týsdagur 30. september 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 187 - 30. september 2008
Fíggjareftirlitið
kannar nú støðuna
hjá donskum peninga
stovnum, og sambært
serkunnleikanum
kunnu fleiri fáa
trupulleikar
Bankatalið í Danmark min
kar. Í gjár bleiv fráboðað, at
tríggir bankar høvdu keypt
Roskilde Bank, og samstun
dis bleiv kunngjørt, at Vest
jysk Bank og Ringkøbing
bank høvdu lagt saman, og
at Vestjysk Bank í hesum
viðfangi hevði yvirtikið
Bonusbanken.
Sambært Politiken eru
hetta neyvan teir seinastu
handlarnir av hesum slagn
um, og blaðið sigur seg
eisini hava skilt, at tað
kemur eingin bankabjarging
frá almennari síðu, fyrr enn
teir smáu bankarnir hava
sannað, at teir kunnu ikki
halda fram sum sjálvstøð
ugir bankar.
Teir seinastu dagarnar
hevur javnan verið spurt,
hvat Fíggjareftirlitið ger, og
í gjár boðaði eftirlitið frá, at
tað hevði biðið 24 bankar
upplýsa, hvussu stórur part
ur av teirra útlánum er í
fastari ogn.
Varastjórin í Fíggjareftir
litinum, Kristian Madsen,
sigur við Politiken, at fyri
spurningurin um upplýsing
ar merkir ikki, at eftirlitið
hevur illgruna um trupul
leikar, men at ætlanin bara
er at kanna, um alt er, sum
tað eigur at vera, ella um
nakað skal gerast afturat.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
útlond
Tað er ilt at siga,
hvussu drúgv
kreppan á altjóða
fíggjarmarknaðinum
verður, men
sambært danska
búskaparfrøðinginum
Steen Bocian verða
tær næstu vikurnar
merktar av óvissu
Sum væntað fall parta
brævavirðið nógv í dag,
eftir at amerikanska Um
boðsmannatingið
vrakaði
kreppuhjálparuppskotið hjá
stjórnini og leiðslunum í
teimum báðum flokkunum.
Longu frá morgunstundini
frættist frá stórum falli í
Japann, og á marknaðinum
í Tokyo var fallið tað størsta
í trý ár. Eisini á avstralska
marknaðinum var fallið
stórt, og eftir einum korteri
var virðið fallið meiri enn
fýra prosent.
Hendan sama gongdin
helt fram í Evropa. Tá
marknaðurin í Moskva lat
upp, fall partabrævavirðið
í orkufelagnum Gazprom
heili 7,8 prosent og í
oljufelagnum Rosneft heili
8,0 prosent. Tað var so
mikið nógv, at leiðslan á
partabrævamarknaðinum í
Moskva gjørdi av at steðga
øllum handli við partabrøv
um klokkan hálvgum tíggju
okkara tíð.
Hetta er aðru ferð teir
seinastu 14 dagarnar, ar
russisku partabrævamarkn
aðirnir hava latið aftur
orsakað av stórum falli.
Á marknaðinum í Keyp
mannahavn og á hinum
marknaðunum
í Vestur
evropa byrjaði dagurin eis
ini við stórum falli. Millum
teir størstu tapararnar á
marknaðinum í Keypmanna
havn vóru FL Smidt og
vindmyllufyritøkan Vestas,
sum mistu ávikavist 6,12
og 5,59 prosent av virðinum
longu tíðliga í mnorgun.
Men sum frá leið rættaðu
kursirnir seg, og beint eftir
klokkan 10 fyrrapartin var
javnvág í, og tað sama hendi
á hinum evropeisku markn
aðunum.
Óvissa
Steen
Bocian,
sum
er
leiðandi búskaparfrøðingur
hjá Danske Bank, segði við
danska kringvarpið í dag, at
fallið á marknaðunum var
størri, enn hann hevði vænt
að. Hann segði seg kortini
hava vónir um, at gongdin
fer at venda, tá amerikanska
Kongressin ætlandi fer at
samtykkja
hjálparpakkan
seinni í vikuni.
Men
sambært
Steen
Bocian hevur marknaðurin
ikki tíð at bíða leingi eftir
amerikanska hjálparpakkan
um, tí gongur ov long tíð
við óvissu, kann marknað
urin enda í einari óndari
ringrás. Men tann amerik
anski pakkin loysir ikki
allar trupulleikar beinan
vegin, og tí verða tær næstu
vikurnar merktar av óvissu,
sigur Steen Bocian.
Spurdur, hvat tey, sum
eiga partabrøv, skulu gera,
soleiðis sum støðan er vorð
in, sigur búskaparfrøðing
urin, at tað er ikki so nógv
at gera. Hann vísir á, at
soleiðis sum kursirnir eru,
er tað ikki serliga eggjandi
at selja, men hinvegin eiga
íleggjarar eisini at gera sær
greitt, um teir hava hug at
virka í einum marknaði,
sum ikki er komin á botn
enn.
Men hava fólk hug og
ráð, so eru partabrøv fram
vegis ein góð íløga, sigur
Steen Bocian við DR.
Óvissa á partabrævamarknaðunum
tær næstu vikurnar
Ein jødisk hátíð
ger, at amerikanska
Kongressin kann
ikki taka støðu til
hjálparpakkan fyrr
enn í fyrsta lagi í
morgin
Síðani Umboðsmannatingið
vrakaði uppskotið um at
brúka 700 milliardir doll
arar til at hjálpa fíggjar
marknaðinum
við,
hava
umboð fyri demokratarnar
og republikanararnar roynt
at finna eina neyðsemju,
sum kann fáa meiriluta í
Umboðsmannatinginum og
Senatinum.
Tað vóru serliga teir
republikonsku floksfelag
arnir hjá forsetanum, sum
atkvøddu ímóti uppskot
inum. 133 republikanskir
tinglimir atkvøddu ímóti,
og 65 atkvøddu fyri. Hjá
demokratunum
atkvøddu
95 ímóti og 140 fyri.
George W. Bush, forseti,
segði aftan á atkvøðugreiðsl
una, at Kongressin noyðist
at semjast um eina loysn,
og tey bæði forsetavalevnini,
Barrack Obama og John
McCain, heittu á Kongress
ina um at finna eina semju.
Ófriðurin á fíggjar
marknaðinum kann
hava við sær, at
rentan á húsalánum
kann fella nógv tey
bæði næstu árini
Ta seinastu tíðina er rentan
á
pengamarknaðinum
(rentan, sum bankar krevja
frá hvør øðrum) hækkað
nógv, og tað hevur havt við
sær, at rentan á vanligum
útlánum eisinmi er hækkað
tær
seinastu
vikurnar.
Búskaparfrøðingar siga, at
marknaðarrentan fer uttan
iva at hækka uppaftur meiri,
og tað fer at hava við sær, at
rentan á bústaðarlánum fer
at hækka, sum frá líður.
Men hetta verður ikki
varandi, tvørturímóti, og tí
vænta
fleiri
búskapar
frøðingar, at rentan fer at
fella. Ein teirra er Frank
Jullum, sum er leiðandi
búskaparfrøðingur í norska
Fokus Bankanum.
Heimurin stendur á
gáttini til eina búskaparliga
afturgongd, sum fer at trýsta
marknaðarrentuna
niður,
og tað er ikki óhugsandi, at
rentan á norskum bústaðar
lánum, sum nú er átta
prosent, verður trý prosent
um eini tvey ár, sigur Frank
Jullum við Aftenposten.
Erirk Bruce, búskapar
frøðingur hjá Nordeabank
anum, væntar eisini, at
rentan fer at fella tey næstu
árini, men ivast í, at tað
verður fimm prosent.
Rentan á húsalánum kann fella nógv
Sjálvt um USA samtykkir sín hjálparpakka, fer óvissa at valda tær næstu vikurnar, sigur Steen
Bocian
(Mynd: Polfoto)
Fleiri danskir bankar afturat
kunnu koma í kreppu
Hátíð forðar avgerð í USA
Nancy Pelosi og hinir leiðararnir í Umboðsmannatinginum
vóru álvarssom aftan á atkvøðugreiðsluna
(Mynd: Polfoto)
Fíggjareftirlitið
vil hava
upplýsingar
frá 24 bankum
(Mynd: Polfoto)