Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 30. september 2008 31 kivinnuna klára seg í kappingini. Tað er ikki nøgd­in av fiski og stød­d­in av inn­ tøku frá fiskivinnuni, sum d­rívur verkið. Tað, sum um ræður, er at brúka so lítið av arbeiðsorku og so lítið av kapitali sum gjørligt til at fiska og tilvirka, at arbeiðs­ orka og kapitalur kann fara í aðr­ ar vinnur. Tí lata vit í seinna mynd­linum eisini tøknina gera innrás á fiskavirkið, sum end­ar sum eitt hátøkniligt d­ekk í skipi­ num. Kymilig tillaging Tveir ymiskir mynd­lar, sum geva hvør sína niðurstøðu? Nei, ikki heilt. Mistakið vit gera, er at brúka ein skammstund­ar mynd­il til at gera fjarstund­ar niðurstøður burt­ ur úr. Í búskaparfrøði brúka vit skammstund­ar konjunkturmynd­l­ ar – sum fyrra mynd­ilin – til at gera niðurstøður um konjunktur­ fyribrigd­i. Og so brúka vit fjar­ stund­ar mynd­ilin til at gera niður­ støður um varand­i bygnaðin av samfelagsbúskapinum. Tú smíðar ikki marknaðarligu karmarnar um vinnuraksturin eina ferð um árið. Tað skal vera varand­i verk – so varand­i sum mannaverk nú einaferð eru. Tí smíða vit karmarnar eftir seinna mynd­linum, har kymilig tillaging til tøkniligan framburð og broytt marknaðarkor eru avgerand­i. Skeivur leistur Føroysk fiskivinnulóggáva er, eins og ein stórur partur av vinnu­ ligari siðvenju og lóggávu ann­ ars, smíðað eftir skeiva leisti­ num. Politikarar og fyrisiting d­reiva enn í fjøruni í gamla mynd­linum og stúra fyri hvussu tað skal ganga reiðarínum og fiskavirki­ num, tá alt rekur ímóti. Teir laga tryggar verjugarðar rund­an um fiskivinnuna, so at hon ikki skal forfarast í stormi. Teir tryggja hvørjum sigland­i skipi sín part av veiðuni, so at hvør einstøk bygd­ hórar und­an, sjálvt um illa veit við. Manning og fiskafólk skal hava inntøku úr almenna kassanum, um lítið er at tjena, so at alt samfelagið ikki steðgar upp í ringum tíðum. Ferð eftir ferð verða illa fyrikomin skip og virki bjargað við almenn­ um fæ, so einki ilt skal hend­a bygd­afólkinum. Bann verður sett at virka fisk umborð, so at virkið framhald­­ and­i skal hava tilverurætt. Av somu ávum verður bann sett at selja ov mikið av fiski uttan­ land­s. Tað sleppur ikki hvør Hanus og Janus at troðka seg fram at í fiskaríi, tí nú eru stertarnir eina­ ferð býttir so kristiliga eftir onkr­ um sned­iga hugsaðum leisti. Og sum hetta korthús er lagað upp, ber ikki til at lata útlend­ing­ ar sleppa at keypa seg inn í vinnu­ na. Av tveimum grund­um. Part­ víst tí at so fara útlend­ingarnir av stað við profittinum, sum annars skal lívga okkurt hús í bygd­ini. Og partvíst tí at tað er ógemeina ringt hjá tí almenna at forsvara, um tað skal til at bjarga útlend­skari ogn við almennum fæ, tá illa vil til. Sjanneit? Uppsteðgaður motorur Men úrslit­ ið er, at vit hava avlívað alt sum eitur tøkniliga og marknaðarliga tillag­ ing í fiskivinnuni. Fiskivinnan er í so máta avger­ and­i d­rívkraftin í føroyskari vinn­ umenning. Tað er í henni, at størsta kraftin til samfelagsliga menning er komin, akkurát tí at hon hevur í hund­rað ár ment seg tøkniliga og marknaðarliga. Síð­ ani Ráfiskagrunnin í 1975 og fram til lógina um vinnuligan fiskiskap í 1996, hava vit spaku­ liga – men effektivt – tikið lívið av samfelagsligu d­rívkraftini í fiskivinnuni. Motoruruin er uppsteðgaður. Tað kann so væl vera, at alt gongur upp á stás innan fyri verj­ ugarðin í fiskivinnuni, men sum samfelagslig d­rívkraft er fiski­ vinnan púrasta uppsteðgað. Fyrr enn vanlig marknaðarlig kapitalisma er fingin at virka aft­ ur í fiskivinnuni, verða vit liggj­ and­i fyri íla. Fiskakrónan Føroyar hava ikki egið gjald­oyra. Vit brúka d­onsku krónuna, sum er so tætt heft at evropeisku evr­ uni, at vit saktans kunnu kalla gjald­oyrað evru. Men upp á ein máta hava vit kortini eitt serligt føroyskt gjald­­ oyra. Vit kunnu kalla tað eina “fiskakrónu”, tí av útflutningsinn­ tøkum okkara, telur fiskur meira enn helvtina. Fyri hvørja krónu vit útflyta, kunnu vit keypa fyri eina krónu av innflutningi. Tess minni av land­sins tøka til­ feingi av arbeiðstímum, vit brúka til at framleiða fyri eina krónu av útflutningi, kann man siga at før­ oyska gjald­oyra styrkist mótvegis útlend­ska gjald­oyranum. Tess meira kunnu vit innflyta fyri hvønn arbeid­d­an tíma. Og tað vil uppaftur siga, at tess effektivari øll vinna er – men serliga fiski­ vinnan – tess sterkari er føroyska krónan. Fiskakrónan, altso. Tað ræður tí ikki mest um at framleiða so nógvan útflutning sum gjørligt, men held­ur at fram­ leiða útflutningin so effektivt sum gjørligt. At framleiða hann við so lítlum kostnaði av arbeiðs­ tímum sum gjørligt. Og í so máta er tað ikki so áhugavert, hvat tað er, sum vit útflyta. Bara tað gevur so nógvar krónur sum gjørligt fyri hvønn arbeiðstíma. Man kann tí eisini siga, at gald­­ and­i fiskivinnulóggáva ger ser­ føroyska gjald­oyrað veikari. Falløxin góða Fáa vit ikki marknaðarligar regl­ ur inn aftur í fiskiskap, og fáa vit ikki brotið niður aftur verjugarð­ arnar rund­an um verand­i reiðarí og virkir og sett beinharðar kapp­ ingarreglur í gild­i, so slóknar avgerand­i motorurin í búskapi­ num. Píska vit ikki føroyskar fiski­ vinnufyritøkur til at vind­a so nógv burtur úr fiskinum, sum til ber, so forkoma vit øllum búskap­ arligum framburði í land­inum. Tøknilig menning hend­ir ikki av sær sjálvari. Und­ir kapitalism­ uni er bert ein máti at fáa fyritøk­ urnar at kýta seg til at gera sítt allar, allar besta. Og tað er bein­ hørð og eirind­arleys kapping. Gert tú stór mistøk og sovnar við stýrisvørlin í fyritøkuni, so skal konkurslógin sum falløxin kvetta høvd­ið av tær. Bara upp á hend­an mátan fáa vit tøkniliga menning til at gagn­ nýta hvønn evarska lítla protein­ strong úr fiskinum. Bara upp á hend­an mátan fáa vit ein fiski­ skap og eina fiskivinnu, sum skapar framburð og styrkir gjald­­ oyrað. Skommin er okkara Tað er skomm at hoyra stjóran í Kovanum gremja seg um, at før­ oysk reiðarí ikki fáast til at taka livur og rogn úr fiskinum. Ikki hansara skomm, men okkara skomm. Tí vit hava skipað eina steinsovnaða fiskivinnu, sum nemliga ikki kýtir seg til at vind­a hvørt tað einasta snikuta DNA úr fiskinum. Tað er skomm at hoyra stjóran í Kjølbro snara og snúgva sær und­an at svara, um Røkke ikki eigur skipið, teir fiska við. Ikki hansara skomm, men okkara skomm. Tí vit hava sett bann fyri, at útlend­skur kapitalur slepp­ ur at d­raga orku, tøkni, manage­ ment og marknaðarsnild­ir inn í føroyska fiskivinnu. Tað er skomm at hoyra reiða­ ríini gremja seg um at fiskid­agar­ nir minka. Ikki teirra skomm, men okkara. Tí vit hava gyrt ver­ and­i skip inni í eini gyrðing, sum meira er at kalla ped­agogiskur barnagarður enn mod­ernað, bein­ hørð og eirind­aleys kapitalisma. Teir skulu ikki gremja seg um nakað sum helst, men spentir fara til verka at d­raga so nógvar fiskid­agar und­an hvørjum øðr­ um, sum gjørligt. Til hinir liggja sperd­ir eftir á, tí at tú vart snild­­ astur, treiskastur, mest óræd­d­ur, best fíggjaður, best rikin og mest fanansaktigur. Tað er ikki bara skomm, men katastrofal skomm, at politikarar­ nir hava skotið trupulleikan út til 2018 og saltað málið í nevnd­ar­ kaggan. Tað hevur ongan týd­ning um flokkarnir eru loysinga­ ella sam­ band­sflokkar. Tað hevur ongan týd­ning um teir eru sosiald­emo­ kratiskir ella borgarligir. Tí sam­ felagið er og verður kapitalist­ iskt. Und­ir d­anskari krúnu ella sum sjálvstøðug tjóð. Fáa vit ikki púra ráa marknað­ arliga kapitalismu inn í fiskivinn­ una, d­ragnar bara alt meira mill­ um okkum og onnur lond­. Og tað eru vit, sum verða eftirbáturin. - Hetta er ein illusjón. Ein nasjonal misskiljing av samanhanginum. Tað, sum vit av sonnum áttu at lært av myndlinum er hetta, at tað er fiskivinnan, sum sendir skelkir av konjunkturum gjøgnum samfelagið, sigur Hermann Oskarsson Tekning: Hermann Oskarsson