fjósið og tey
fyrstu neytini fótaðu sær í
nýggja heiminum. Hetta
var ein sera kensluborin og
spennandi løta ikki minst
fyri tey, sum vara av.
Fáa annað lív
Ella Müller, bóndakona:
Hetta er ótrúliga spennandi.
Tað verður eitt annað lív vit
nú fáa. Tað verður alt meira
normalt, nú kann familjan
verða meira savnað til van
ligar máltíðir, høgtíðir, ja
alt fer at verða, sum tað
eigur. Vit vera so fýra
familjur um hetta, og eg
ivist onga løtu í, at tað fer at
rigga. Men eg fari at sakna
ljóðið frá neytunum heima
við hús.
Og djóralæknin var eisini
komin út í Havnardal fyri at
vera partur av hesi spenn
andi løtuni. Lars Mohr
Nielsen: Hetta er av fínasta
slag. Ja hetta er og verður
framtíðin hjá føroyskum
landbúnaði. Aðrastaðni er
hetta eitt krav, at neytini
ikki standa bundin alt sam
døgrið árið runt. Her fara
tey at standa leys, og tað er
sera gott.
Gott fyri øll
Og eisini fleiri av bónda
børnunum og vinmonnum
teirra vóru við, eitt nú Bárð
vinnan
Glað og nøgd m